hósdagur 5. mars 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Petur Knudsen
21 ára gamli Petur Knudsen fær alt størri
týdning fyri liðið hjá NSÍ – í ár í álopinum
saman við Klæmint Olsen. Petur er tann lívligi
og ferðmikli spælarin, men Klæmint er tann
eirindaleysi málskjúttin og leiðarin. Petur
Knudsen er skapandi spælari, sum trívist
væl í bæði tøttum spæli og kontraspæli.
GJØGNUMBROTIÐ
Pætur Skipanes
19 ára gamli Pætur Skipanes hevur eina ferð
verið á vølli í bestu deildini – og tá skoraði
hann mál. Í venjingardystum hevur hann
spælt rættiliga fitt á miðvøllinum hjá NSÍ og
kann fáa størri leiklut í hópinum. Pætur er
arbeiðssamur spælari, sum í venjingardystum
hevur spælt álopssinnaður miðvallari.
VENJARIN
Glenn Ståhl
Svenskari Glenn Ståhl hevur fyri aðru ferð
átikið sær venjarastarv í Føroyum. Í 2018
var hann venjari hjá TB, men fór av landinum
aftur eftir eitt ár. Nú skal hann leiða NSÍ í
kappingarárinum 2020. Hann hevur gjørt
broytingar í leikskipan og leikhátti hjá NSÍ og
leggur upp til meira bóltspæla á jørðini.
MÁLIÐ
Heiðursmerki
Seinastu tvey árini hevur NSÍ vunnið heiðursmerki.
Í fjør vóru teir leingi partur av oddastríðnum, men
dragnaðu móti endanum og vunnið bronsumerki.
NSÍ hevur lið, sum kann kappast í toppinum,
og málið hjá teimum má vera at vinna eitt
Europa-pláss og heiðursmerki í Betri-deildini.
Eg royni at
vinna mær
plássið sum
defensivur
miðvallari
BETUEL HANSEN
BETUEL ÆTLAR SÆR
PLÁSS Á LIÐNUM
Betuel Hansen fekk ikki fyrireikingarnar til kappingina í fjør við, men
nú er hann klárur at taka kappingina upp og býta seg fastan á liðnum
ÁRNI GREGERSEN
NSÍ er eitt av teimum fimm liðunum, sum
serfrøðingarnir siga fer at liggja í ovaru helvt á
stigatalvuni, tá ið landskappingin endar í heyst.
Hópurin er ein blandingur av royndum
leikarum og nøkrum ungum, sum eru komnir
uppí hópin í hesum kappingarárinum.
Men har eru eisini nakrir ungir leikarar, sum
hava verið við í nøkur ár, og sum nú eru við at fáa
hár á bringuna og eru vaksnir fótbíoltsleikarar.
Ein teirra er Betuel Hansen, 22 ár.
Hann hevur í nøkur ár verið við á Vespuliðnum,.
og í ár verður hann helst at síggja á liðnum sum
verjukendur miðvallari.
– Ja, mín ætlan er at kempa meg til tað plássið
í ár, sigur ungi leikarin, sum tó hevur nakrar
dystir í beinunum.
– Eg spældi ikki so nógvar dystir í fjør, men
tað var fyrst og fremst, tí eg ikki fekk uppstartin
við. Tá ið venjingin var uppá tað harðast í fjør, var
eg niðri í skúla, so eg misti nógv tá, sigur hann.
Niðri á fótbóltsskúla
Tað hevur alla tíðina verið ein dreymur hjá Betuel
Hansen at spæla fótbólt.
Sum 16 ára gamal fór hann til Danmarkar á
fótbóltsskúlan hjá fótbóltsliðnum í Silkeborg.
Har var hann í trý ár, og endmálið var at ganga í
skúla og so spæla fótbóólt.
– Tað dámdi mær ómetaliga væl. Men tað
gekk soleiðis, at ta tíðina, eg var í Danmark -
altso tey trý árini – var eg darvaður av skaða í
tvey ár, greiðir hann frá.
Í trý ár búði hann í Silkeborg. Hann gekk
í skúla, og so fekk hann eisini viðgerð fyri
skaðan í knænum, sum altso endaði við einari
skurðviðgerð.
– Tað er er vorðið gott, men um eg sigi, at
eg onki merki til skaðan, so lúgvi eg, men hann
forðar mær ikki í at spæla.
Sjálvur heldur Betuel Hansen, at hóast alt ikki
gekk eftir vild, tá ið hann var í Silkeborg, so var
hetta ein lærurík tíð.
Kanska fyrst og fremst tí hann hesi trý árini
var einsamallur føroyingur á fótbóltsskúlanum
har.
– Tá ið ein er so ungur, tá ið ein fer heimanífrá,
so ger tað at ein búnast sum menniskja og lærir
eitt sindur fyrr at taka avgerðir sjálvur, sigur
Betuel Hansen.
Í hópinum
Í ár hevur Betuel Hansen fingið alla fyrireikingina
til landskappingina við. Hetta kvøldið vit vitja við
Løkin, er týskvøld – kvøldið har tann harðast
venjingin er.
– Mær dámar hett sera væl. Tað er eisini gott
ikki at vera merktur av skaða, so til ber at geva
alt ein kann til venjing.
Betuel Hansen veit væl, at kappingin í hópinum
er hørð um, hvør skal vera millum teir 11, sum
byrja dystirnar.
– Men eg royni altso at vinna mær plássið
sum defensivur miðvallari. So fáa vit at síggja,
tá ið nýggi venjarin Glen Ståhl fer at seta liðið til
fyrsta landskapingardystin um vikuskiftið móti
Skála, sigur hann.
Múrar
Betuel Hansen brúkar nógva tíð uppá at spæla
fótbólt og venja, men sum hjá teimum flestu
spælarunum í Føroyum, so er tað ikki nóg mikið
við fótbóltinum.
Neyðugt er at arbeiða við síðuna av og næstan
allir hava teir fulltíðararbeiði afturat fótbóltinum.
Betuel Hansen arbeiðir sum múrari.
– Tað dámar væl, tí tað er eitt fysiskt
arbeiðið. Vit múra veggir, og vit leggja flisar og
so framvegis, og tað er ivaleysa nógv at gera
hvønn einasta dag. Tað ger sjálvandi eisini, at
tíðin gongur ómetaliga skjótt til næsta dyst,
sigur hann.
Kappingin stendur fyri durðum, og eg spyrji
unga leikaran hjá NSÍ, hvussu hann væntar
kappingin fer at enda í ár, og hvørji mál hann
hevur sett sær.
– Fyrst og fremst vilja vit sleppa við í Evropa,
men vit ætla okkum at enda ovast á stigatalvuni.
– Tað er eitt sindur torførari at sleppa út
í Evropa at spæla, tí Føroyar eiga eitt pláss
minni í ár, enn vit hava átt hini árini. Tað ger,
at vit eisini mugu gera tað besta vit kunnu í
steypakappingini, tí eitt av plássunum í Evropa
ber til at vinna tann vegin, sigur hann.
Styrkin millum liðini í landskappignini væntar
hann verður á leið tað sam, sum hini árini. Hann
roknar við at KÍ, HB, Víkingur, B36 og NSÍ enda í
ovaru helvtini, men hann dugir ikki at meta um,
hvør endar ovast.
– Øll fimm liðini gera sjálvandi alt, hvat tey
kunnu fyri at enda ovast, men tá ið alt kemur
til alt, so kann tað gott vera hepni, skaðar ella
karantenur, sum avgera, hvør er nummar eitt
tá ið avtornar, sigur Betuel Hansen.