týsdagur 17. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Rent a Bike and Outdoor
er nú í Sverrisgøtu í Havn
Tey byrjaðu við at
leiga út kappsúkklur.
Árið eftir komu
fjallasúkklur og el-
súkklur, og nú selja
tey eisini súkklur
til alla familjuna og
serstøk útiklæði til
føroyska veðurlagið
Vilmund Jacobsen
Hin 1. mai í ár verða tvey ár,
síðan hjúnini, Berit Unn Peter
sen og Bartal í Gongini, stovn
aðu fyritøkuna - Rent a Bike -
og byrjaðu at leiga út súkklur.
Tey byrjaðu í smáum hølum,
har tey eftir arbeiðstíð skiftust
um at vera og taka ímóti við
skiftafólki.
- Vit byrjaðu við 19 kapp
súkklum. Hetta var beint upp
undir summarvertíðina í 2018,
og vit sóu skjótt, at her var ein
eftirspurningur, tí tað vóru út
lendsk ferðafólk, sum burtur
av komu til Føroya at súkkla.
Hjúnini vísa á, at Føroyar
hava nógvar brekkur, og tað er
júst brekkurnar og vindin, út
lendsku ferðafólkini leita eftir.
- Sum tíðin leið, og eftir
spurningurin vaks, fingu vit
eisini fleiri súkklur, og longu
summarið eftir byrjanina -
summarið 2019 - høvdu vit 40
súkklur, harav 10 el-súkklur og
fleiri fjallasúkklur.
Berit Unn Petersen og Bart
al í Gongini siga, at tað vóru
fleiri, sum spurdu eftir el-súkkl
um og fjallasúkklum, og tískil
gjørdust hesar eisini ein part
ur av konseptinum.
- Umleið 90 prosent av teim
um, sum leiga súkklur frá okk
um, eru útlendsk ferðafólk.
Nýggj høli og søla
Nú eru so aftur nýggjar tíðir hjá
Rent a Bike.
Fyritøkan er júst flutt í
nýggj og betri høli í Sverrisgøtu
20 í Havn. Hjúnini hava sett
hølini í hugnaligan stand, og
her hava tey eisini sett síni
fingramerki. Konseptið er ment
til, at tey, umframt at leiga út
súkklur og el-súkklur sum
higartil, nú eisini selja súkklur
til alla familjuna. Harumframt
selja tey allan útbúnað og
eykalutir til súkklur, og í høl
unum í Sverrisgøtu er nú eisini
súkkluverkstaður,
har
tey
bæði veita tænastur til fólk,
sum keypa súkklur hjá fyri
tøkuni - og til onnur, sum
koma á gátt við sínari gomlu
súkklu.
Berit Unn Petersen og Bart
al í Gongini halda onga orsøk
vera til at kasta eina góða
súkklu burtur, tí hetta er eisini
ein spurningur um endur
nýtslu - at brúka tað, sum er
gott og brúkiligt.
- Tískil eru fólk eisini væl
komin á gátt við einari súkklu,
sum tey halda eigur at eftir
hyggjast. Vit vilja vera til
hjálpar, bæði tá ræður um eitt
dekk, sum lekur - ella, tá súkkl
an skal eftirhyggjast fyri trygg
leikans skuld, siga hjúnini.
Heildarveitari
Umframt lutir og eykalutir til
súkklur, selur fyritøkan eisini
taskur,
dunkar
og
ymiskt
annað.
- Vit hava súkklur til alla
familjuna - smáar við ongum
pedali til børn niður í einar 18
mánaðir, býarsúkklur, fjalla
súkklur og el-súkklur.
Berit Unn Petersen og Bart
al í Gongini siga, at tey hava
lagt seg eftir at hava haldbarar
súkklur, sum kunnu keypast
fyri ein sámuligan prís - alt eft
ir, hvat súkklumerkið er, og
tey vilja altíð veita góð ráð um
súkklukeyp.
Nú fyritøkan er flutt inn í
hjartað í Havnini, har Alvaró
var áður, er navnið eisini broytt
til Rent a Bike and Outdoor.
- Vit hava lagt ”outdoor”
aftrat navninum, tí vit nú eru
heildarveitarar av øllum, sum
hevur við súkkling og klæði til
súkkling og útilív at gera. Vit
hava fingið klæðir, sum nú eru
á veg í handilin. Hetta eru klæði,
sum ikki minst eru egnað til
føroyska veðurlagið - antin tú
ert á súkklu, til gongu ella ein
rennitúr.
- Klæðini, sum eru av merk
inum Endura, eru løtt og tøtt
súkkluklæði, sum tú kanst
brúka til nógv ymisk endamál,
og tey eru sum gjørd til før
oyska veðurlagið. Klæðini eru
100 prosent vatn-og vindtøtt
og eru bygd upp við fipur
løgum, soleiðis at tú sveittar út
úr plagginum, men plaggið
loyvir ikki kuldanum inn. Tí
skil varðveitir tú eisini hitan í
kroppinum í Endura-pløggun
um.
Koyra út við súkklum
Rent a Bike and Outdoors hev
ur eisini eina tænastu, sum
mong ikki vita um.
- Tú kanst leiga eina súkklu
og fáa hana koyrda á staðið,
har tú ert, og tá tú ert liðugur
at brúka súkkluna, kunnu vit
koma aftur eftir henni. Hetta
er ein skipan, sum serliga út
lendsk ferðafólk í Føroyum
hava havt stóra nyttu av, siga
hjúnini, Berit Unn Petersen og
Bartal í Gongini, sum bjóða øll
um vælkomnum á gátt í
nýggja handlinum í Sverris
gøtu 20.