hósdagur 5. mars 2020síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ARGJA BÓLTFELAG
Á Argjum hava teir í fleiri ár vónað og arbeitt
fram ímóti, at dagsskráin fór at skifta frá, at
liðið skal varðveita plássið í bestu deildini og til
at kappast um plássini miðskeiðis á talvuni.
Tølini lýsa væl, hvussu gongdin hevur verið og
er. Eftir uppflytingina í 2013 endaði AB á sjeynda
plássi, í 2014 og 2015 á áttanda plássi, og í 2016
bar níggjunda plássið niðurflyting við sær. Í 2018
slapp AB undan niðurflyting, hóast liðið endaði á
níggjunda plássi, og í fjør endaði AB á sjeynda
plássi.
Ofta hevur gongdin hjá AB verið soleiðis, at
liðið fyrra partin av kappingini hevur verið aftast,
og hóttanini av niðurflyting hevur verið heilt stór.
Tá ið kappingin so hevur verið hálvrunnin, er
úrtøkan støðugt vaksin, og so er tað eydnast at
sleppa undan at flyta niður.
Orsøkin til óstøðugu gongdina plagar at vera
nógvar skiftingar á liðnum, og at fleiri spælarar
eru lagstir aftrat mitt í kappingini. Hetta hava
ofta verið fyrrverandi AB spælarar heima í
summarfrí frá lestrinum á flatlondum.
Í løtuni er støðan soleiðis, at dagsskráin ikki
fær verið onnur enn, at AB skal stríðast fyri at
sleppa undan at flyta niður. Stórur partur av
nevndini er skiftur út, og spælarafrágongdin
hevur verið óvanliga stór.
Á Argjum hava teir lagt stóran dent á at
styrkja lokala samleikan. Tí er tað órógvandi,
at fleiri lokalir stuðulsspælarar nú eru givnir.
Her verður hugsað um Jobin Drangastein, Beinir
Henriksen, Jónas Stenberg og Heðin Stenberg.
Sorin Anghel hevur verið venjari á Argjum í
2015, 2018 og í 2019. Hann veit, hvat tað snýr
seg um, nú hann byrjar av nýggjum. Rógvi N.
Poulsen, sum er høvuðsungdómsvenjari, hevur
eisini ábyrgd av fysisku venjingini hjá besta
hópinum.
Silas Eyðsteinsson og Bjarti Vitalis Mørk
kappast um plássið millum stólparnar. Sørin
Samuelsen, Pedro T. Anton og Dávid Langgaard
eru millum miðverjarnar, og saman við teimum
eru Jákup Pauli Breckmann og Gert Drangastein
vongverjar.
Á miðvøllinum er veteranurin Rógvi N.
Poulsen saman við Bjarna Skála, Ragnar Skála,
Janus Svabo Samuelsen og 24 ára gamla Jesper
Van Den Heyden úr Belgia, sum er spildurnýggjur
í føroyskum fótbólti.
Møguleikar í fremstu røð eru Bartal Skaalum
Petersen, Hans Jákup Annfinsson, Filip í Liða og
Bjarki C. Nielsen og veteranurin Adeshina Lawal,
sum er nýggjur á Argjum.
Í venjingardystunum hava úrslitini ikki verið
góð. Tað hevur gingið illa at mynda álopsspæl
og vinna seg til upplagdar málmøguleikar, og
tølini siga, at Sorin Anghel og hansara menn
hava nógv at arbeiða við, um tað skal eydnast at
byrgja fyri stórum tapum.
Teir hava roynt at fáa onkrar av teimum, sum
hava takkað fyri seg, at taka eitt tørn aftrat,
og tað er ikki óhugsandi, at onkur spælari fer
at leggjast aftrat teimum, sum eru á listanum.
Um tað verður, sum tað plagar at vera, so fara
nýggir spælarar at hjálpa til í summar, og so
kann tað vera, at tað fer at eydnast at røkka
málinum, sum er sleppa undan niðurflyting.
ARGJA BÓLTFELAG STOVNAÐ 15. AUGUST 1973 FORMAÐUR Marius Thomassen
10
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Stór spælarafrágongd hevur við sær, at AB helst
skal stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting
AB ER AFTUR
Á BERUM
Mál
1
Silas Eyðsteinsson
16 Bjarti Vitalis Mørk
Verja
2
Pedro Tarancon Anton
3
Dávid Langgaard
6
Gert Drangastein
18 Jákup Pauli Breckmann
19 Sørin Samuelsen
Miðja
7
Jasper Van Der Heyden
8
Janus Svabo Samuelsen
10 Bjarni Skála
21
Rógvi N. Poulsen
23 Ragnar Skála
Álop
9
Tóki á Lofti
11
Hans Jákup Annfinsson
17
Bartal Skaalum Petersen
20 Filip í Liða
22 Bjarki C. Nielsen
30 Adeshina Lawal
Venjari Sorin Anghel
Hjálparvenjari Tonny Brimsvík
Tilgongd Adeshina Lawal, Janus
Samuelsen, Dávid Langgaard, Pedro
Tarancon Anton, Silas Eyðsteinsson, Bjarti
V. Mørk
Frágongd Heri Mohr, Mikkjal Hentze,
Jónas Stenberg, Bárður Olsen, Leivur H.
Joensen, Beinir Henriksen, Tobias Larsen,
Lukas Giessing, Jobin Drangastein, Heðin
Stenberg, Eli Christiansson