hósdagur 5. mars 2020síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Í hesi øldini eru flestu kappingarárini hjá kvinnum
endað við, at KÍ hevur vunnið meistaraheitið.
Frá 2000 og heilt fram til 2016 vann KÍ á
hvørjum ári meistaraheitið. EB/Streymur/Skála
breyt sigursrøðina hjá KÍ í 2017 og endurvann
meistaraheitið í 2018, men í fjør tók KÍ gullið aftur
til Klaksvíkar.
Nú farast skal undir nýtt kappingarár hjá
kvinnum, er nógv, sum bendir á, at kappingin verður
jøvn og tøtt í ár.
Hesaferð
bjóða
seks
lið
seg
fram
í
kvinnukappingini. Tey eru KÍ, HB, B36 og NSÍ
umframt felagsliðini EB/Streymur/Skála og ÍF/
Víkingur/B68.
JØVN KAPPING
Meistaraliðið KÍ líkist sær sjálvum og fer eftir enn
einum meistaraheitið. Fleiri av teimum, sum vóru
stuðulsspælarar í óhoyrdu sigursgongdini eru ikki
við longur, og tær, sum eru við, hava ikki sama
leiklut sum áður. Nýtt ættarlið hevur í stóran mun
tikið við í KÍ, men framvegis taka nakrir av gomlu
profilum eitt tak – eitt nú Ragna Patawary, Rannvá
B. Andreasen og Malena Josephsen.
Felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 ger nógv burtur úr
og vil røkka longur, enn liðið gjørdi í fjør. Miðskeiðis í
kappingini lá liðið væl fyri, men dragnaði í avgerandi
dystunum í seinnu hálvu. Nú miðar ÍF/Víkingur/B68
eftir, at tað skal ganga betri í ár, og tær ætla at
leggja nógv fyri í royndini at vinna FM.
Í HB eru onkrar týðandi broytingar. Venjarin
seinnu mongu árini, Alan Dybczak, er ikki longur
venjari, men Landskrona-legendan Kári Reynheim
hevur yvirtikið. Stóri profilurin Heidi Sevdal hevur
skift til NSÍ at spæla, og tað verður dyggur missur
fyri álopsspælið. Tí er spurningurin, um HB fer at
hava somu styrki í ár sum undanfarin ár.
NSÍ er nýggja liðið í deildini. Tað eru nøkur
ár síðani, at NSÍ gavst við kvinnuliðnum, men
nú hevur felagið aftur fingið mannað kvinnulið.
Tað hava tær gjørt við at biða fleiri av teimum
lokalu spælarunum, sum hava spælt aðrastaðni,
koma heimaftur. Stóru profilarnir á liðnum vera
systrarnar Heidi og Ansy Sevdal.
EB/Streymur/Skála og B36 vóru aftanfyri hini
liðini í fjør, og ábendingar eru um, at soleiðis kann
fara at verða aftur í ár. EB/Streymur/Skála hevur
ikki somu styrki, sum tá ið liðið vann FM tvey ár á
rað, og B36 hevur seinastu trý árini verið í niðara
enda.
Betri-deildin hjá kvinnum byrjar 22. mars, tá ið
dystirnir verða hesir: B36-ÍF/Víkingur/B68, NSÍ-
EB/S/Skála og KÍ-HB. Seinasta umfar verður spælt
17. oktober.
BETRI-DEILDIN KVINNUR
KAPPINGIN HJÁ
KAPPINGIN HJÁ
KVINNUM
KVINNUM ER VÍÐOPIN
ER VÍÐOPIN
Roknast kann við tættari og spennandi landskapping
hjá kvinnum, har seks lið luttaka í ár