Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Árni G. Olsen Eftir at Rógvi E. Nielsen er farin úr felagnum, skulu aðrir spælarar taka størri ábyrgd á liðnum. Ein av teimum er 26 ára gamli verjuspælarin Árni G. Olsen, sum hevur spælt 112 dystir í bestu deildini. Árni er miðverji, og hann skal saman við spælarum sum beiggjanum Poul G. Olsen, Petur Zachariassen og Andras Olsen taka takið í verjupartinum. GJØGNUMBROTIÐ Mikkjal Hellisá 18 ára gamli Mikkjal Hellisá hevur spælt 12 dystir í bestu deildini, men tað er sannlíkt, at hann fer í minsta lagi at tvífalda hetta dystartalið í ár. Mikkjal er verjukendur spælari, sum kann spæla í verjuni ella verjukenda miðvøllinum. Mikkjal hevur spælt 9 dystir á U17 landsliðnum. VENJARIN Jákup Martin Joensen Jákup Martin Joensen fer undir annað árið sum venjari í bestu deildini – bæði árini hevur hann verið á odda fyri EB/Streym, har hann eisini var spælari í síni tíð. Jákup Martin átók sær í fjør krevjandi uppgávuna í EB/Streymi, har nógv útskifting var, og aftur hesaferð verða fleiri broytingar í hópinum. MÁLIÐ Upp um niðurflytingarstrikuna EB/Streymur endaði í fjør á næstniðasta plássi í Betrideildini, og tað er undir niðurflytingarstrikuni. Eingin uppflyting var úr næstbestu deildini, og tí spælir EB/Streymur aftur í ár í bestu deildini. Málið í 2020 verður at halda seg omanfyri niðurflytingarstrikuna og harvið varðveita liðið í bestu deildini. Tað er ein góð kensla at fáa ein meira týðandi leiklut á liðnum ÁBYRGDIN HVÍLIR NÚ Á NÝGGJUM HERÐUM Fleiri royndir leikarar eru í vetur farnir úr hópinum hjá EB/Streymi, og tí hvílir ábyrgdin nú á nýggjum herðum í hópinum. Ein av teimum er Petur Zachariasen, sum væntast stóran leiklut í ár ANDRÉ OLSEN EB/Streymur er eitt av liðunum, ið hevur havt nakað av útskifting í hópinum síðani seinasta kappingarár. Nógvir royndir leikarar eru farnir úr hópinum – nakrir eru heilt givnir at spæla fótbólt, meðan aðrir eru farnir til onnur feløg. Millum annað er liðskiparin hjá sundalagsmonnum seinastu árini, Rógvi Egilstoft Nielsen, farin til NSÍ, og tí hvílir høvuðsábyrgdin í EB/Streyma hópinum í ár á øðrum herðum. ØKTA ÁBYRGDIN KEMUR NÁTTÚRLIGA Ein av teimum, sum er væntaður at fáa ein stóran leiklut á liðnum hjá EB/Streymi í ár, er Petur Zachariasen, sum seinastu trý árini hevur staðið í rúkandi menning á liðnum hjá sundalagsmonnum. –  Tað hevur støðugt gingið framá hjá mær seinastu árini, og tað er ein góð kensla at fáa ein meira týðandi leiklut á liðnum. Í mun til fyri nøkrum árum síðani, tá man var við sum ein av teimum yngstu, merkist, at leikluturin nú er broyttur. Tað hevur verið stór útskifting í hópinum tey seinastu árini, og hevur hetta við sær, at vit sum hava verið við í nøkur ár, nú eru millum teir, ið hava verið longst í felagnum. – Tí kemur tað náttúrliga, at leikluturin og ábyrgdin hjá einum gerst størri, sigur Petur Zachariasen. BROYTINGARNAR MERKJAST IKKI LÍKA VÆL SUM Í FJØR Hóast fleiri broytingar eru í hópinum hjá EB/ Streymi, heldur Petur Zachariasen ikki, at broytingarnar til hetta kappingarárið merkjast líka væl, sum til farna kappingarár. – Man kann siga at vit tey seinastu árini hava havt rímiliga stóra útskifting í hópinum hvørt ár, og í ár er einki undantak. Men samanborið við undan­farna kappingarár – tá vit fingu nýggjan venj­ara, og skuldu til at spæla eitt nýtt lið saman - haldi eg ikki, at útskiftingin í hópinum í ár merkist líka væl sum farna kappingarár. – Venjarin hevur nú havt eitt ár at føra sínar hugs­an­ir fram, og kenna leikarararnir tí betur venjar­an, og hvørja tankagongd hann hevur um fót­bólt. – Størsti munurin í ár í mun til í fjør er nokk, at hópurin nú er eitt sindur yngri og óroyndari. Tí eru vit fullgreiðir yvir, at tað skal ógvuliga hart arbeiði til, fyri at vit skulu røkka nøkrum góðum úrsliti, sigur Petur Zachariasen. GLEÐIR SEG AT SPÆLA VIÐ MARGÁIR Ein onnur broyting hjá EB/Streymi til kapp­ingar­ árið er, at EB/Streymur í ár skiftir heimavøll. Eftir at hava spælt í Hólmanum á Eiði seinastu tvey kappingarárini,fer EB/Streymur í ár aftur at spæla sínar dystir við Margáir. Tað gleðir Petur Zachariasen seg til. – Persónliga dámar mær væl, at vit í ár fara at spæla við Margáir. Vit gleddu okkum nógv at fara til Eiðis at spæla í 2018, og vity gleða okkum líka so nógv at fara til Margáir at spæla í ár. Tó hava vit stórtrivist í Hólmanum á Eiði tey bæði árini, vit hava spælt har, og eru umstøðurnar har millum tær bestu í landinum, sigur Petur Zachariasen. SKULU ENDA OMANFYRI NIÐURFLYTINGARSTRIKUNA Í fjør endaði EB/Streymur sum nummar níggju í Betri-deildini. Petur Zacharisen sigur, at eitt nøktandi úrslit hjá EB/Streymi í ár er at enda omanfyri niðurflytingarstrikuna, og at tað fer at síggjast framgongd á liðnum. – Vit hava síðani vit fluttu upp aftur í bestu deildina verið í einari uppbyggingarfasu, har vit hava roynt at spælt eitt nýtt lið saman, og nýggjar leikarar inn á liðið. Vit hava tó mist nógvar leikarar hvørt ár, og eru tí ikki komnir so langt, sum vit kundu hugsað okkum. – Í ár ætla vit at byggja víðari á tað, sum vit hava bygt upp seinnu árini, og at fáa spælt onkrar nýggjar leikarar inn á liðið. Minsta krav fyri at árið hjá okkum skal hava verið nøktandi er, at vit enda omanfyri niðurflytingarstrikuna, og at vit síggja framgongd á liðnum, sigur Petur Zachariasen.