Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BORÐTENNIS GRAND PRIX-VINNARAR GRAND PRIX-VINNARAR Í Í FØROYSKUM BORÐTENNIS FØROYSKUM BORÐTENNIS Tróndur Arge Í gjár varð 6. og seinasta Grand Prix-umfar í føroyskum borð­ tennis spælt í høllini á Hálsi í Havn. 40 leikarar lut­tóku í hesum umfarinum, sum var avgerandi fyri hvørj­ir leikar­ar skuldu vinna heiðurs­merk­ini í teimum ymisku aldurs­bólk­ unum. Grand Prix-skipanin er so­ leiðis, at øll kappast ímóti øllum - óansæð aldur og kyn - men heldur eftir styrki og upp- og niðurflyting, og tá ið kapp­ingar­árið er av eftir seks um­før, verður endaligt úrslit talt saman og heiðursmerki latin til trý tey bestu í hvørjum aldurs­bólki. Fyri at fáa heiðursmerki hevur verið neyðugt at luttikið í minsta lagi í fimm av teimum seks Grand Prix-kappingunum. Nú er einans FM fyri ung og vaksin eftir at spæla hetta kappingarárið. FM fyri ung verður í ítróttarhøllini í Trongis­vági 20. og 21. mars, og FM fyri vaksin verður í høllini á Hálsi í Havn 17. og 18. apríl. Borðtennis: Grand Prix-kappingarárið í føroyskum borðtennis er nú av, og trý tey bestu í hvørjum aldursbólki eru heiðrað Menn: F.v.: Peter Hentze Niclasen (Tór), Pætur Albinus (Tór) og Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) Dreingir: F.v.: Heri Lava Láadal (Tór), Ári Fríðason Jensen (Tór) og Tórur Eið Eliasen (Tór) Smádreingir: F.v.: Josvá Fonsdal Højgaard (TBF) og Reinar Garðshamar (TBF) Smágentur: Marin Elisabet Poulsen (TBF)