týsdagur 21. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 244 - 21. desember 2004
Tað er ein stórur spurningur, um Flokstingið hjá Tjóð-
veldisflokkinum loysti teir trupulleikar, sum ætlanin var
skuldu loysast á eykaflokstinginum leygardagin. Víst
kom formaður floksins styrktur burturúr tinginum.
Hann fekk sína viðtøkubroyting, men hon kann ikki
nýtast afturvirkandi móti Tórbjørn Jacobsen. Víst fekk
formaðurin samtykt eina áheitan á tingbólkin um at
heita á løgtingsformannin at bera so í bandi, at Torbjørn
Jacobsen kann verða koyrdur úr øllum ting-nevndum,
soleiðis at tingfólk loyal móti formanninum kunnu
koma inn í staðin. Alt hetta var avgjørt við tryggum
meiriluta, sostatt kann formaðurin so langt vera nøgdur.
Men almenningurin er stórt sæð eins klókur og hann var
áðrenn flokstingið var sett. Stórir spurningar eru enn
ósvaraðir og nýggir spurningar reisa seg eftir. Taka við
umrøðuna í útvarpinum og yvirlýsingina, so líktist
Tingið meira leikstjórnaðum fundi enn einum flokstingi,
ið tók um røturnar á trupulleikunum, tvs. viðger
innihaldið í tí skriving, sum fyrrv. næstformaðurin hev-
ur staðið fyri. Hava vit fingið at vita veruliga orsøkina
til, at Eysturoyartingmaðurin fór so harðliga út við sín-
um atfinningum móti formanninum. Hvat var veruliga
endamálið? Var hetta tað bera upplop ella lá nakað veru-
ligt aftanfyri! Formaðurin í landsins størsta flokki varð
skuldsettur fyri at manipulera og fyri ikki at vilja lurta
eftir øðrum enn sær sjálvum. Hetta vóru álvarsamar
atfinningar, ið settu spurnartekin við formansins demo-
kratiska sinnalag og leiðaraevni. Og tað var ikki ein og
hvør, sum setti hesar fram. Tað var hansara egni og næsti
samstarvsfelagi øll hesi seinastu árini. Mundi
Flokstingið viðgera hetta og um ja, hvørja støðu hevði
flokstingið til hesar grundleggjandi spurningar?
Eitt fólkatingsval stendur fyri framman. Kann tað hugs-
ast, at hetta hevur lagt lok á og fer at leggja lok á
trupulleikarnar? At tað fer at skapa frið í tingbólkinum,
soleiðis at meira ikki hendir og Tobbi kann halda fram
sum um einki var hent! Fyri Tjóðveldisflokkin hevur
hetta val sera stóran týdning. Fólkatingið er einasti
politiski plattformur av týdningi uttan fyri løgtingið,
sum formaðurin hevur eftir. Var tað tí veruliga so, at tað
ráddi um ikki at taka ov drastisk stig, sum kundu styggja
Tobba frá at stilla upp til fólkatingsval og har við spilla
spælið hjá formanninum? Um hetta var ætlanin, má
sigast, at hesin taktikkurin hevur virkað. Tað eydnaðist
t.d. at bera so í bandi, at formaðurin ikki misti andlit.
Samtíðis varð heitt á tingbólkin um at koyra Tobba úr
nevndunum. Men við tað at tingbólkurin er suverenur,
so nýtist hann ikki at gera eftir ráðunum. Sostatt kunnu
báðir partar vera nøgdir við úrslitið av flokstinginum og
tað kunnu teir ivaleyst halda fram við, soleingi lokið
ikki fer av pottinum. Tað kundi altíð hent, tí sum nevnt
eru tær grundleggjandi ósemjurnar ikki burtur fyri tí,
um tær eru komnar undir lok. Vit minnast eisini orðini
hjá Tobba um granatirnar, sum hann hevur liggjandi.
Hvussu skuldi tað nú skiljast. Eru tað viðurskifti, sum
ikki tola dagsins ljós ella? Er tað av ótta fyri at hesar
skulu bresta, at Tobbi verður verandi í sínum
nevndarsessum? Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trupulleikar loystir?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Fundarsamtykt frá
aðalfundi Unga
Sjálvstýrisins 16.
desember 2004
1.Unga Sjálvstýrið heitir á
Føroya Løgting um at skipa
fyri orðaskifti um val-
skipanina. Verandi valskip-
an gevur ikki røttu umboð-
anina í Løgtinginum í mun
til atkvøðutalið hjá flokk-
unum. Trupulleikin kemur
til sjóndar við jøvnum mill-
umbilum, men einki verður
gjørt fyri at loysa hann.
Unga Sjálvstýrið mælir
tískil til, at valskipanin
verður endurskoðað fyri at
tryggja rættvísari býti av
tinglimum. Og við atliti til
stóru broytingarnar á sam-
ferðsluøkinum, eigur at
verða umhugsað at lækka
talið á valdømum.
2. Unga Sjálvstýrið átalar
at samgongan við lovaða
skattalættanum økir undir-
skotið á fíggjarlógini fyri
komandi ár við 60 millión-
um krónum. Hesar 60
milliónirnar høvdu gjørt
nógv gagn í samfelagnum, í
staðin at verða brúktar til
ein skattalætta uttan mál og
mið.
