hósdagur 5. mars 2020síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARI
Bjarki Nielsen
Frá at hava verið ein lovandi ungur leikari hjá AB
seinastu árini er leikluturin hjá Bjarka Nielsen í ár
blivin alsamt meira týðandi, enn hann hevur verið
seinastu árini. Tí verður Bjarki Nielsen mettur sum
avgjørdi lyklaleikarin hjá AB hetta kappingarárið.
GJØGNUMBROTIÐ
Filip í Liða
Ungi kantspælarin hevur fingið nógva spælitíð á
liðnum hjá AB seinastu tvey árini og hevur fleiri
ferðir víst lovandi taktir. Tað verður væntað, at
Filip í Liða í ár kann fáa ein uppaftur størri leiklut
enn í fjør, og møguliga fáa sítt stóra gjøgnumbrot.
VENJARIN
Sorin Anghel
Sorin Anghel fer í holt við sítt triðja kappingarár
sum venjari hjá AB. Fyrsta árið eydnaðist AB
at yvirliva í seinastu løtu, og farna kappingarár
yvirlivdi AB á sannførandi hátt eftir góða seinnu
hálvu. Nú skal Sorin spæla nýtt lið saman.
MÁLIÐ
At yvirliva
Hóast AB yvirlivdi væl og virðliga farna
kappingarár, tykist tað sum um, at málið hjá
AB í hesum kappingarárinum aftur verður at
yvirliva. Orsøkin er, at AB hevur havt stóra
broyting í hópinum og hevur havt frágongd
av fleiri stórum profilum frá í fjør.
Vit mugu so
at siga byrja
av nýggjum
til hetta
kappingarárið
BJARKI NIELSEN
BJARKI ÆTLAR AT
TAKA STØRRI ÁBYRGD
Hóast Bjarki Nielsen hevði tilboð um at fara aðrastaðni at spæla,
valdi framrættaði miðvallarin at taka eitt ár afturat í AB. Bjarki
Nielsen heldur, at hann kann menna seg uppaftur meira í AB
ANDRÉ OLSEN
Kviki framrættaði miðvallarin Bjarki Nielsen hevur
av álvara gjørt um seg á liðnum hjá AB seinastu
trý kappingarárini. Í 2017 var ungi Bjarki Nielsen
millum stóru stjørnuskotini á AB liðnum, sum
tryggjaði sær uppflyting úr næstbestu deildini,
og seinastu tvey kappingarárini er týdningurin av
miðvallaranum alsamt vaksin hjá argjamonnum.
Rætt at halda fram í AB
Tað vóru helst fleiri, sum eftir farna kappingarár
væntaðu, at Bjarki Nielsen kundi vera á veg
í okkurt annað føroyskt felag. Men hóast
áhugi var fyri Bjarka Nielsen aðrastaðni, valdi
ungi argjamaðurin at taka eitt ár afturat í
barndómsfelagnum.
– Eg hevði tilboð aðrastaðni frá, men eg valdi
at taka eitt ár afturat á Argjum. Eg føldi, at tað
var tað rætta at gera fyri mína menning. Eg kenni
meg væl í hópinum hjá AB, og eg haldi, at eg kann
menna meg uppaftur meira á hesum liðnum og
eisini fáa størri ábyrgd.
– Ein annar stórur partur av avgerðini at halda
fram, er eisini Sorin Anghel. Hann hevur lært
meg nógv tey bæði árini, sum hann hevur verið
venjari hjá okkum, og eg føli, at hann enn hevur
nógv eftir at læra meg, sigur Bjarki Nielsen.
Mugu mestsum byrja av nýggjum
Í vetur hava nógvar broytingar verið framdar
á liðnum hjá AB. AB hevur mist fleiri týðandi
leikarar frá farna kappingarárið, og nógvir nýggir
mans eru knýttir at hópinum.
– Vit mugu so at siga byrja av nýggjum til hetta
kappingarárið. Vit hava mist nógvar leikarar,
og harímillum eisini fleiri leikarar við nógvum
royndum – millum annað Jobin Drangastein,
Jónas Stenberg, Bárður Olsen og Mikkjal Hentze.
Men vit hava eisini styrkt okkum við bæði
royndum leikarum, og ungum og svangum
leikarum. So um vit byggja eitt sindur víðari á tað
spælið, sum vit spældu farna kappingarár, ivist
eg onga løtu í, at vit kunnu geva øllum liðunum í
deildini dygga mótstøðu, sigur Bjarki Nielsen.
Ein fyrimunur at hava fótað sær
Fyri nøkrum árum síðani skifti AB nógv ímillum
bestu og næstbestu føroysku fótbóltsdeildina.
Men seinastu árini tykist AB av álvara at hava
fótað sær í bestu fótbóltsdeildini.
– Tað hevur heilt sikkurt stóran týdning og er
ein fyrimunur, at vit nú eru triðja árið á rað í bestu
deildini og ikki hava flutt ímillum deildirnar tey
seinastu árini. Eg trúgvi ikki at vit høvdu ment
okkum líka nógv – hvørki sum felag ella leikarar
– um vit ikki høvdu fingið royndirnar í bestu
deildini, sum vit hava fingið seinastu trý árini,
sigur Bjarki Nielsen.
Í fjør endaði AB á einum sjeynda plássi í Betri-
deildini hjá monnum. Vónin hjá Bjarka Nielsen
er, at tað kann fara at ganga betur enn farna
kappingarár.
– Man hevur altíð eina vón um at gera tað
betur enn í fjør. Men tað kann gott gerast trupult,
nú tá vit hava havt so stóra frágongd. Hinir
kappingarneytarnir hjá okkum frá í fjør av, síggja
eisini út til at hava styrkt seg væl, so eitt nøktandi
mál beint nú undan kappingarbyrjan er at yvirliva,
og ikki at enda sum nummar níggju ella tíggju.
Ætlar at vera avgerandi
Persónliga hevur Bjarki Nielsen ein málsetning
um at vera meira avgerandi fyri AB hetta
kappingarárið, enn hann var farna kappingarár.
– Sum offensivur leikari havi eg sjálvandi eisini
persónlig mál. Eg ynski fyrst og fremst at gera
tað betur enn farna kappingarár, at skjóta fleiri
mál og at leggja upp til fleiri mál. So um eg skjóti
10 mál og leggi upp til nøkur, verði eg ógvuliga
væl nøgdur persónliga eftir kappingarárið, sigur
Bjarki Nielsen.