hósdagur 5. mars 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
VÍKINGARNIR ERU
Í NÝGGJARI ÚTGÁVU
VÍKINGUR
Eftir tvey FM heiti í 2016 og 2017 hava tað verið
nýggjar tíðir í Sarpugerði. Bæði í 2018 og 2019
endaði Víkingur á fimta plássi. Tað ber við sær,
at europeiska luttøkan, sum hevur verið fastur
partur av summarskránni, var av ongum í fjør og
heldur ikki verður á skrá í summar.
Nú ætla víkingarnir sær aftur at vera við í
kappingini um FM og heiðursmerkini og harvið at
vinna europeisk atgongumerki. Merkisvert fyri
Víking er tað, at nevndin er støðug, og at stuðulin
í bygdunum í Eysturkommunu er hollur.
Eyðun Klakstein er nýggjur venjari, og tað
boðar frá ætlan um, at fótbóltsspælið skal
vera øðrvísi, enn tað hevur verið nógvu tey
undanfarnu árini, tá ið dentur hevur verið lagdur
á trygga verju og skjótar umstillingar.
Avrikini hjá liðunum, sum Eyðun Klakstein
hevur vant, hava verið eyðkend av, at tey hava
verið nógv á bóltinum, og at dentur hevur verið
lagdur á hugflogsrík og skjótt samanspæl
frameftir vøllinum.
Elias Rasmussen er framvegis fyrsta val
millum stólparnar, og Sonni Højgaard er
eykamálverji. Vukasin Vujovic og liðformaðurin
Atli Gregersen eru ætlaðir at vera miðverjar.
Higartil hevur Atli verið so mikið skaðadarvaður,
at hann ikki hevur vant saman við liðfeløgunum,
og tískil hevur hann ikki verið førur fyri at vera við
í venjingardystunum.
Aðrir møguleikar í miðverjuni eru Bergur
Gregersen, sum eisini hevur verið vongverji í
vinstru, og 17 ára gamli Noah Mneney, sum er
kropssterkur og sera skjótur. Aðrir verjuspælarar
eru Óla Kristian Jacobsen, Signar á Brúnni og
Bergur Poulsen.
Nýggjur vongverji í høgru eru Ari Olsen. Í
vinstru hevur Elias Lervig roynt seg.
Bogi
Reinert
Petersen
tykist
vera
sjálvskrivaður verjukendur sentralur miðvallari,
meðan
málsókni
Gunnar
Vatnhamar
í
venjingardystunum hevur átt meiri álopskendan
lut enn undanfarin ár. Hans Jákup Lervig, Geza
David Turi, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Olaf
Bárðason hava eisini roynt seg í venjingardystum.
Í borðunum eru Andreas Lava Olsen, Jákup
Johansen og Lukasz Cieslewicz, sum eisini er
møguleiki í sentralum leikluti aftanfyri fremsta
mann. Eyðun Klakstein og Lukasz Cieslewicz
samstarvaðu í 2016 og 2015, tá ið teir vunnu FM
við B36.
Fremsti maður er málsókni Finnur Justinussen,
ið er aftur í Sarpugerði eftir lestrarár á
flatlondum, og sum er sjálvskrivaður á toppinum.
Arnbjørn Svensson vann sær í fjør fast pláss
í hópinum, og í fyrireikingunum til nýggja
kappingarárið hevur Ingi Jonhardsson fleiri ferðir
verið við. Rani Hansen er eisini álopsspælari.
Stýrimaðurin í álopsspælinum hjá Víkingi hevur
í nógv ár verið Sølvi Vatnhamar. Hvussu tað fer at
hilnast hjá honum hevur alstóran týdning fyri, um
tað fer at eydnast at røkka málinum.
VÍKINGUR STOVNAÐ 14. januar 2008 FORMAÐUR Brandur Jacobsen
4
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Elias Rasmussen
25 Sonni Højgaard
Verja
4
Atli Gregersen
5
Elias Lervig
8
Bergur Gregersen
22 Ari Olsen
26 Vukasin Tomic
27 Óla Kristian Jacobsen
28 Signar á Brúnni
29 Bergur Poulsen
Miðja
6
Bogi Reinert-Petersen
9
Hans Jákup Lervig
10 Sølvi Vatnhamar
15
Geza David Turi
18 Arnbjørn Svensson
20 Aron Jarnskor Ellingsgaard
21
Noah Mneney
24 Gunnar Vatnhamar
30 Olaf Bárðarson
Álop
2
Andreas Lava Olsen
7
Jákup Johansen
11
Lukasz Cieslewicz
14 Ingi Jonhardsson
17
Finnur Justinussen
31
Rani Hansen
Venjari Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari Gert Hansen
Tilgongd Jákup Johansen, Ari Olsen,
Lukasz Cieslewicz, Sonni Højgaard,
Finnur Justinussen
Frágongd Hanus Jacobsen,Heðin
Hansen, Dion Splidt, Adeshina Lawal,
Filip Djordjevic, Bárður á Reynatrøð,
Milan Svojic
Eftir tvey ár á fimta plássi strembar Víkingur eftir europeiskari
luttøku og vónar at vera við í kappingini um gyltu heiðursmerkini