Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM EB/STREYMUR 8 V I T T I P P A EB/Streymur spælir aftur við Margáir, og málið er at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna Felagsliðið í Sundalagnum hevur vunnið nógvar sigrar á vøllinum við Margáir. Hægstu tindarnir, sum tey líta aftur á, eru teir í 2008 og 2012. Tá vann EB/Streymur FM. Steypið, sum bar rættin at luttaka í europeisku meistarakappingini varð bæði í 2008 og 2012 handað eftir heimadyst í síðsta umfari. Í 2008 endaði síðsti dysturin, sum var ímóti HB, málleysur. EB/Streymur vann FM við 55 stigum, og HB endaði á øðrum plássi við 49 stigum. Eisini í 2012 hevði EB/Streymur undan síðsta umfari tryggjað sær FM. Ta ferðina var úrtøkan 58 stig. Í síðsta umfari endaði tað við 3-2 heimasigri ímóti NSÍ. Í 3-2 sigrinum ímóti NSÍ skoraði Arnbjørn Hansen tvey mál. Tá ið tað verður hugt aftur á glæsiligu úrslitini og tindin fyri átta árum síðani, er tað skjótt at staðfesta, at nógv vatn er runnið í ánna síðani tá. Bara ein, sum leygardagin 6. oktober 2012 var millum teir fyrstu ellivu, er framvegis á spælaralistanum. Tað er Arnbjørn Hansen. Umframt at hann framvegis verður roknaður at vera størsti álopstrumfurin, er hann nú hjálparvenjari. Í fjør royndi Jákup Martin Joensen seg fyri fyrstu ferð sum venjari í bestu deildini. Hann var venjari í barndómsfelagnum, og liðið endaði á níggjunda plássi. Eftir FM heitið í 2012 endaði EB/Streymur tvær ferðir á fimta plássi. Í 2015 endaði liðið aftast í bestu deildini. Í 2017 og 2018 var úrtøkan ávikavíst 32 og 28 stig. Tað bar ávikavíst sjeynda og áttanda pláss við sær, og liðið var ongantíð í vanda fyri at flyta niður. Í ár er málið at sleppa eitt pláss hægri enn níggjunda plássið ífjør. Nýggj nevnd varð vald í vetur, og tá fóru nývaldi formaðurin Fróði Reinert Petersen og hansara fólk og í kapping við tíðina undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Mest sum eitt lið av spælarum er ikki longur í felagnum. Tí var neyðugt at byrja av nýggjum. Fleiri, sum hava verið á næstbesta liðnum, hava nú fingið møguleikan at royna seg á fremsta liðnum, og nakrir, ið hava spælt á næstbesta liðnum í øðrum feløgum, eru lægstir aftrat. Rói Zachariassen er málverji, og 17 ára gamli Jóannes Davidsen er eykamálverji. Í venjingardystunum hava teir roynt seg við trimum miðverjum. Upplagdir eru Árni G. Olsen, Petur Zachariassen og Andras Olsen. Hann var verjuálit í 2018, men í fjør var hann als ikki við, tí í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið sleit hann krossbandið. Andras hevur síðstu vikurnar vant saman við hinum, men hann verður neyvan tøkur beinanvegin. Vongverjar eru Ragnar B. Danielsen og Magnus Jarnskor. Mikkjal Hellisá og Fannhard Skoradal og Poul G. Olsen, sum báðir eisini eru verjukendir miðvallarar, eru aðrir møguleikar. Sentralir miðvallarar eru Rói H. Olsen, Símun Sólheim og Hjalti Kárason Djurhuus, sum hava spælt við næstbesta liðnum hjá HB, Gutti Dahl- Olsen, Bjarki Zachariasen og Tóki H. Johannesen. Umframt Arnbjørn Hansen eru møguleikar í fremstu røð Magnus Heinason, sum hevur spælt við næstbesta liðnum hjá Víkingi, Niklas Kruse og Jónstein Magnussen. EB/STREYMUR STOVNAÐ 23. januar 1993 FORMAÐUR Fróði Reinert Petersen 9 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Rói Zachariassen 12 Jóanes Davidsen Verja 3 Árni G. Olsen 5 Mikkjal Hellisá 13 Ragnar Danielsen 17 Petur Zachariassen 20 Poul G. Olsen 26 Andras Olsen Miðja 2 Símun Sólheim 6 Hjalti Kárason Djurhuus 7 Magnus Jarnskor 8 Rói Heðinsson Olsen 9 Tóki Johannesen 15 Fannhard Skoradal 19 Bjarki Zachariassen 25 Gutti Dahl-Olsen Álop 10 Jónstein Magnussen 11 Niklas Kruse 14 Magnus Heinason 22 Arnbjørn Hansen Venjari Jákup Martin Joensen Hjálparvenjarar Arnbjørn Hansen, Arnar Dam Tilgongd Símun Sólheim, Hjalti K. Djurhuus, Magnus Heinason, Fannhard Skoradal, Bjarki Zachariassen Frágongd Rógvi E. Nielsen, Stefan Løkin, Ragnar Samuelsen, Sveinur Lava Olsen, Teitur Olsen, Jákup Højgaard, Svein Knút Magnussen, Hans Pauli Samuelsen, Jens Michael Jensen, Arnar Dam MARGÁIR ERU AFTUR Á BREDDANUM