Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM NÓGVAR SKIFTINGAR Á SKÁLA SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG Tá ið sammett verður við liðið, sum í fjør setti punktum fyri kappingarárið, so er skjótt at staðfesta, at broytingarnar eru stórar á Skála. Bill Jacobsen er nýggjur venjari, og fleiri av berandi spælarunum, eru ikki longur á Skála. Teirra millum eru málverjin Karstin Hansen, miðverjarnir Fróði Benjaminsen og Jákup Jakobsen og Jákup Johansen, sum stóran part av árinum í fjør var fremsti maður. Tað eru átjan ár síðani, at vestari armur á Skálafjørðinum fyrstu ferð umboðaður í bestu deildini. Fyrsta royndin var frá 2002 og fram til 2008 ella í sjey ár. Fyrsta árið endaði Skála á áttanda plássi við 13 stigum fyri 18 dystir, og í 2003 var úrtøkan 12 stig og níggjunda plássið. Í 2004 vann Skála 30 stig fyri 18 dystir og bronsuplássið. 2005 var fyrsta árið, at kappingin fevndi um 27 umfør. Hetta árið er eisini tað besta hjá Skála higartil. Skálamenn vóru leingi við í FM kappingini. Teir vunnu 50 stig, og endaðu á silvurplássinum – fýra stig aftanfyri meistararnar í B36. Í 2006 var úrtøkan 31 stig og sjeynda plássið, í 2007 var úrtøkan 34 stig og sætta plássið, og í 2008 flutti Skála niður við 19 stigum. Fimm ár eftir niðurflytingina var Skála aftur í bestu deildini. Í 2014 var úrtøkan 17 stig og níggjunda plássið, og eftir eitt ár í bestu deildini flutti Skála niður aftur í næstbestu deildina. Í 2016 endaði Skála á áttanda plássi við 26 stigum, í 2017 sætta plássið við 33 stigum, í 2018 sætta plássið við 29 stigum og í fjør á sætta plássið við 37 stigum. Í heyst varð avgjørt, at felagið fór at repa seglini. Tað varð sagt, at fíggjarliga grundarlagið var orsøkin. Nýggj nevnd er vald, lokalsamfelagið stendur saman, og tað hevði verið væl avrikað, um úrtøkan varð tann sama sum í fjør. Bárður á Reynatrøð er nýggjur málverji, og Jack Nielsen er eykamálverji. Teitur R. Joensen er veteranur í miðverjuni, har Karl Martin Johansen er nýggjur. Djóni J. Petersen er vongverji í vinstru, og aðrir, sum kappast um pláss í verjuni, eru Teitur Poulsen, Dávid Johansen, Kristian Martin Jakobsen, Rói Olsen, sum síðstu vikurnar hevur verið skaðadarvaður, Aksel Jacobsen, Hanus Mikkelsen og Hjalti Strømsten og Mikal á Reynatrøð, sum hava spælt við næstbesta liðnum hjá Víkingi. Á miðvøllinum er tað týdningarmikið, at liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen fór at venja aftur fyri trimum vikum síðani. Niels Pauli Danielsen og Jóhan Waag Høgnesen, sum hevur spælt við næstbesta liðnum hjá KÍ, hava verið nógv við. Aðrir miðvallarar eru Kristian Martin Jakobsen, Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen og Jákup Joensen. Framrættaðu spælararnir, sum í fjør vóru nógv á besta liðnum, eru Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein og Andreas Egeberg Jacobsen. Aksel B. Danielsen varð ætlaður at verða fremsti maður, men hann er skaddur í knænum og verður ikki tøkur fyrstu mánaðirnar. Aðrir álopsspælarar eru Dávid Johansen, Jóhan Johansen og Lukas Sólheim. Framrættaði Edvin Jakobsen varð illa skaddur í knænum í apríl í fjør, og hann verður ikki tøkur undan summarsteðginum. SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG STOVNAÐ 15. mai 1965 FORMAÐUR Ingi Hansen 8 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Bárður á Reynatrøð 13 Jack Nielsen Verja 2 Djóni Jansson Petersen 3 Teitur Reinert Joensen 4 Karl Martin Johansen 5 Hjalti Strømsten 14 Aksel Jacobsen 15 Mikal á Reynatrøð 26 Teitur Poulsen 27 Rói Olsen 28 Hanus Mikkelsen Miðja 6 Pætur Dam Jacobsen 7 Jóhan Waag Høgnesen 16 Jákup Joensen 17 Niels Pauli Danielsen 18 Jan Ingason Hansen 24 Kristian Martin Jakobsen 27 Poul Kallsberg Álop 8 Jóhan Johansen 9 Aksel Bjartalíð Danielsen 10 Ronni Møller-Iversen 19 Andreas Egeberg Jacobsen 21 Heðin Klakstein 23 Dávid Johansen 29 Lukas Sólheim Venjari Bill McLeod Jacobsen Tilgongd Bárður á Reynatrøð, Jack Nielsen, Hjalti Strømsten, Mikal á Reynatrøð, Jóhan Waag Høgnesen Frágongd Karstin Hansen, Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Haraldur Højgaard, Jákup Johansen, Fróði Benjaminsen, Janus Samuelsen, Ólavur Mikkelsen, Petur Pauli Mikkelsen Nógvar skiftingar hava verið í hópunum í vetur, men mótið er framvegis gott á Skála