Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Gundur Fróði Johanneson 27.03. 1959 - 23.05.2019 flutti heim til Harran. Tøkk til Birgir Andreasen fyri góð og troystarrík orð í kapellinum. Tøkk til Mariu Jørðdal Niclasen prest og Gullak Madsen fyri góð og troystarrík orð í høllini. Eisini ein tøkk til Svein í Prestgarði og Magna Christiansen fyri vakran sang og tónleik. Tøkk til sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum ið hjálptu til við ervinum, bakaðu, vitjaðu og á annan hátt vóru um okkum á sjúkralegu hansara. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, ið góvu gávur til Missiónshúsið. Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjanna vegna Hardis, Gudny, Sigmund, og Bárður við familju. TØKK Takk fyri sýnda samkenslu, tá beiggi mín og mammubeiggi okkara John Djurhuus Joensen andaðist og varð jarðaður 7.novembur 2019. Ein hjartans tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Heilsan Marna, Dorit, Kim, Anita og Debora v. familjum. TAKK Eg takki hjartaliga øllum tykkum sum á ymiskan hátt gleddu meg á mínum 75 ára føðingardegi 15. februar. Takk til tykkum øll sum komu í føðingardag í VB-húsinum. Takk fyri gávur, talur og góðan sang. Og takk til tykkum sum á annan hátt gleddu meg. Ein serlig tøkk til børn, svigarbørn, ommubørn og langommubørn. Fyri meg var hetta ein hugnalig og ógloymandi løta. Hjartans tøkk øll somul. Heilsan Mia Kaj Viderø’s Fond Endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan stuðul, partvíst til útbúgving av teimum ungu í Viderø familjuni, og partvís til tey eldru í familjuni, sum hava tørv á stuðli. Umsóknir skulu sendast til formannin í stýrinum: Bjørn Bogason, Hørsholm Park 10, 1. th., 2970 Hørsholm, Danmark, ella við mail: westybogason@mail.dk. Umsóknir skulu vera formanninum í hendi seinast tann 1. mai 2020. Umsóknirnar skulu hava frágreiðing um fíggjarligu støðuna og eina neyva frágreiðing um skyldskapin við Kaj Viderø. Bankakonto skal fylgja við og cpr-nummar hjá teimum, sum búgva í Danmark. List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Jack Kampmann, Flora Heilman, Hans Hansen í Mikladali og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum antikvariskum bókum. Ring tel. 22 76 49 Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn