hósdagur 5. mars 2020síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Pætur Dam Jacobsen
Beint upp undir kappingarbyrjan varð greitt,
at Pætur Dam Jacobsen tekur enn eitt tak í
apelsinlittu troyggjuni hjá Skála. Pætur hevur
verið liðformaður og undangongumaður, og
tað verður roknaður sum stórur styrkur,
at hann heldur fram á liðnum. Pætur er
arbeiðssamur og stýrandi miðvallari, sum
ferðast nógv millum báðar brotsteigirnar.
GJØGNUMBROTIÐ
Djóni Jansson Petersen
20 ára gamli Djóni Petersen hevur verið
kring besta liðið á Skála seinastu tvey árini.
Í fjør spældi hann nakrar dystir og stóð seg
væl. Nú liggur í kortunum, at Djóni skal inn
á liðið at spæla, og hann hevur førleikar
og hugburð til at spæla í bestu deildini.
VENJARIN
Bill McLeod Jacobsen
Klaksvíkingur Bill McLeod Jacobsen er royndur
venjari. Hann byrjaði á ungum árum yrkisleiðina
sum venjari, og hann hevur vant feløg sum
B68, 07 Vestur og AB, umframt at hann í
fleiri ár var venjari hjá U21 landsliðnum. Nú
skal Bill aftur í royna seg í bestu deildini, og
hann hevur átikið sær uppgávuna á Skála,
har stórar broytingar hava verið í hópinum.
MÁLIÐ
Omanfyri strikuna
Skála hevur mist nógvar spælarar síðan í
fjør, og tí skulu nýggir spælarar inn á liðið.
Kortini hevur Skála dygdirnar til at standa
seg í deildini. Málið verður at halda seg
omanfyri niðurflytingarstrikuna og síðani
vita, hvussu langt avrikini kunnu bera liðið.
Dygdir eru í
spælarunum
og liðnum
BILL MCLEOD JACOBSEN
BILL BYRJAR Á BERUM
Nýggi Skálavenjarin heldur, at hansara royndir koma
spælarunum til góða, nú talan er um óroynt lið, sum
í fyrstu umførunum skal dystast við tey stóru
JÓANNES HANSEN
Bill Jacobsen er nýggjur venjari á Skála. Teir hava
tuskað undir Mýruhjalla síðani fyrst í november.
Teir, sum hava vant síðani tá, eru í góðari
kropsligari venjing. Kortini heldur venjarin, at teir
framvegis hava langt á mál.
-Tað eru bara nakrir dagar síðani, at hópurin
varð fullmannaður. At liðformaðurin Pætur Dam
Jacobsen fyri trimum vikum síðani gjørdi av, at
hann skuldi taka eitt tørn aftrat, hevur stóran
týdning fyri liðið og felagið, heldur venjarin.
Í fýra teimum fyrstu umførunum er talan
um torførar avbjóðingar. Sunnudagin á útivølli
ímóti NSÍ og so ímóti TB í Trongisvági. Fyrsti
heimadysturin verður ímóti KÍ. So verður
landsliðssteðgur, og fyrsta avbjóðingin eftir
landsliðssteðgin verður á heimavølli ímóti B36.
– Hetta sær ræðandi út, men vit síggja ikki so
dapurt upp á tað. Um vit ikki vinna úrtøku, so
verður tað, sum tað verður roknað við. Um vit
vinna úrtøku, so verður tað betri, enn tað verður
roknað við. So vit hava einki at missa.
Og hvussu rokna tit sjálvir við, at tað fer at
ganga?
– Nú leggja vit dent á taktiskar venjingar, og so fáa
vit at síggja, hvussu tað verður. Eftir landsliðssteðgin
bíða AB, Víkingur, ÍF, EB/Streymur og HB. Har eru
fleiri dystir, sum vera heilt áhugaverdir, og eg vóni,
at vit tá vera heilt væl fyri.
Eru tit ikki í nóg góðari venjing?
– Einki lið er í toppvenjing nú. Sum hjá øllum
øðrum so væntar okkum dystarvenjing. Kappingin
er long, og tað ræður um at leggja soleiðis til
rættis, at liðið støðugt verður væl fyri. Í tí taktiska
renna vit kapp við tíðina, og nógv av hesum ætla
vit næstu vikurnar at fáa tak á.
Øðrvísi spælskipan
Tvey tey undanfarnu árini var Skála kent fyri
at leggja nógv fyri í framrættaða spælinum.
Sambært venjaranum verður tað øðrvísi í ár.
– Royndirnar eru færri, og liðið er øðrvísi
skrúvað saman. Tí fara vit at leggja stóran dent á
at fáa verjuspælið at rigga, og so vóna vit, at teir
fremstu fara at megna nógv í innanhýsis spæli,
sigur Bill Jacobsen.
Ætlanin hevur verið, at Aksel B. Danielsen
skuldi vera fremsti maður, og at teir tríggir
aftanfyri skuldu vera Ronni Møller-Iversen, Heðin
Klakstein og Andreas Egeberg Jacobsen, sum nú
fer at fáa fleiri møguleikar at spæla seg inn á liðið.
Ætlanin verður ikki veruleiki nú beinanvegin.
Aksel B. Danielsen er skaddur í liðbandi í
knænum og bíðar eftir at verða skurðviðgjørdur.
Hann verður neyvan førur fyri at spæla undan
summarsteðginum, og tí verður neyðugt at finna
aðra loysn.
– Vit eiga fleiri ungar og evnaríkar spælarar,
sum fara at fáa møguleikan. Avgerandi er tað, at
vit allir trúgva, at tað fer at bera til, og tað gera
spælararnir. Onkrir fara ivaleyst at megna at lyfta
størri ábyrgd, enn teir higartil hava havt høvi at
gera, heldur Bill Jacobsen.
Hevur ofta verið undirtippaður
45 ára gamli Bill Jacobsen telist millum best
útbúnu venjararnar í landinum. Hann hevur
nógvar royndir, men tað eru nøkur ár síðani, at
hann hevði ábyrgd av liði í fremstu røð í eitt heilt
kappingarár.
Tað var í 2011, at Bill stóð á odda fyri B68. Hetta
var fjórða árið hjá honum á Toftum. Manningarligu
fyritreytirnar vóru ikki av teimum bestu, men tað
eydnaðist øll árini at vinna fleiri enn 30 stig. Besta
árið var í 2009, tá ið Bill og B68 vunnu 43 stig og
endaðu á fimta plássi.
Umframt at vera felagsvenjari var Bill
Jacobsen frá 2007 og fram til 2017 venjari hjá
U-21 landsliðnum.
– Spælararnir kenna søguna. U-21 landsliðið
er mest sum hvørja ferð undirtippað, men
kortini er tað eydnast at vinna ímóti Russlandi
og Georgia og at spæla javnt ímóti Danmark,
Rumenia, Póllandi og Finnlandi. Tað eydnaðist,
tí spælararnir vóru fokuseraðir alla tíðina, teir
runnu nógv, vóru raskir í nærdystunum og tordu
av bjóða av og spæla og ikki bara sparka, tá ið
teir vóru kroystir. Tað eru hesar dygdirnar, sum
skulu til, um tað skal eydnast okkum á Skála at
vinna. Eg haldi, at dygdirnar eru í spælarunum og
liðnum, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður til,
sigur Bill Jacobsen.