hósdagur 5. mars 2020síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Jan Ellingsgaard
Liðformaðurin Jan Ellingsgaard er millum
royndastu spælararnar hjá ÍF. Hann fyllir tríati
í summar og hevur higartil spælt 270 dystir
á besta liði hjá ÍF og NSÍ. Hóast Jan hevur
spælt mesta av tíðini sum verjuspælari, er
hann málvandamikil – serliga í sambandi við
deyðbóltar – og hann hevur skotið 24 mál í
landskappingar- og steypadystum. Jan verður í
ár lyklaspælari í verjuni og á ÍF liðnum sum heild.
GJØGNUMBROTIÐ
Pól Jákup Lundsbjerg
19 ára gamli Pól Jákuop Lundsbjerg er ein
av ungu og lokalu ÍF spælarunum, sum eru
á veg at fáa fótin fyri seg í bestu deildini í
Føroyum. Pól Jákup hevur higartil spælt 17
dystir í bestu deildini, og í ár kann hann fara at
fáa størri leiklut enn undanfarin ár. Pól Jákup
kann spæla bæði bakkur og miðvallari. Hann
hevur umboðað Føroyar á U17 landsliðnum.
VENJARIN
Hans Jørgen Djurhuus
Nú fer Hans Jørgen Djurhuus undir sítt fyrst fulla
ár sum venjari. Í fjør tók hann við leiðsluni av ÍF
mitt í kappingarárinum, men liðið hevði trupult
við at fóta sær. ÍF hevur styrkt seg, og nú skal
Hans Jørgen vísa, at hann kann lyfta liðið.
MÁLIÐ
Yvirliving
ÍF hevði sera vánaligt kappingarár í fjør. Liðið
fekk 6 stig í 27 dystum, og tað var søguliga
lítið. Útlit eru fyri einum betri kappingarárið,
nú liðið er styrkt, men grundleggjandi málið
verður at halda liðið í deildini og stíla eftir at
taka nøkur pláss upp eftir stigatalvuni.
Vit eru
sannførdir um, at
tað fer at verða
væl betri í ár
GLAÐIR TÓNAR
LJÓÐA ÚR FUGLAFIRÐI
Liðformaðurin roknar avgjørt við, at avrikið í ár fer at vera
væl betri, enn tað var í fjør, tá ið ÍF bara vann einaferð
JÓANNES HANSEN
Tá ið tað snýr seg um fótbóltsprát og komið
verður inn á ÍF, so verður víst á árið í fjør, og tað
verður spurt, hvussu nógv betri fyri fuglfirðingar
eru nú.
Síðani kappingarlok hevur nógv verið at hoyra
um fótbóltin í Fuglafirði, og tað hava mest sum
bara verið góð tíðindi eftir sjálvrannsakan og
staðfesting av, at tað, sum hendi í fjør, hoyrir
ongastaðni heima.
Venjarin og hjálparvenjarin eru teir somu,
men annars er nógv nýtt, og fyri stuttum var ÍF
hópurin á venjingarlegu í Turkalandi.
Jan Ó. Ellingsgaard hevur seinastu árini verið
liðformaður. Síðstu árini hevur hann fleiri ferðir
verið í álopinum, og í fjør, tá ið hann fyri tað
mesta var í miðverjuni, var hann toppskjútti. Tað
sigur nógv um skilið, at toppskjúttin skoraði seks
mál.
– Sjálvir eru vit sannførdir um, at tað fer at
verða væl betri í ár. Ofta verður fokuserað á
orkuna, og hon er neyðug. Vit vandu nógv í fjør,
men tá varð sagt, at vit orkaðu ikki so væl. Eg
haldi, at tað fyrst og fremst var sinniligi parturin,
sum spældi inn. Vit vóru í óndari ringrás og
megnaðu ikki at sleppa úr henni. Talvan eftir 27
umfør lýgur ikki. Kortini kundi tað kanska havt
gingið væl betri, um vit tíðliga á árinum høvdu
vunnið fulla úrtøku. Til dømis endaði tað í triðja
umfari 2-2, tá ið vit høvdu vitjan av TB. Vit løgdu
okkum framum, tá ið tað restaðu fimm minuttir,
men so gjørdu vit púra óneyðugt brotsspark í
næstsíðsta minutti. Tað kendist tungt, og vit fáa
ongantíð at vita, hvussu tað hevði lagað seg,
um vit tann dagin høvdu vunnið trý stig, sigur
skilagóði ÍF liðformaðurin.
