hósdagur 26. mars 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
27. MARS 2020
Kreppustøða og persónliga frælsi
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Skógrøkt røkir viðarlundir og mennir plantu-
vøkstur, sum gagnar føroyska sam felagnum.
Vit savna inn vitan og ala fram trø og runnar,
sum hóska til veður lag og lands lag í Føroyum.
Ráð geving til ein staklingar, stovnar og fyri tøkur
er týdningar mikil partur av arbeiðinum.
Skógrøkt hevur brúk fyri einum leiðara, sum
fær okkara vitan og royndir fram á pallin, og
sum dugir at skapa samstarv millum Skógrøkt
og aðrar partar á náttúru økinum. Vit ynskja,
at nýggi leiðarin er savnandi, dugir at menna
hvørt einstakt starvsfólk og skapa bestu
arbeiðs umstøður.
Vit vænta, at leiðarin fer at hava sum
mál at:
• Skógrøkt verður sjónlig í almenna rúminum
• Víðka um úrvalið av føroyskt fram leiddum
vørum
• Veita holla ráð geving um plantu vøkstur
• Økja áhugan fyri træ planting og viðar lundum
• Vitanin, sum Skógrøkt fær til høldar, verður
almanna kunnug
• Fáa í lag og røkja inn lendis og millum landa
sam størv innan plantu aling og um hvørvi
Skógrøkt er deild undir Umhvørvis stovuni, og
starvs heitið er leiðari fyri Skógrøkt. Partur av
starvinum er at vera skrivari fyri Skóg friðingar-
nevndina. Leiðarin fær eisini ábyrgd av at
tryggja, at vitanin og virksemið á Skógrøkt
kann gagna øðrum nær tengdum upp gávum,
t.d. innan marg feldis skrá seting og náttúru fyri-
siting.
Hóskandi útbúgving hjá nýggja leiðaranum
kundi verið plantu frøðingur, lív frøðingur ella
skóg brúks frøðingur. Eisini fólk við øðrum út-
búgvingum og drúgvum, við komandi royndum
eru vælkomin at søkja. Hóast formlig leiðslu-
útbúgving ikki er ein treyt, so er um ráðandi,
at tú í umsóknini lýsir tínar leiðslu royndir
og -eginleikar, umframt tínar hugsanir um,
hvussu tú fremur eitt gott og kveikjandi
arbeiðs umhvørvi, og hvussu tú sært leik lutin
sum partur av leiðslu toyminum á Umhvørvis-
stovuni.
Skógrøkt er staðsett á Gróðurstøðini í
Hoydølum, har plantualing og søla fer fram,
men viðar lundirnar kring landið hoyra við til
arbeiðs økið.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV, umframt møgulig
viðmæli, skulu sendast við telduposti til
starv@us.fo, frámerk ‘Leiðari Skógrøkt’.
Umsóknir skulu vera Umhvørvis stovuni í hendi
í seinasta lagi 15. apríl 2020.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon
234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis-
og vinnumálaráðnum - sí www.us.fo.
Skógrøkt skal hava nýggjan leiðara
Vit bíða nú spent eftir næsta
bjargingarpakkanum
Landsstýrið hevði eftir øllum at døma
ætlað sær at sett nógv harðar tiltøk í
verk til tess at tvinga fólk at flylgja teim
um leiðreglum, sum eru gjørar um sótt
arhald og annað í sambandi við korona
smittuna.
Sum
skilst
var
ikki
semja
í
samgonguni at seta so strong tiltøk í
verk, og tá andstøðan heldur ikki vildi,
varð hendan ætlanin slept – »tí fólk akta
so væl«.
Tað eru ymisk sjónarmið um, hvørt
tað er rætt at lóggeva so strangt, at løg
reglan skal fáa heimildir at handtaka
fólk fyri at seta tey í sóttarhald og kunna
upploysa stórar samkomur, um fólk ikki
fylgja áheitanunum frá landsstýrinum.
Tað eru eisini tey, sum seta stórt
spurnartekin, um tað er rætt at allur
heimurin brúkar so nógvar pengar at
verja okkum ímóti eini sjúku, sum ikki er
verri enn onkur onnur sjúka, og tí ikki
halda tað vera rætt at nýta milliardir
upp á hvørt mannalív.
Tað er sjálvandi ringt at taka dagar
ímillum. Men tað hevur sjálvandi stóran
týdning, at vit verja okkum og ansa væl
eftir. Vit kundu sjálvandi øll læst okkum
inni heima hjá okkum sjálvum – øll í
senn, í einar tvær tríggjar vikur. So hevði
sjúkan helst fjarað burtur.
Hóast tað kann tykjast so einfalt og
logiskt í hesum døgum at seta strangar
relgur í verk, sum fáa okkum at líkast
einum politistati, so eiga vit kortini at
vera á varðhaldi og verja tað mest grund
leggjandi í fólkaræðinum: Persónliga
frælsi.
Atfinnarar hava verið frammi um, at
tað ikki rætt, at partarnir á arbeiðs
marknaðinum rinda stóru rokningina,
tú ALS grunnurin heldst verður tømdur
fyri at bjarga løntakarunum.
Tað er nakað nógv um tað. Her eigur
landsstýrið at umhugsa, um landið ikki
eigur at rinda pengar aftur í grunnin,
sum hann framvegis kann vera tann
tryggi bulurin, um og tá arbeiðsloysi rak
ar aftur.
Vit bíða nú spent eftir næsta bjarg
ingarpakkanum hjá landsstýrinum – tí
pakkanum, sum skal hjápa vinnuni. Av
leiðingarnar av øllum stongslinum býta
hvørja aðra í halan. Tað er gott, at fólk,
sum eru send til hús, fáa løn. Men Tað
nyttar lítið, um arbeiðsplássini ikki eru
til, tá kreppan hasar avaftur.