Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 13. MARS 2020 Vit mugu standa saman í størstu tilbúgving nakrantíð So hendi tað, at Føroyar at kalla vórðu sett­ar í undantaksstøðu. Smittan við cor­ o­n­a­virus hevur nú tikið hvørkratak um all­an heimin. Tað sum byrjaði sum ein sjúka í Kina – og kanska fyri mong var »sum ein býur í Kina«, hevur nú sett alt samfelagið hjá okk­um upp eftir øðrum enda. Tiltøk, sum ikki hava verið sædd áður eru sett í verk. Alt felagslív er avlýst, skúl­ ar, barna­garð­ar, ítróttur, trúðarlív – ja alt fel­ags virk­semi er steðgar. Føroyar eru um ikki songdar, so í øllum førum steðg­ að­ar upp. Tað eru stórar avgerðir, sum løgmaður og hans­ara fólk skulu taka – fyri at ganga á odda fyri øllum hinum, sum skulu taka stór­ar avgerðir í hesum døgum. Onkur hevði helst hug at smílast, tá føð­ing­ar­dag­ ar og aðrar smáar samkomur og veitslur vórðu av­lýst­ar. Men tá Mette Frederiksen, for­sæt­is­ráð­frú, trein fram á skíggjan mikukvøldið og stongdi Danmark, tá fekk alt hetta tosið heilt aðra vend. Løgmaður hevði kallað til tíð­inda­fund­ ar, tá boðini bórust úr Danmark. Tí var vænt­andi, at landsstýrið fór at gera eins og danska stjórnin. Tí komu áheitanirnar frá løg­manni ikki so óvart á, sum boðini frá danska stjórnarleiðaranum kvøldið fyri. Landið er í evstu tilbúgving, og vit skulu taka boðini frá løgmanni og mynd­ ug­leik­um í størsta álvara. Tað er av týdningi, at politikarar ikki fara upp at táttast um, hvat er rætt at gera ella ikki. Tað er sagt fleiri ferðir, at tiltøkini verða sett í verk fyri at dríggja smittu­tíð­ ina, soleiðis at ov mong okkara ikki gerast sjúk í senn. Tað hevur stóran týdning, at heilsu­verkið ikki verður overvað. Tí má politiska leiðsla okkara eisini standa saman. Kringvarpið hevur havt ein vakn­an leiklut sum partur av til­búgv­ ing­ini, og tað er gott. Tað hevði eisini verið gott, um fólkini í meira lættisoppakendu send­ing­unum – tey sum sita og lesa sms'ir og gita heldur enn vita um fakta, eisini tóku hetta í álvara í hesum døgum og bara bóru fak­t­u­elt rættar upplýsingar um coro­na­sjúk­una. Vit mugu øll standa saman og koma í­gjøg­n­um hesa tíðina – meðan Føroyar fara niður í ferð. Vit koma sterkt aftur! Vit fara øll niður í ferð í felag Visit Faroe Islands tekur undir við til­mæli­ num hjá landsstýrinum og mælir fyribils øll­um ferðafólkum frá at koma til Føroyar í mars mánað. Alt marknaðarføringstilfar verð­ur tillagað og Visit Faroe Islands avlýsir ella útsetir somuleiðis øll tiltøk komandi tíði­na, ið savna nógv fólk. Sostatt verður stóra átakið “Closed for Maintenance, Open for Volu­ntourism,” ið skuldi vera 16-17. apríl, út­sett og stóra ferðavinumessan “Visit Faroe Islands Fam-shop” fyrst í mai verður avlýst. – Vit eru sera hørm um hesa støðuna, sum fer at hava stórar avleiðingar fyri spír­ andi føroysku ferðavinnuna. Vit eru tó sann­førd um, at tað einasta rætta er at av­ marka ferðafólkaferðsluna til Føroyar so nógv sum til ber. Vit eru eisini sannførd um, at vit í felag fara at megna hesa støðuna og at menn­ing­in innan ferðavinnuna fer at halda áfram, tá smittuvandin er av,” sigur Guð­rið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands. Heitir á ferða­ fólk um ikki at koma í mars VISIT FAROE ISLAND 36 gingu burtur bara vártúrin Siðsøga síða 24-25 Føroyar eru ein stórur matkovi Síða 12-13 Øll, sum vórðu send heim av løgmanni í sa­m­bandi við Corona sjúkuna, eru tryggj­að løn, vísir løgmaður á. Ar­beið­ar­a­ fel­øg­ini heita á landsstýrið um at tryggja, at øll í privatu vinnuni eisini fáa løn, um tey verða rakt av íkomnu støðuni. Nú landsstýrið hevur sent bólkar av al­menn­um og kommunalum løntakarum heim, boðaði løgmaður frá, at øll sum verða send heim av landsstýrinum eru tryggjaði løn. Undirritaðu feløg vilja tískil kunna lim­ir­nar um, at landsstýrið hevur tryggj­ að, at tey, sum arbeiða hjá landi og komm­unum, fáa løn. Hetta er sambært løgmanni galdandi fyri allar løntakarar – tískil fáa dag­røkt­ ar­ar, vaski­fólk, húsavørðar og onnur ar­ beiðs­fólk hjá landi og kommunum løn, hó­ast tey eru send heim. Løntakarar í privatu vinnuni Heitt verður samstundis á landsstýrið um at bera so í bandi, at aðrir løntakarar, sum ikki sleppa til arbeiðis í privatu vinn­uni, eisini eru tryggjaðir vanligu løn­ ina. Væntast kann, at fólk ikki sleppa til arbeiðis, tí ansingarstovnar eru stongdir, ar­beiðs­plássið verður stongt, fólk eru í sótt­ar­haldi ella aðrar umstøður eru vegna íkomnu støðuna. Týdningarmikið er, at landsstýrið tryggj­ar, at løntakarar í privatu vinnuni held­ur ikki vera raktir fíggjarliga vegna hes­ar heilt serligu umstøður, ið tey sjálvi onga ávirkan hava á, men sum partvís er ein fylgja av teimum tilmælum, sum land­ið hevur skipað fyri. Feløgini skilja álvarsomu støðuna, og at átøk mugu gerast fyri at steðga smitt­ uni, men vilja samstundis tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarligt óføri. Tórshavn á Grækarismessu 2020, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 á kvøldi mánakvøld, miku­ kvøld og fríggjakvøld – sendið teldupost til klaga@sosialurin.fo Arbeiðarafeløgini: Tryggið øllum arbeiðsfólkum løn