hósdagur 26. mars 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MARS 2020
SOSIALURIN 37
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
4
S
osilaurin er sum so nógv onnur
vinnuvirki í Føroyum raktur
meint av koronakreppuni.
– Vit merkja longu avleiðingar
nar av, at alt landið er farið niður í ferð av
koronakreppuni, og tí hava vit sett neyð
ug tiltøk í verk, sigur Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri á Sosialinum.
– Posta ber ikki út í hvørt hús mikudag
fyribils, lýsingainntøkurnar eru bráð
steðgaðar, og fleiri av sølustøðunum, sum
skuldu selt blaðið, eru stongd. Tí er ikki
annað hjá okkum at gera, enn at laga okk
um til umstøðurnar og skerja útgávurnar,
so leingi hendan kreppan stendur við,
sigur hann.
Sosialurin kemur tí næstu vikurnar
bara út fríggjadag. Hetta verður gjørt fyri
at trygga virksemið hjá Miðlahúsinum
framyvir. Miðlahúsið hevur tikið av hjálp
arpakkanum hjá landsstýrinum og øll
starvsfólk eru farin niður í tíð, so leingi
kreppan stendur við. VikuskiftisSosialur
in kemur út sum vant. Hann verður at
fáa í leysasølu hóskvøld og borin haldar
um við Posta fríggjadag.
In.fo og tíðindini á FM1 verða ikki
ávirkað av hesum tiltøkum.
– Vónandi bera haldarar yvir við okk
um, ljóðar áheitanin frá Sosialinum.
Koronakreppan
rakar eisini Sosialin
torshavn.fo
– nýtt navn til Tórshavnar kvøldskúla
Virksemið hjá Kvøldskúlanum hevur verið í eini broytingartilgongd farnu
árini, tá ið skeiðsvirksemið um dagin og førleikagevandi skeið og útbúgv-
ing eru týðandi partur av skúlavirkseminum, eisini málskeið fyri tilflyt-
arar, umframt stóra virksemið innan frítíðarundirvísing og -virksemi.
Í hesum skúlaárinum bjóðar Kvøldskúlin fram um leið 304 skeið til um
leið 3100 næmingar. Skeiðini eru á 28 støðum í kommununi, eisini í
Kollafirði og í Nólsoy. Á stovninum eru 4 starvsfólk í føstum starvi
umframt 142 virksamir undirvísarar.
Í mong ár æt skúlin Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli, men
broytti fyri tveimum árum síðan navn til Tórshavnar kvøldskúli.
Hetta navnið tykist ikki at vera heilt tíðarhóskandi. Skúlin er í holt við at
orða eina nýggja ætlan fyri virksemið, eisini at dagføra mál og mið.
Verandi mál og mið skúlans eru:
Missión (mál)
Kvøldskúlin tryggjar borgarum í kommununi fjølbroytt og spennandi
frítíðartilboð, sum eru ástøðilig, yrkislig og mentanarberandi.
Visjón (mið)
Kvøldskúlin skal bjóða og menna frítíðartilboð til allar borgarar í
kommununi hóast aldursbólk og samfelagsliga støðu.
Kvøldskúlin skal geva øllum borgarum møguleika gjøgnum yrkisføri og
góðar relatiónir:
• at hava møguleikar
• at taka við avbjóðingum og mennast
• at vera menniskja
Kvøldskúlin skal vera eitt gott arbeiðspláss fyri starvsfólk, sum hava hug
til at royna seg yrkisliga og persónliga.
Lesið annars meira um Tórshavnar kvøldskúla á www.kvoldskulin.fo
Navnakapping
Mentamálanevndin hevur gjørt av at skriva út navnakapping at vita, um
tað møguliga ber til at finna eitt hóskiligari navn til skúlan.
Nevndin, ið metir um uppskotini, verður mannað við umboðum úr
umsitingini hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri Tórshavnar
kvøldskúla og letur síðan tilmæli til mentamálanevndina í Tórshavnar
kommunu, ið tekur støðu til málið.
Ynskið er at fáa hugskot, sum kunnu geva kommununi íblástur at velja,
hvønn veg best er at fara.
Kappingarviðurskifti-/treytir:
• Navnið nýtist ikki at innihalda hjánavnið skúli.
• Nevndin tilskilar sær rætt at taka støðu til, um haldast skal fast við
verandi navn, ella um nýtt navn skal koma í staðin.
• Um fleiri lata inn uppskot um sama navn, verður lutakast.
• Freistin at senda uppskot inn er fríggjadagin 3. apríl 2020 kl.12.00.
Síðan verða uppskotini viðgjørd, og verður vinnandi navnið
væntandi avdúkað 15. apríl 2020.
Spurningar kunnu verða settir á torshavn@torshavn.fo ella at ringja til
Honnu Simonsen, fulltrúa, á 302198, og verða møguligir spurningar
svaraðir og kunngjørdir á torshavn.fo
Hugskot til navn kunnu verða latin inn á Snarskivuna á Vaglinum, í
brævbjálva, merktur „Navnakapping – Kvøldskúlin“, ella verða send sum
t-postur til torshavn@torshavn.fo
Latnar verða 10.000 kr. til vinnandi navnið.
Navnakapping
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
5
ÁRG. 94, BLAÐ NR. 34
20. MARS 2020
500.000 KR
GER SO VÆL
Lítil fyritøka
letur heilsu verk
i num hálva mill
ión krónur í gávu
til stríðið ímoti
korona
Gáva til stríðið ímóti korona:
Tema um
korona
TEMA
Økið eystan fyri Dalin Langa í Hoyvík
skal nú stykkjast út til raðhús, og Tórs
havnar kommuna hevur boðið fýra arki
tektavirkjum at projektera, útbjóða og
projektuppfylgja í nýggju útstykkingini.
Endamálið við kappingini er at finna
fram til bestu loysnina at skapa ein dám
ligan býling við um 100 nýggjum búeind
um, sigur Tórshavnar kommuna, sum eis
ini hevur gjørt av, at nýggi býlingurin
skal eita Stórabrekka.
– Ynskið er at fáa ein vælvirkandi býl
ing við nærleika til gerandis hentleikar
og grøn øki, ið longu eru staðsett í nær
umhvørvinum. Trivnaðurin skal vera í
hásæti, tí skal bygging í økinum tillagast
til nærumhvørvið og lívið millum bygn
ingarnar, samstundis sum hugsast skal
um neyðuga tættleikan, ið skal til fyri at
gagnnýta avmarkaða lendið á bestan
hátt.
Útstykkingin verður skipað sum rað
húsabygging, har grund og eldverjuveggir
fyrst verða gjørdir, sum einstøku keypar
arnir síðani seta sín dám á - eins og vit
kenna frá býlingunum Millum Gilja og
Inni á Gøtu.
– Úrslitið er ein fín javnvág millum frí
a valið hjá hvørjum einstøkum eigara av
innrætting, tilfari og litum og so felags
heildina, sum støddir, tekjur og saman
byggingar hava við sær. Harumframt er
møguleiki at gera nøkur punkthús við
íbúðum, men raðhúsabyggingin skal vera
ráðandi. Stødd á grundstykkjum/raðhús
um verða áleið 200m2, sigur Tórshavnar
kommuna.
Arkitektarnir, ið hava fingið innbjóðing
at leggja inn boð, eru Arkitektar 99, Kon
trast, SNA Arkitektar og BRIM arkitektar,
og Tórshavnar kommuna væntar, at far
ast kann undir arbeiðið í februar í 2021.
Nýggj útstykking í Hoyvík