Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 FÓTBÓLTUR 2020 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Um nakað lið hevði kvalifiserað seg at flyta upp úr næstbestu deildini í fjør, so hevði ÍF í ár verið partur av næstbestu deildini. Einki lið megnaði at vinna uppflyting. Tí fekk ÍF nýggjan møguleika í bestu deildini, og fuglfirðingar leggja nógv fyri, nú teir royna at brynja seg at vinna størri úrtøku enn í fjør. Um tað skal eydnast at sleppa undan niðurflyting – um eitt ella tvey lið vinna uppflyting – so verður neyðugt í hvussu so er at trífalda úrtøkuna, sum í fjør var seks stig. Í fjør vóri kringumstøðurnar ikki góðar, tí ÍF húsið varð burtur. Nógv orka verður løgd åi fyri at fáa nýggja húsið liðugt. At fáa nýggja húsið verður stórt stig rætta vegin at betra karmarnar um felagslívið og trivnaðin hjá spælarunum og øllum hinum í ÍF. Kanska var tað ein hvøkkur fyri øll í og kring felagið, at úrslitið var so soltið í fjør. Nýggj nevnd varð vald á aðalfundinum í vetur, og nú kennist tað sum um, at stuðlarnir eru nógvir, og stórt arbeiði verður lagt í at betra um fíggjarliga grundarlagið undir felagnum. Síðsti tíðarkseiðið fyri umleið tíggju árum síðani hevur tað verið langt millum ungu fuglfirðingarnar á besta liðnum. Nú eru fleiri ungir lokalir spælarar við í kappingini um plássini á liðnum. Hans Jørgen Djurhuug og Ólavur Larsen eru framvegis venjarar. Teir hava lagt stóran dent á, at spælararnir skulu vera kropsliga væl fyri. ÍF hevur vant á vøllinum síðani einaferð í heyst, og stutt undan kappingarbyrjan var liðið í eina viku á venjingarlegu í Turkalandi. Talan hevur verið um fitta frágongd og tilgongd. Yvirhøvur eru teir, sum eru lagstir aftrat royndir spælarar, og tað ber við sær, at intensiteturin í venjingunum er stórur, og at tað er kapping um plássini. Ein av nýggju monnunum er málverjin Milos Budakovic, sum síðstu árini hevur verið stinnur aftasti skansi í Suðuroy. Aðrir málverejar eru teir lokalu Tóri Traðará og Jákup Nolsøe Olsen. Liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard er álit í miðverjuni. Undir liðini á honum er Jens Joensen, sum í fjør helt frí frá fótbólti í fremstu røð. Á vongverjunum eru tað Andy Olsen, 18 ára gamli Rói Róin og 19 ára gamli Pól Jákup Lundsbjerg, sum báðir eru uppvaksnir í felagnum, ið higartil í ár hava spælt mest. Aðrir verjuspælarar eru 18 ára gamli Tóri Nolsøe Olsen og 19 ára gamli Sjúrður Pauli Nielsen. Á sentrala verjukenda miðvøllinum eru Karl Løkin, Høgni Madsen og Hákun Edmundsson, sum er komin fyri seg, eftir at hann í tað mesta av tveimum árum hevur verið so skaðadarvaður, at tað ikki hevur borið honum til at spæla. Framrættaðir miðvallarar eru Bogi Løkin, ið er komin aftur á klettarnar eftir fleiri ár í lestrarørindum á flatlondum, Sámal Joensen og Gundur E. Petersen, sum undan kappingarbyrjan hevur verið nógv skaddur. Og so er tað Aron Kensson, sum í januar fylti 16 ár. Í borðunum eru Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard, Jóhan Petersen og Philip Djordjevic, sum allir eisini hava royndir meiri sentralt. Fremsti maður er Uros Stojavonov. ÍF STOVNAÐ 25. MARS 1946 FORMAÐUR Georges Rouah 7 V I T T I P P A HÓPURIN ÍF leggur nógv fyri, nú teir royna at brynja seg at vinna størri úrtøku enn í fjør FUGLFIRÐINGAR ÆTLA AT REISA SEG ÍF Mál 1 Tóri Traðará 13 Jákup Nolsøe Olsen 25 Milos Budakovic Verja 3 Jan Ellingsgaard 4 Jens Joensen 18 Pól Jákup Lundsbjerg 19 Rói Róin 21 Tóri Nolsøe Olsen 22 Sjúrður Pauli Nielsen 23 Andy Olsen Miðja 2 Aron Kensson 5 Høgni Madsen 6 Karl Løkin 11 Hákun Edmundsson 14 Gundur Petersen 15 Bogi Løkin 17 Sámal Joensen Álop 7 Dánjal á Lakjuni 8 Uros Stojanov 9 Filip Djordjevic 10 Ári Ellingsgaard 20 Jóhan Petersen Venjari Hans Jørgen Djurhuus Hjálparvenjari Ólavur Larsen Tilgongd Jens Joensen, Uros Stojanov, Filip Djordjevic, Hákun Edmundsson, Bogi Løkin, Sjúrður Pauli Nielsen, Milos Budakovic Frágongd Petur Meinhard Magnussen, Dávid Langgaard, Holgar Durhuus, Hans Jákup Lervig, Høgni Zachariassen, Frank Poulsen