NÝTT OG GOTT GAMALT
Um tað skal rigga á fótbóltsliði, so er tað
neyðugt við ymiskum typum og spælarum, sum
hava royndir og teimum, ið eru ungir og svangar.
– Í fjør vóru fýra ungir spælarar at enda
millum teir, sum vóru við hvørja ferð. Tað var
stór byrða at leggja á teir. Í ár hava vit fleiri
royndir, og spælararnir, sum eru lagstir aftrat,
eru við til at lyfta liðið.
Hvussu tá?
– Milos Budakovic er royndur og góður
málverji, Jens Joensen er royndur og raskur
miðverji, Hákun Edmundsson er góður miðvallari,
sum er komin seg heilt, eftir at hann í tvey ár
hevur sitið skaddur uttanfyri, Filip Djordjevic
hevur nógvar royndir í framrættaða spælinum,
og vit vita, hvussu evnaríkur Bogi Løkin er. Hann
hevur áður verið nógv skaðadarvaður, og undir
lestrinum í Danmark, spældi hann ikki so nógv.
Nú venur hann við fullari ferð, og tað gongur
skjótt rætta vegin. Hesir fara allir at vera við til
at seta dám á liðið.
Og hvat við nýggja álopsspælaranum Uros
Stojanov úr Serbia?
– Fyrstu vikurnar sóu vit ikki so nógv til
máltevið. Nú gongur tað væl betri. Hann er við
at venja seg við umstøðurnar og liðfelagarnar,
og vit rokna við, at hann fer at vera vandamikil
álopsspælari.
Og so eru tað teir, ið síðstu árini hava spælt við
ÍF – bæði teir royndu og teir yngru:
– Í fleiri ár hevur tilgongdin av ungum
spælarum verið alt ov lítil. Ari Ó. Ellingsgaard
er 26 ár, og hann var leingi yngsti maður. Nú eru
fleiri á veg. Tað er undantakið, at ungir spælarar
beinanvegin eru fastir menn á liðnum, men vit
rokna við, at tað verður ikki so lítið at síggja til
fleiri teirra.
GLAÐU TÓNARNIR
Í ÍF eru tey tilvitað um, at tað er neyðugt, at
fótbóltsumhvørvið verður lýst lættari og ljósari
enn tónarnir vóru í fjør, tá ið tað mesta úr
Fuglafirði var í moll.
– Vit fóru at venja fyrst í november, og
spælararnir skaffaðu fígging til venjingarleguna
í Turkalandi, har vit vóru fyri tveimum vikum
síðani.
Hvussu eydnaðist venjingarlegan?
– Framúr væl. Vit vandu tvær ferðir um
dagin hesa vikuna og spældu ein venjingardyst.
Eykavinningurin var tað sosiala. Hetta var gylt
høvi, at vit vórðu samansjóðaðir sum ein eind.
Samstundis løgdu vit positivar søgur á facebook,
og tað varð væl fagnað millum fjeppararnar. Tað
hevur eisini týdning.
Kostaði tað nógv at vera á venjingarlegu í
Turkalandi?
– Uppihald og alt tað var sera bíligt, og tað
vóru lið úr feløgum ymsa staðni frá, sum vóru
har. Ferðingin var tað kostnaðarmiklasta, men
hon var ikki dýrari enn so, at vit kláraðu at fáa
peningin til vega. Onnur feløg áttu at hugsað
um venjingarlegu av hesum slag, heldur ÍF
liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard.
JAN Ó. ELLINGSGAARD