Eisini
fegnast
Unga
Sjálvstýrið um at gongd er
komið á arbeiðið við
Agenda-21 og at bæði
kommunalpolitikarar
og
miðnámsskúlar eru við til
at fremja ta hugburðsbroyt-
ing, sum skal til hjá tí ein-
staka borgaranum, til tess
at vit kunnu menna land
okkara á burðardyggan
hátt.
Nevndin
Nevndin skipaði seg við
Jógvani Skorheim sum
formanni, Dan Lamhauge
sum
næstformanni
og
skrivara og Kristiani Eli
Zachariassen sum kassa-
meistara. Tiltakslimur er
Kenneth Rasmussen.
Petur Sørensen
Hevði ikki ætlað at blanda
meg út í átrúnaðarliga
stríðið sum er í útvarpi og
almennu bløðunum, men
eitt av seinastu lesarabrøv-
unum hesum viðvíkjandi
fer ikki úr huga mínum, og
eg finni ikki afturhald, eg
meini veruliga at ein við-
merking til viðkomandi
kjaki er neyðug.
Sat áhugaður og lurtaði
eftir kjakinum (endurgifta
og kvinnuprestar) í seinasta
»fimmaranum« frá Útvarpi
Føroya, við vón um at okk-
urt vísdómsorð skuldi fella
fyri oyra. Men nei – tað var
bert at harmast yvir, ið har
kom fram. At hoyra hvussu
alt tað, ið heilagt er varð
drigið niður og hunddálkað
av fólki, ið als ikki hevði
andaligt skil fyri tí, ið ført
verður fram.
Satt nokk, so eru flestu
av hesum fólkum væl skúl-
aði, hetta endurspeglast í
nýtsluni av teirra fremm-
andu orðum – skilji ikki
rættuliga hví, vit hava eitt
vakurt og væl orða mál.
Skal tað vera so, at vanligi
føroyingurin
situr
við
fremmanda orðabók fyri
sær til slíkar sendingar, fyri
at skilja hesi háfloygdu og
sjálvuppgjørdu sjónarmið?
Har ljóðaði ein rødd, ið
vildi vera við at Bíblian
varð skrivað av monnum,
fyri menn. Ja, – kann tað
sigast betri! – Ája, við-
komandi kundi bert sagt
tað, hon veruliga hugsaði –
at Bíblian er óálítandi, at
hon stutt sagt er ósamfel-
agslig og ónýtilig í okkara
nútíðarhøpi. Men hesa orð-
ing nýtur røddin ikki, tað er
ov ógvusligt – eingin trýr tí.
Pakkar tað inn í smartar
orðingar so eingin skilur
nakað, og slíkt er tað, ið
lærdar kvinnur og menn
gera.
Lat meg fyrst siga: Tit
prestar og onnur lærd – tað,
ið tit siga, er í veruleikan-
um ikki virðismiklari enn
tað, ið drykkjumaðurin,
skøkjan ella barnið sigur.
Munurin er bert tann, at tit
hava eina støðu í samfel-
agnum, ið fær fólk til at
leggja oyra til tykkara. Tit
gera tykkum dælt av stætt-
arstøðu tykkara. Tit kunnu
væl samanberast við synir
Eli, ið einki løgdu í Harran
– og aftrat tí villleiddu teir
fólki. Tit áttu tí at vita, at
hóast meginparturin av tí tit
siga, er skilaleyst, so koma
tit tó við hesum skilaleysu
orðum tykkara at skapa
eina fólkameining og hon
er tann, ið verður til signing
ella skaða fyri fólkið –
latið tí orð tykkara vera fá!
Tað finnast tó enn nøkur
fá í hesum landi, ið finna
orð Guds – Bíbliuna – at
vera ovasta og einasta orð
við myndugleika, á hesum
eins væl og á øllum øðrum
økjum!
Tá ið nú hesi mál av
prestum og lærdum verða
leidd inn á tað átrúnaðar-
liga, so er bert rímiligt at
spyrja, hvat sigur skriftin
um hesar lutir? Harrin Jes-
us segði: »Eg skal sjálvur
byggja samkomu mína…«
Til hetta setti Hann í sam-
komuna apostlar, profetar,
evagelistar, hirðar og lærar-
ar, fyri at byggja upp sam-
komuna, ið Hann vann sær
við blóði sínum.
Vit finna hesar apostlar
seinni at seta inn elstar og
samkomutænarar sambært
ráði Guds. Hesir innsettu til
tænastu í samkomuni vóru
allir royndir menn og fyltir
av Guds Anda, hetta til
samanbering við teir inn-
settu nú á døgum, ið eru
fyltir við heimsins vísdómi
og eginvilja. Hesir, sum í
hugmóði sínum finnast at
og seta niður á Paulus fyri
hansara læru og sjónarmið.
Hesin Paulus, ið var útvaldi
reiðskapur Guds til at frelsa
heidningar við.
Átrúnaðarliga stríðið í miðlunum
Fundarsamtykt