Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 9 Ingibjørg Hansen, Klaksvíkar horn- orkestur, KFUM og K kórið, Magni Christiansen og eitt ungdómsorkestur settu teirra dám á árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni, sum var sunnukvøld- ið. Eins og í fjør var aftur eitt navn við á konsertini í einum klassa fyri seg. SALT var høvuðskryddaríið í einari hamskiftari – men sera hugnaligari jólakonsert JÓLAKONSERT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í Klaksvík verður sagt, at jólini ikki byrja fyrr enn jólakonsertin í Christians- kirkjuni hevur verið. Kon- sertin hevur nú 40 ár á baki, og serliga tvær tær seinastu hava borið brá av broyting- um. Aloftast hava tað verið Klaksvíkar hornorkestur og kór, sum hava framført til konsertina. Onkuntíð við onkrum solisti eisini. Men í fjør tóku fyrireikararnir stig til at fáa onnur við eisini. Tá vóru tað Pætur við Keldu og Eivør Pálsdóttir. Í ár høvdu tey so boðið trimum øðrum luttakarum við. Ingibjørg Hansen, Magna Christiansen og SALT. Hetta gjørdi, at jóla- konsertin nú má sigast at vera hamskift í mun til tað, sum hon hevur verið. Kirkjan er altíð fullsett, tá konsertin er á skránni, og sunnukvøldið var onki undantak. Konsertin byrjaði klokk- an átta. Sum vanligt við samanringing, preludium, inngangsbøn og felags- sálmasangi. Fyrst at framføra var 13 ára gamla Ingibjørg Hansen úr Mikladali. Púra rólig sang hon Føgur er foldin og Gleðilig jól fyri teimum yvir 1.000 áhoyrarunum í kirkjuni. Rani Nolsøe hevði guitarfylgispæl. Røddin hjá henni fylti kirkjurúmið væl og virðiliga og við klokku- klárari rødd setti hon skjøtil á tað 40. jólakonsertina, sum Klaksvíkar Horn- orkestur skipar fyri. Síðani tók hornorkestrið yvir. Tey spældu trý løg. Little Drummerboy, Ave Maria og The Mission. Aftaná kom KFUM og K kórið við tveimum løgum. Eg rósu upp sá næla og Á sæla nátt, har Petur Hans Hansen sang solo. Saman framførdu síðani kór, orkestur og urga Eg veit ein góðan seyðamann. Síðani var orkestur og kór framførslan av. Heldur stokkut í mun til, hvat tað onkuntíð hevur verið, men við so mongum luttakarum sigur tað seg sjálvt, at avmarkingar mugu til. Men tað man avgjørt hava verið onkur, ið kundi hugsa sær at hoyrt meira. Sum nakað heilt nýtt var eitt ungdómsorkestur við. Stuttligt at síggja eitt ung- dómsorkestur aftur í Klaks- vík, og tað man óivað hava verið eitt upplivilsi fyri tey eisini at sleppa at luttaka á jólakonsertini. Men tað var harmiligt, at dirigenturin ikki hevði valt meira jólalig løg. Magni Christiansen var sum altíð væl fyri, tá hann tók mikrofonina og byrjaði at framføra nakrar jóla- sangir av sínari nýggju fløgu. Hann sang fýra kendar jólasangir, sum øllum dámar væl at hoyra. Tað var tó nakað øðrvísi at hoyra hesar sangirnar kryddaðar við countrystíli, men uttan iva jólaligt í sjálvum sær við, at hann hevði valt júst teir sangirn- ar, sum hann sang. At enda kom so vælum- tókti bólkurin SALT. Uttan at taka nakað frá hinum, so var teirra framførsla í ein- um klassa fyri seg. Hetta var afturvendandi fyri kon- sertina frá í fjør av, har Eivør Pálsdóttir so avgjørt setti sín dám á ta frálíku konsertina. SALT sungu fimm løg. Tey løgdu út við Eg vil mínum Harra prísa og hildu fram við Føgur er foldin. Deyðatøgn var inni, meðan ræddirnar hjá teim- um sjey fyltu alla kirkjuna, og meira enn einaferð mundu hárini reisa seg, so bergtakandi var at hoyra teirra sang. Sigast má, at tað er gleðiligt, at sjey so dugnalig fólk, sum duga so væl at nýta teirra rødd, hava sligið seg saman til at geva slíkar framúrskarandi fram- førslur. Jólakonsertin í Chris- tianskirkjuni endaði sum vant við felagssangi, har kór, orkestur, urga og alt kirkjufólkið sungu Gleðilig jól. Konsertin var bæði hugnalig, hugtakandi, øðr- vísi og góð. Men fyrireikar- arnir eiga kanska at ansa eftir ikki at fáa ov nógvar luttakarar, tí konsertin hevði hug at gerast nakað drúgv. Hetta sást væl aftur, tá fólk byrjaðu at reisa seg, áðrenn hon var liðug – helst orsakað av nógva hitanum, ið inni var. Hamskift jólakonsert SALT framførdi fimm sangir til jólakonsertina í Christianskirkjuni sunnukvøldið Klaksvíkar hornorkestur, urgan og KFUM og K kórið framførdu eitt verk saman Sum nakað heilt nýtt framførdi eitt ungdómsorkestur eisini á konsertini Magni Christiansen framførdi nakrar sangir av nýggju jólafløguni hjá sær