hósdagur 5. mars 2020síða 58
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ALDURSFORSETIN
LEGGUR NÓGV FYRI
TB
TB hópurin venur meira, enn hann hevur
gjørt, og tað kennist eldhugi í felagnum
Tá ið TB í fjør, eftir at hava verið partur av
oyggjaliði, aftur stóð á egnum beinum, var málið,
at tað skuldi eydnast at sleppa undan at flyta
niður. TB vann 19 stig og endaði á áttanda plássi.
Útlendsku spælararnir royndust væl, men nú
eru teir flestu burtur. Undantakini eru Ndende og
álopsspælarin Ken Fagerberg, sum hevur verið
nógv skaðadarvaður. Álopsfelagar hjá honum
eru danski Mads Raben, sum hevur spælt við
Dalum í 3. bestu deildini í Danmark, og Einar
Thorsteinsson.
Tá ið tað oftast er stórt trýst á, er tað
neyðugt, at málverjin er stinnur, og teir halda
seg hava funnið góðan málverja. Talan er um
1,88 metra høga Frederik Mehder. 25 ára gamli
danski málverjin flutti úr Skovshoved og til
Tvøroyrar. Aðrir málverjar eru Bárður Dimon og
John Jacobsen.
Nýggjur TB venjari er Michael L. Winter. 39 ára
gamli venjarin er av týskum uppruna, men hann
hevur verið venjari hjá fleiri donskum feløgum
og tosar danskt. Síðsta felagið í Danmark, sum
hann vandi, áðrenn hann flutti til Føroya og TB,
var Brønshøj. Hann hevur fýra spælarar við sær
úr Danmark.
TB luttók ikki í VFF kappingini. Í heyst
vandu spælararnir sambært ætlan, sum
venjarin
sendi
teimum
beinanvegin
eftir
kappingarlok. Venjingarnar vóru undir leiðslu av
hjálparvenjaranum Karl Øster, inntil venjarin á
nýggjárinum var aftur á Tvøroyri.
Sammett við undanfarin ár er tað merkisvert,
at nógv teir flestu spælararnir venja við Stórá.
Arbeið og skúli hava ofta verið orsøk til, at
fleiri spælarar hava vant í høvuðsstaðnum og
bara eitt kvøld um vikuna við Stórá. Síðani á
nýggjárinum hava teir í TB vant meiri, enn teir
nakrantíð fyrr hava gjørt – átta ferðir um vikuna
harav tvær ferðir snimma á morgni. Talan er
um heilt nýggja venjingarmentan, teir eru 22
spælarar, sum luttaka í venjingunum, og tað er
kapping um plássini á liðnum.
At
venjingarstøðan
er
góð,
er
gott
útgangsstøði undir spæliætlanini, sum er
framrættað og at vera ágangandi, tá ið
mótstøðuliðið hevur fingið fatur á bóltinum.
Tað kennist vera eldhugi í felagnum. Á
aðalfundinum í januar varð nýggj nevnd vald,
sum er farin íðin og nærløgd til verka, og
lokalsamfelagið bakkar upp.
Rasmus Møller og Sebastian Kroner eru
báðir miðverjar, sum hava spælt við Frem í
Keypmannahavn. Aðrir verjuspælarar, sum
kunnu brúkast í fleiri ódnum, eru Poul Ingason,
Ndende Adama Guéye, Jannik Dalfoss, Martin
Midjord, Oddmar Nybo Jespersen og Bartal
Gram. Seinastu árini hava Aron Sørensen, Eirikur
M. Ellendersen og Dánjal Godtfred verið drúgvir
á vongverjunum.
Í fjør var John Villi Wøldike Leo saman við
Rógva Joensen álit á miðvøllinum, og har eru teir
framvegis. Nikolei Johannesen, Regin í Lágabø og
Jens Erik Bruhn átti í fjør alt størri leiklut. Aðrir
miðvallarar eru Hávar Albinus, Jóhan Renéson
Thomsen og Andreas Midjord.
TB STOVNAÐ 13. mai 1892 FORMAÐUR Reidar Simonsen
6
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Frederik Mehder
18 Bárður Dimon
25 John Jacobsen
Verja
2
Sebastian Kroner
3
Dánjal Godtfred
4
Aron Sørensen
11
Eirikur Magnusarson Ellendersen
14 Rasmus Møller
15
Ndende Adama Guéye
16 Ári Thomassen
17 Poul Ingason
21
Jannik Dalfoss
22 Bartal Gram
23 Martin Midjord
24 Oddmar Nybo Jespersen
Miðja
5
Nikolei Johannesen
6
Rógvi Joensen
10 John Villi Wøldike Leo
12
Hávar Albinus
14 Jóhan Renéson Thomsen
20 Jens Erik Lünell Bruhn
7
Regin í Lágabø
26 Andreas Midjord
Álop
7
Mads Raben
13
Einar Thorsteinsson
18 Ken Fagerberg
Venjari Michael L. Vinter
Tilgongd Mads Raben, Frederik Mehder,
Rasmus Møller, Sebastian Kroner
Frágongd Milos Budakovic, Teitur Olsen,
Martin Tausen, Ivan Ivanovic, Vejlko Vukovic