hósdagur 5. mars 2020síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Mads Raben
Verður TB-verjan eins ring at bróta niður,
sum ætlanin er, kann Mads Raben gerast ein
lykaleikari í hinum endanum. Við góða máltevi
sínum kann hann sparka og skalla TB longri upp
eftir stitatalvuni. Í fjør hevði TB – serliga í seinnu
hálvu – trupulleikar við at gera mál, men danski
álopsspælarin kann fara at bøta um støðuna.
GJØGNUMBROTIÐ
Rasmus Møller
19 ára gamli Rasmus Møller er eitt stórtalent,
sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling
í danska stórfelagnum FCK, og sum nú
væntandi kann fáa sítt gjøgnumbrot í
vaksnamannafótbólti sum verjuskansi í TB.
VENJARIN
Michael L. Vinter
Hann er ikki týskari fyri einki. Hann krevur knallhart
arbeiði, og hann ynskir, at tað skal vera trupult
at spæla ímóti TB. Ikki tí hann vil verja, men tí
hann vil spæla álopsfótbólt. Hetta er fyrsta
árið hjá Michael L. Vinter í føroyskum fótbólti.
Hann hevur gjørt tvey ára sáttmála við TB.
MÁLIÐ
Betri enn átta
TB-venjarin hevur gjørt greitt, at málið er at gera
tað betri enn í fjør. Tá bleiv TB nummar átta. Eitt
7. pláss er kanska ein tóm kensla, so møguliga
skal TB sikta enn hægri. Nærkast topp fimm?
Eg vil gjarna
spæla sera
álopskendan
fótbólt og
trýsta høgt
MICHAEL L. VINTER
SKAL VERA TRUPULT
AT SPÆLA ÍMÓTI TB
Nýggi TB-venjarin, týski Michael L. Vinter, hevur kollvelt
venjingarhugburðin á Tvøroyri og ætlar sær at spæla álopskendan
fótbólt. – Vit skulu vera truplir at spæla ímóti, sigur hann
PÆTUR ALBINUS
Nýggjur venjari hjá TB er týski Michael L.
Vinter. Hann er 40 ára gamal, og hann
hevur longu verið víða um í fótbóltsheimi
num bæði sum spælari og sum venjari.
Michael hevur verið fulltíðar
fótbóltsspælari í trið- og fjórðbestu deildini
í Týsklandi, næstbestu deildini í Svøríki og
næstbestu deildini í Danmark.
Lívið sum fótbóltsspælari endaði í Skive
IK í 2007, tá ið hann vegna hjartatrupul
leikar mátti leggja gaggurnar á hillina.
Hann ynskti tó at halda fram í
fótbóltsheiminum og kastaði seg út í
tilveruna sum venjari.
– Eg var so heppin at fáa venjarastarv í
Danmark, har eg stóð á odda fyri U23- og
eykaliðnum hjá Randers FC, sigur Michael.
– Har var eg í næstan fimm ár.
Eg var hesa tíðina eisini venjari á
fótbóltsskúlanum hjá Randers FC, har eg
vandi leikarar í aldrinum 14-19 ár. Nógvir
av teimum leikarunum spæla í dag í
Superliguni og í útlandinum, vísir Michael á.
Michael sigur, at hetta var sum eitt kall
fyri hann, og at hann skjótt fann útav, at
venjaralívið júst var nakað fyri hann.
Hann hevur síðani verið U19-venjari
og hjálparvenjari á besta liðnum hjá FC
Roskilde, og seinast var hann høvuðsvenjari
hjá Brønshøj BK í triðbestu deildini.
Tað er nógvur fótbóltur í lívinum hjá
Michael, tí eisini kona hansara, Louise
Lundsgaard Winter, er innarliga í fótbólti.
Hon er fulltíðar fótbóltsspælari hjá
Brøndby IF og hevur eisini spælt á danska
landsliðnum.
KOLLVELTING
Michael L. Vinter var og vitjaði TB í eina
viku, har hann fekk møguleikan at hyggja
nærri at umstøðunum, og hvat skuldi
arbeiðast við á liðnum.
– Eg sá at tað manglaði ágrýtni og ein,
sum kundi kickstarta eina grundleggjandi
spæliætlan, har man skuldi kýta seg, men
samstundis eisini passa tann sosiala partin,
sigur Michael L. Vinter, sum síðani fekk ein
sáttmála í hondina.
– Vit vórðu samd frá degi eitt, at
venjingarumhvørvið skuldi broytast til
nakað meira professionelt, so vit venja
tveir morgnar um vikuna kl. 6.30 og
annars fimm til seks ferðir um vikuna
seinnapartar, sigur Michael, sum hevur
verið nøgdur við tað, hann higartil hevur
sæð.
- Veðrið hevur argað okkum av og á,
men upptaktin hevur verið sera góð. Tað
hevur verið ein kollvelting fyri leikararnar
at venja so nógv, men vit hava havt 16-20
leikarar til venjing hvørjaferð. Eingin hevur
gramt seg, og allir hava vant væl, sigur
Michael.
Fyrireikingarnar hava fevnt um
venjingarlegu og teambuilding, men eisini
ein býtúr.
– Har fingu teir møguleika at kenna
hvønn annan betur undir leysari teymum.
Vit hava vant nógv, men vit leggja eisini
dent á at skapa sambond og at vera eitt
lið eisini uttanfyri vøllin, sigur nýggi TB-
venjarin.
MÁLSETNINGUR
Við sær úr Danmark hevur Michael L.
Vinter fingið ikki færri enn fýra spælarar.
Teir eita Frederik Mehder, Rasmus Møller,
Sebastian Kroner og Mads Raben, og teir
skulu eftir ætlan vera við til at styrkja allar
keturnar á vøllinum.
– Teir veita liðnum nakrar royndir, sum
teir hava frá sínum donsku feløgum. Teir
hava eisini ein góðan venjingarhugburð,
og so geva teir sjálvandi eisini liðnum
nógva góðsku, sigur Michael, sum hevur
sína fótbóltsfilosofi við úr heimlandinum,
Týsklandi.
– Mær dámar væl tann týska mátan at
spæla fótbólt upp á, sigur hann.
– Eg vil gjarna spæla sera álopskendan
fótbólt og trýsta høgt. Vit skulu upp á
tærnar, renna fyri hvønn annan og geva
áskoðarunum nakað aftur. Tað skal vera
stuttligt at síggja okkum spæla, sigur
Michael, sum tó leggur afturat, at teir
mugu arbeiða seg fram ímóti hesum
ynskjunum.
– Í løtuni arbeiða vit við at skapa eina
grundleggjandi heild, sum skal gagna
liðnum í longdini. Síðani leggja vit afturat
viku eftir viku fyri at røkka stílinum, sum
vit ynskja at spæla, sigur hann.
Um málsetningin fyri kappingarárið
sigur TB-venjarin, at teir gjarna skulu gera
tað betri enn í fjør. Tá blivu teir nummar
átta.
– Vit skulu vera truplir at spæla
ímóti. Vit skulu gera tað strævið fyri
mótstøðuliðið, stinga sum vespur og
revsa tá ið vit vinna bóltin. Harnæst skulu
vit vera ein eind. Tað skal vera okkara
vørumerkið, sigur Michael L. Vinter.