týsdagur 21. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 244 - 21. desember 2004
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku setti amerik-
anski tjóðbankin leiðandi
rentuna 0,25% upp, so hon
nú er 2,25%. Tey nærkast
soleiðis alsamt málinum um
at hava eina rentu, sum er
eitt sindur hægri enn prís-
vøksturin. Tað er tó nakað
eftir á mál, og Kaupthing
væntar, at tey fara at halda
áfram við rentuhækkingun-
um í 2005. Rentuhækkingin
varð væntað av fíggjar-
marknaðunum, sum vóru
meiri áhugaðir í tí tilhoyr-
andi tíðindaskrivinum. Tað
var tó ikki broytt í mun til
skrivið í novembur.
Í USA vístu hagtølini
annars veksandi smásølu og
ídnaðarframleiðslu. Undir-
skotið á gjaldsjavnanum var
metstórt, men minni enn
væntað. Útlendskar íløgur
vóru í oktobur á lægsta støði
í eitt ár, og tað fekk dollaran
at lækka. Prísvøksturin í
USA hækkaði sum væntað,
og var í novembur 3,5%.
Frároknað olju og matvørur
hækkaði
prísvøksturin
2,2%. Amerikanski prís-
vøksturin verður áhugaverd-
ur komandi mánaðirnar, tí
m.a.
framleiðsluprísirnir
kundu bent á, at prísirnir hjá
vanliga brúkaranum fara at
hækka.
Í Evropa vístu hagtølini,
at prísvøksturin lækkaði eitt
vet í novembur, frá 2,3% í
oktobur til 2,2%. Nakað
óvæntað vísti týska Ifo-bú-
skaparálitistalið bæði eina
betri meting av núverandi
búskaparligu støðuni og
betri vónir til framtíðina.
Tað er rættiliga áhugavert,
eftirsum eisini ídnaðar-
álitistalið ZEW bendi á
framgongd. Í Týsklandi
væntar tó nógv, áðrenn land-
ið er komið rættiliga í gongd
búskaparliga.
Oljuprísurin hækkaði í
farnu viku, úr 38 upp í 43
dollarar. Tað var mest or-
sakað av nýggjum yvir-
gangshóttanum frá Osama
Bin Laden, og ótta fyri ein-
um køldum vetri. Tað var
við til at halda lánsbræva-
rentunum niðri. Tað sama
gjørdi viknandi dollarin.
Hesa vikuna koma ikki
nógv áhugaverd lyklatøl.
Tey, ið kanska fara at flyta
marknaðin verða ordrar eftir
varandi vørum úr USA, og
prísvakstrartøl úr Týsklandi.
Soleiðis kundi sæð út til at
vikan verður friðarlig á
lánsbrævamarknaðinum. Tó
kunnu renturnar ávirkast av,
at nakrir íleggjarar velja at
enda teir opnu strategiirnar í
sambandi við at árið endar.
Meðan tey amerikansku
partabrøvini liggja áleið á
sama stigi sum fyri viku
síðan, fullu tey evropisku
eitt sindur, serliga orsakað
av lækkandi dollaraprísi og
hækkandi
oljuprísi
og
møguliga av, at íleggjarar
staðfestu vinning fram móti
ársenda. Fleiri fara so smátt
at halda jólafrí, so væntandi
verður tað ið eftir er á
vikuni friðarligt á parta-
brævamarknaðinum.
Ein friðarlig vika í væntu
Vika 52, 2004
www.kaupthing.fo
Hoyra føroyingin á Ríkissjúkrahúsinum
Við hjálp frá góðum
kreftum og stuðli frá
Christian í Grótinum,
er nú møguligt hjá
sjúklingum á Ríkis-
sjúkrahúsinum at
hoyra Útvarp Føroya
á sjúkraleguni
ÚTVARP OG
SJÚKRALEGA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Mangur føroyingur man
millum ár og dag hava kent
seg einsamallan, tá hann
ella hon mátti halda til á
Ríkissjúkrahúsinum
í
longri tíð.
Men so hvørt samskiftis-
møguleikarnir eru vorðnir
betur og betur, er eisini
vorðið lættari at fáa sam-
band við tey heima.
Tað nýggjasta er, at nú
ber til hjá sjúklingum at
hoyra Útvarp Føroya á
sjúkraleguni á Ríkissjúkra-
húsinum. Hetta hendi her-
fyri, tá Christian í Grótin-
um læt pening til teldu og
aðra útgerð, sum mátti
keypast til endamálið.
Tað var Øssur Bergham-
ar, trúboðari, sum vendi sær
til ein avvarðandi, sum í
útvið eitt ár hevði hildið til
á Hotel Tórshavn, og spurdi
hann, um tað ikki hevði
verið ein møguleiki at
funnið eina loysn, so sjúk-
lingar á Ríkissjúkrahúsin-
um kundu hoyrt útvarpið.
Hesin hevði, meðan hann
var á sjúklingahotellinum,
gjøgnum sponsorar í Før-
oyum, útvegað hotellinum
betur telduviðurskifti.
Teknikkarin
á
Ríkis-
sjúkrahúsinum var serstak-
liga hjálpsamur og spentur
upp á hugskotið. Einasta,
hann mátti tryggja sær var,
at einki kundi koma inn í
telduskipanina hjá sjúkra-
húsinum, sum kundi seta
skipanina í vanda. Tí var
neyðugt, at fáa eina teldu til
vega, um hetta skuldi lata
seg gera.
So varð farið undir at
royna at fáa pening til vega,
og heitt varð á fleiri før-
oyskar fyritøkur um at
stuðla tiltakinum.
Fyritøkan, sum var skjót-
ast at játta pening til ætlan-
ina, var tann hjá Christian í
Grótinum - og skjótt var alt
leyst og liðugt, og nú hoyra
sjúklingarnir á Ríkissjúkra-
húsinum Útvarp Føroya frá
morgni til myrkurs.
Eftir hvat vit skilja, er
neyðugt við einari teldu til
hvøjra føroyska sendistøð,
sum ynskir at hoyrast á
Ríkissjúkrahúsinum.
Nú ber til hjá sjúklingum at
hoyra Útvarp Føroya á
sjúkraleguni á Ríkissjúkrahús-
inum. Hetta hendi herfyri, tá
Christian í Grótinum læt
pening til eina teldu, sum
mátti til, um hetta skuldi lata
seg gera
Savnsmyndir