leygardagur 18. desember 2004síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 243 - 18. desember 2004
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsongsløta, kl. 18 Møti.
Innsavnan. Jólafestin fyri
børn undir og í skúlaaldri
saman við familjuni verður
28. des. kl. 16. Børn framføra
jólaleik. Jólamaðurin vitjar.
Jólafestin fyri tey vaksnu
verður 8. jan. kl. 19. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Sands Missiónshús
Jólatræið við Missiónshúsið
verður tendrað sunnudagin kl.
16. Prestur talar, Manskórið
syngur. Børnini syngja kendar
sangir. Liljan hevur søgu.
Innsavnan til sunnudags-
skúlaarbeiðið.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Eingin sunnudagsskúli verður
sunnudagin. Sunnukvøldið kl.
18 Hugnaløta við sangi,
drekka og rísalamande. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Salem, Tvøroyri
Sangfundur við felagskór-
inum hjá brøðrasamkomuni
verður leygarkvøldið kl. 20.
Betania, Porkeri
Jólaveitsla fyri børn verður
leygardagin kl. 15.
Sunnudagin kl. 17 Familju-
møti.
Frelsunarherurin, Vágur
Leygardagin kl. 17 Andakt á
Eldrasambýlinum í Vági,
Streingjakórið luttekur.
Sunnudagin eingin sunnu-
dagsskúli vegna jólafrí.
Kl. 17.30 Bønarmøti, kl. 18
Evangel. møti. Vit syngja
jólini inn. Barnakórið v/ Jens
og Margrethu syngur. Eyðun
Christiansen talar. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Hvalba
Jólatræ fyri børn verður
sunnudagin 19. des. kl. 15.00.
Høvi verður at lata eina gávu.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Betania, Sumba
Møti verður sunnukvøldið kl.
20. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Missiónshúsið í Sumba
Møti verður sunnukvøldið kl.
18 við Nimrod Midjord. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Ørkin, Reykjavík
Møti hvørt sunnukvøld kl.
20.30. Aftaná er kaffi.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Fríggjadagin 17. desember
kl. 10.00–13.00: Opið hús
kl. 13 busstúrur til Æðu-
víkar, tí verður Tilhaldið
stongt kl. 13.00.
Tilhaldið er opið 20., 21. og
22. desember 2004 frá kl.
10.00-17.00 og letur upp
aftur mánadagin 3.
januar 2005.
Vit í Tilhaldinum ynskja
øllum eini góð og hugnalig
jól og eitt av Harranum
signað nýár.
TILTØK
Leygardagin 25. desember kl. 14.00 giftast í prestagarðin-
um í Vestmanna Manuela Stan úr Buhusii, Rumenia og
Janus Jensen úr Vestmanna. Døgurði verður fyri innbodn-
um. Tey, ið vilja heilsa uppá brúðarparið, eru hjartaliga
vælkomin at fáa sær ein drekkamunn eftir kl. 19.00 í heim-
inum hjá Kristjani Jensen.
Fríggjadagin 31. desember kl. 11.00 giftast í Ebenezer,
Gvøðny Steensen, Tórshavn og Janus Gunnarsson, Kolla-
fjørður. Aftaná vígsluna verður móttøka í Ebenezer. Brúd-
leypsveitslan verður fyri innbodnum í Missiónshúsinum í
Kollafirði kl. 18.00.
Leygardagin 8. januar 2005 verða Súsanna í Stórhúsi og
Kim Ejdesgaard vígd í Býráðssalinum í Havn kl. 10.00.
Vælkomst til brunch verður í Róðrarneystinum á Argjum
frá kl. 11.00-17.30.
Leygarmorgunin hin 22. januar 2005 kl. 11.00 giftast í
Kelduni í Skálafirði Tórfríð Arnfríðardóttir Jacobsen, úr
Skálafirði og Dan Danielsen, av Strondum. Veitslan verður
hildin í Bygdarhúsinum á Strondum frá kl. 19.00. Tey, ið
ynskja at gleða brúðarparið á teirra stóra degi, verða vinar-
liga biðin um at tekna seg á tlf. 442071, 250727, 448039
ella 748039 áðrenn 14. januar.
BRÚDLEYP
Hósdagin 30. desember hava Sólgerð og Hjørleif Gaard,
Oyndarfirði verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin á
Hotel Føroyum fyri innbodnum kl. 19.00.
SILVURBRÚDLEYP
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur!
Luk. 2,11
Tað eru tey fægstu av okkum, sum megna at
geva lívi okkara innihald og form. Og
menniskju spyrja eftir meining við lívinum.
Og hetta gera tey í dag meir enn nakrantíð.
Vit megna ikki at ráða lívsins gátu, og
lívið ber okkum so nógvar spurningar, sum
vit ikki sjálv megna at svara. Og vit duga
ikki altíð at loysa lívsins trupulleikar. Lívið
kann sostatt gerast torført, og tað er torført
serliga fyri teimum ungu. Her kann
átrúnaðurin koma inn og hjálpa okkum at
liva og loysa teir spurningar, sum koma í og
við lívinum. Vit spyrja eftir Gudi. Og hesin
Gud er okkum nær. Hann er ikki langt
burtur frá nøkrum av okkum. Tað er tað
jólini merkja. Jólini undirstrika, at Gud
gjørdist menniskja, og tað vil siga, at hann
hevur við lív og tilveru okkara at gera.
Eingin er í grundini einsamallur. Gud er í
hjarta okkara, har er bústaður hansara. Ja,
hann opinberar seg á serligan hátt í kristna
felagsskapinum, í orðinum við dóp og
altarborð. Og Gud eitur Jesus Kristus. Hann
læt seg føða inn í heimin sum eitt lítið barn,
sum eitt menniskja.
Tað er júst tað, jólini siga okkum. Gud er
nær, ikki longur ein fjarur Gud. Hann er í
hjarta okkara og hann er í kristna
felagsskapinum.
Og hann er har, trúgvin og kærleikin eru.
Gud gjørdist menniskja. Hann hevur við lív
og tilveru okkara at gera. Hann elskar
okkum. Tað er tað jólini merkja, og tað er
tað, langafríggjadagur og páskamorgun
merkja.
Gud hevur við títt og mítt lív at gera. At
trúgva er at tulka lív sítt út frá kærleika og
náði hansara. Tað er at vilja liva saman við
kærleikans Gudi og tað er at vilja liva Gudi
til æru og næstanum at gagni. Tað er at vilja
liva fyri onnur, ikki bara fyri seg sjálvan.
Alt hetta fært tú í trúnni og alt hetta ert tú
endurføddur til. Tú eigur tað sum gávu. Alt
er gáva og alt er av náði. Gud er komin inn
í lív okkara. At tora at trúgva, er at tulka lív
sítt út frá kærleikanum og kærleikans Gudi
og tað er at liva fyri onnur. Lívið er sostatt
bæði gáva og uppgáva. Hetta lív til tænastu
gevur Gud okkum, tann Gud, sum gjørdist
menniskja á jólum. Vit eru ikki longur
einsamøll. Gud er ein veruleiki, og hvat
vantar okkum tá? Jólaboðskapurin sigur
okkum hetta. Ein frelsari er føddur.
David Johannesen