hósdagur 5. mars 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
HAVNAR BÓLTFELAG
HB spílar seg út við útlendskum venjaratoymi og
nýggjum venjingarhølum. Málið er at náa upp á tindin
Tað vóru nýggjar tíðir og nýggir siðir, tá ið HB við
íslendskum venjara og íslendskum álitismanni
á miðvøllinum vann FM í 2018 og fyrsta
finalusigurin í steypakappingini í 15 ár í 2019.
Spælararnir vandu meiri, enn teir høvdu gjørt,
og tað varð lagt nógv fyri í nærdystunum.
Nú er venjari við royndum á høgum stigi
í donskum fótbólti við róðrið í sigursvanda
felagnum í Gundadali. Jens Berthel Askou hevur
fleiri spælarar við sær úr Danmark. Uppaftur
meiri verður lagt fyri í venjingini, og umstøðurnar
til kropsligu venjingarnar eru betraðar.
Týskvøldið tapti HB stórsteypadystin ímóti
KÍ 6-5. Eftir vanliga leiktíð var 1-1, og tað
kostaði steypið, at Adrian Justinussen misnýtti
í brotssparkskappingini. Dysturin vísti, at HB
kapprennur við tíðina. Tað snýr seg um at
samanspæla nýtt lið, og tað snýr seg serliga um
at fáa verjuspælið at rigga, nú talan er um nýggja
miðverju. Í álopspartinum eru eisini avbjóðingar,
nú eingin upplagdur fremsti maður er.
Teitur Matras Gestsson er framvegis tryggi
aftasti skansi, og Jákup Højgaard er eykamálverji.
Ein av stóru spurningunum hevur verið, hvussu
miðverjan skal mannast, nú danski Lasse
Andersen er burtur, og Hørður H. Askham orsaka
av skaða ikki er tøkur. Í síðstu viku varð greitt, at
28 ára gamli Delphin Tshiembe úr Danmark fær
høvið at royna seg undir liðini á Bartali Wardum
ella Heðini Hansen, sum er aftur í HB.
Jógvan Rói Davidsen og Daniel Johansen hava
nógvar royndir á vongverjunum, Heri H. Mohr
er annar møguleiki, og 20 ára gamli Hanus
Danielsen og 18 ára gamli Dánjal Reginsson hava
verið við í venjingardystum.
Á miðvøllinum er saknur í langtíðarskadda
Tróndi Jensen. Dan í Soylu er framvegis í
felagnum. René S. Joensen er ætlaður lyklaleiklut
í verju og miðvølli, og hann er um at koma fyri
seg eftir langan skaðasteðg. Tveir danir eru
ætlaðir sentralar leiklutir – Mathias Nygaard og
Mikkel Frankoch – og eingin ivast í evnunum hjá
blaðunga Samuel Johansen Chukwudi.
Fríspørkini
og
langskotini
hjá
Adrian
Justinussen eru framvegis øgilig. Tað sást
týskvøldið, tá ið hann skoraði rimmarmál av
brotsteigarmarkinum. Pætur J. Petersen er væl
upplagdur og málsøkin í borðunum, og Øssur
Dalbúð, sum er aftur í HB, er møguleiki í fremstu
ódnini.
Teit Jacobsen er komin aftur í barndómsfelagið,
eftir at hann hevur roynt seg í SønderjyskE.
Krossbandsskaði ber við sær, at tað neyvan
verður fyrr enn eftir summarsteðgin, at hann
fer at gera seg galdandi.
Seinnu árini hevur tað verið longri millum, at
onkrir av mongu evnaríku unglingunum, ið eru
uppvaksnir í felagnum, hava funnið lyklaleiklut
í fremstu røð. Tað verður arbeitt miðvíst við at
finna aftur á gamla HB lagið. Omanfyri eru Hanus
Danielsen, Dánjal Reginsson og Samuel Johansen
Chukwudi nevndir. Ein annar er 17 ára gamli
álopsspælarin Ási Dam, sum tað er væl hugsandi,
at tað longu í ár fer at eiga eyðsýndan leiklut.
HB STOVNAÐ 4. oktober 1904 FORMAÐUR Tórmóður Stórá
2
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Teitur Gestsson
14 Jákup Højgaard
Verja
3
Jógvan Rói Davidsen
4
Heðin Hansen
5
Delphin Tshiembe
6
Daniel Johansen
14 Samuel Chukwudi
15
Heri Mohr
17
Bartal Wardum
19 Hørður Askham
22 Dánjal Reginsson
23 Hanus Danielsen
Miðja
8
Dan í Soylu
9
Tróndur Jensen
10 Rene Joensen
18 Mathias Nygaard
21
Mikkel Frankoch
Álop
7
Adrian Justinussen
11
Pætur Petersen
20 Ási Dam
25 Øssur Dalbúð
27 Teit Jacobsen
Venjari Jens Bertel Askou
Hjálparvenjari Kevin Schindler
Tilgongd Jákup Højgaard, Heðin Hansen,
Delphin Tshiembe, Heri Mohr, Mathias
Nygaard, Mikkel Frankoch, Teit Jacobsen,
Øssur Dalbúð
Frágongd Magnus Egilsson, Ari Mohr
Olsen, Lasse Andersen, Símun Samuelsen,
Sebastian Pingel, Binni Hløðversson,
Andreas Breimyr, Símun Sólheim
HB GONGUR
NÝGGJAR LEIÐIR