Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Fyri júst einari viku síðani mundi ein ávísur fjáltur vera á vestmenningum. KÍF var far­ið úr Vestmanna við báðum stig­ un­um, og nú hevði VÍF bert eitt stig niður á ræðuliga fimta pláss­ið í Okkaradeildini. Tey fýra fremstu í grundspælinum eftir 18 dystir spæla hálvfinalur. VÍF tørvaði sjáldsaman sigur á oddaliðnum Tað mundi ikki hjálpa VÍF-hugi­ num, at H71 skuldi vitja Høllina í Vestmanna mikukvøldið. VÍF hava havt tað trupult av H71 síðani FM-finalurnar fyri trimum árum síðani. H71 hevði vunnið allar tríggjar dyst­ir­nar á VÍF higartil í ár, og fimm av seks í undanfarna kapp­ingar­ árið. Og so høvdu hoy­vík­ing­a­r bert tapt tveir dystir alt hetta kappingaraŕið, og longu tryggj­ að sær fremsta plássið í grund­ spælinum. Seinasti VÍF-sigur á H71 kom fyri einum ári síðani, har hoy­ víkingar vóru sendir heim við einum avsmurningi upp á 11 mál. Mladen aftur hetjan - Eg brúkti tann sigurin í upp­ legginum, segði Hjalmar Klein Olsen, VÍF-venjari, eftir dystin miku­kvøldið. 11 mál gjørdist mun­urin ikki, men í einum tøttum og spennandi dysti eydnaðist tað VÍF at vinna 23-21, og taka eitt risastórt fet ímóti hálvfinalunum. Høvuðsorsøkin var sum ikki einaferð, Mladen Mjerimacka í málinum, sum bjargaði einum fríum møguleika fyri og annan eftir, og so eitt fjølbroytt álop, ið brádliga ikki tykist so tengt av, at Filip Jojic skal skjóta tígg­ju mál hvønn dyst. H71 hevði høvuðsleiklutin Tað var H71 sum hevði høvuðs­ leik­lutin í hálvfinalustríðnum ímillum tey fýra næstu á stiga­ talvuni. Kollfirðingar mundu ilskast um úrslitið í Vestmanna miku­ kvøldið. Og tað fór at gerast verri, tí í Kollafirði vóru tað aftur vestmenningar, ið kundu fegnast. Hóast at tapið í Vestmanna ikki gjørdi seg inn á fremsta plássið hjá H71, vóru hoy­vík­ ing­ar argir um úrslitið. Elias og H71 hevndu seg á kollfirðingar Spurdur um H71 nú tók tað róligt, og um KÍF nú skuldi veita odda­liðnum enn ein ósigur svaraði Pætur Mikkjalsson av­ gjørdur: - Nei. Teir fáa ”tesk”. Og so var. Teir áskoðarar, ið høvdu ditta sær í høllina í hesum farsóttatíðum vóru vitni til besta álopsavrikið hjá H71 í ár. Sum vanligt grundað á skjót mótálop, men eisini í skip­ aða spælinum, har Elias Ellef­ sen á Skipagøtu seinastu dyst­ir­ nar av álvara er farin at prógva, hví altjóða miðlar nevna hann heimsins besta leikara í sínum árgangi. Við tíggju málum og einari ørgrynnu av uppleggum til liðfelagarnar førdi hann H71 til 39 mál ímóti teimum 25 hjá KÍF. Har vóru fólk úr VÍF, StÍF og Neistanum, ið kundu frøast um at KÍF misti stig – men sam­ stundis fingu tey greið boð frá hoyvíkingum um, at teir eru til reiðar at verja Føroya­ meistaraheitið aftur í ár. Aftur eitt avgerandi mikukvøld í Vestmanna Boðini munnu kortini ikki ræða kappingarneytarnar, sum hug­savnað seg um seinasta partin av hálvfinalustríðnum. VÍF situr eftir hesa vikuna við bestu kortunum. Nú miku­ kvøl­d­ið vitjar Neistin í Vest­ manna, og VÍF kann tryggja seg. Vinnur Neistin, fara teir bláu helst eisini at kenna seg HONDBÓLTUR VÍF nærkast hálvfinalunum eftir sigur á H71 mikukvøldið, sum síðani hjálpti vestmenningum við at smyrja KÍF av – Men stríðið um hálvfinalurnar er framvegis opið nú tvær vikur resta í VÍF VANN VÍF VANN H71-VIKU H71-VIKU Marjun F. Danberg høgdi 11 bóltar í VÍF-málið sunnudagin Hilmar Leon Jakobsen hevði sína bestu viku hetta kappingarárið Mladen Mjerimacka spældi enn ein framúr dyst mikukvøldið Eftir tvær frálíkar vikur komu Rani Højgaard og KÍF niður á jørðina leygardagin