Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Sølvi Vatnhamar 33 ára gamli Sølvi Vatnhamar hevur verið millum bestu spælararnar í føroysku kappingini seinnu árini, og hann verður framvegis roknaður sum avgjørdur lyklaspælari hjá Víkingi. Sølvi er góður í samanspæli og í kontra, og hann bæði skorar og leggur upp til mál. GJØGNUMBROTIÐ Ingi Jonhardsson 18 ára gamli leirvíkingur Ingi Jonhardsson hevur bert spælt seks dystir í bestu deildini, men hann fer helst at fáa størri leiklut á Víkingaliðnum í ár. Í venjingardystum hevur Ingi spælt nógvar av dystunum og hevur gjørt mun við sínum skjótleika og uppleggum. VENJARIN Eyðun Klakstein Eftir tvey ár á Skála er Eyðun Klakstein nýggjur venjari í Víkingi. Málið hjá nýggja venjaranum er at betra um bóltspælið og úrslitini hjá Víkingi. Eyðun hevur áður vant KÍ og B36, har hann vann meistaraheitið í 2015. MÁLIÐ Europa Seinastu tvey árini er Víkingur endaður sum nummar fimm – uttan fyri europeiska selskapið. Samstundis sum liðið er í einari skiftistíð, tá ið tað kemur til fólk og leikhátt, verður stóra málið at vinna longur upp á stigatalvuni og taka eitt av teimum trimum altjóða plássunum. Tað sær spennandi út FINNUR JUSTINUSSEN FINNUR SKAL SKJÓTA MÁLINI Tá ið hann var toppskjútti í Danmark, valdi hann at taka útbúgvingina framum, og nú er hann aftur í Sarpugerði, har hann áður hevur skorað nógv mál JÓANNES HANSEN Í Sarpugerði hevur tað verið bíðað eftir, at Finnur Justinussen skuldi koma aftur til Víking. Nú er hann aftur á gamla heimavøllinum, men tað var ikki fyrr enn fyri stuttum, at avgerðin varð tikin. – Tað passaði seg soleiðis, at útbúgvingin var liðug, og børnini skulu í stovn og í skúla í summar. Síðsta hálva árið hevur tað fyrst og fremst snúð seg um at fáa útbúgvingina frá hondini, so tað hava ikki verið stundir til at venja og spæla fótbólt. Nú havi eg vant saman við liðfeløgunum í fimm vikur, og eg kenni tað soleiðis, at eg eri førur fyri at vera saman við hinum í øllum venjingunum, greiðir Finnur Justinussen frá. Hevur bara vant í Sarpugerði Finnur Justinussen hevur í Føroyum bara umboðað GÍ og Víking. Síðsta ferðin, at hann spældi við Víkingi, var í 2016. Tá var hann við í sjey dystum, meðan hann var heima í summarfrí. Ætlanin var, at hann eftir summarsteðgin skuldi flúgva ímillum og hjálpa liðfeløgunum, sum vóru við í FM stríðnum, men tað var av ongum, tí undir venjing breyt hann fótin. Sámal Erik Hentze var venjari, og Víkingur vann FM. Í teimum sjey dystunum skoraði Finnur eitt mál. Tølini siga, at tað hevur ligið væl fyri við málskjótingini. Sambært faroesoccer hevur hann í 178 landskappingardystum í bestu deildini skorað 98 mál. Besta árið var í 2011, tá ið Finnur var 22 ára gamal. Víkingur endaði á triðja plássi, og Finnur skoraði 21 av 62 málum. Hann var toppskjútti – trý mál frammanfyri Klæmint A. Olsen, sum var næstbesti málskjútti tað árið. – Tað eru framvegis fleiri í Sarpugerði, sum eg havi spælt saman við. Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar spældi eg saman við í 2011, og seinni hava Elias Rasmussen, Gunnar Vatnhamar og Andreas Lava Olsen verið millum liðfelagarnar. Nú hava vit fingið Vukasin Tomic, Lukasz Cieslewicz, Ara Olsen, Jákup Johansen, Boga Reinert Petersen aftrat, og so eru fleiri ungir spælarar. Tað sær spennandi út. Hvussu er spælið øðrvísi nú, enn tað áður hevur verið, tá ið tú hevur spælt við Víkingi? – Tað er torført hjá mær at siga, tí eg havi bara verið her í ein mánað. Vit renna nógv við bólti, og tað dámar øllum spælarum væl. Tað er eingin loyna, at liðini, sum Eyðun Klakstein hevur vant, eru kend fyri at hava bóltin nógv, og soleiðis er ætlanin, at tað skal vera hjá okkum, men sjálvandi verður tað variatión í. Tað eigur at vera styrkin. Valdi fótbóltin frá Tað var í 2015, at Finnur Justinussen fór av landinum í útbúgvingarørindum. Longu í 2012 var hann í Svøríki og spældi fótbólt í Jønkøping Sødra í næstbestu deildini. Tað gekk einki serligt, tí longu í februar breyt Finnur fótin, í juli var hann komin seg aftur og spældi so nakrar dystir, og so var tað ævintýrið liðugt. Møguleikin at spæla fótbólt var í huganum í Keypmannahavn, og Finnur umboðaði Fremad Amager, Næstved og síðsta summar nakrar dystir Roskilde. Øll liðini spældu í næstbestu deildini. – Summi feløg hava parttíðar- og fulltíðarsettar spælarar, og onnur eru amatørar. Í øllum feløgunum, sum eg spældi við, var talan um parttíðarsettar spælarar. Summir dystir eru á fínum stadion, og aðrir á vallum, har tað er rættiliga primitivt. Tað gekk best hjá mær í Næstved, sum eg haldi var umleið í somu styrki, sum Víkingur er. Tú var toppskjútti. Bar tað ikki møguleikar við sær frá feløgum í superliguni? – Eftir heysthálvuna í 2018 var eg toppskjútti í næstbestu deildini. Tá tók eg avgerðina, sum bar við sær, at tað var liðugt við møguleikanum at spæla fótbólt fulla tíð og á hægri støði. Onkur følari var úr bestu deildini, uttan at tað varð ítøkiligt. Í Næstved vandu vit klokkan 4. Eg fór í starvslæru eftir nýggjár í 2019, og tá bar tað ikki til at vera í Næstved so tíðliga á degnum. Tí gavst eg, og so vóru tað eini 30 feløg í næstbestu deildini og á lægri støði, sum spurdu seg fyri. Men eg spældi ikki aftur fyrr enn síðsta summar, tá ið eg var eitt stutt skifti í Roskilde, har tað ikki hepnaðist serliga væl, og so gavst eg og havi ikki spælt aftur fyrr enn nú, sigur Finnur Justinussen.