Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 11 Finnur Helmsdal, tingmaður Eykaflokstingið hjá Tjóð- veldisflokkinum 18. des- ember fekk staðfest, at eitt ávíst mark skal vera fyri atburðinum hjá limum floksins. Sum onkur tók til, so skal eitt minsta mark vera fyri andstendigheitini í flokkinum. Onnur søgdu, at ein limur skal kunna kenna seg tryggan innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum, so- leiðis at ein ikki skal rokna við at verða álopin verju- leysur mitt á nátt av floks- feløgum. Og annars varð nógv røtt um tað at vísa hvørjum øðrum virðing. Ja, alt sovorði, sum vanliga verður mett sum ein sjálv- fylgja í øllum lívsins viður- skiftum. Formaður floksins, Høgni Hoydal, hevði sjálv- ur drigið mál um ærumeið- ing gjøgnum tríggjar langar mánaðar, bara fyri at fáa ærumeiðaran Tórbjørn Jacobsen plaffaðan niður av flokstinginum. Hetta valdi formaðurin heldur enn at taka stig til eina loysn, sum fyri tað mesta fór at fyribyrgja, at Tjóð- veldisflokkurin fór at fáa álvarsligan løst. Men for- maðurin valdi at lata hild- arleikin fara fram alment. Heldur enn at finna loysn- ina, so ella so innanhýsis, so setti hann flokkin í veð. Bert fyri at fáa nøkur persónlig viðurskifti upp á pláss. Høgni Hoydal hevur í nakrar vikur ynskt Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldis- flokkinum, og eydnaðist hetta honum til fulnar leyg- ardagin. Við góðari hjálp frá trúgvum partísoldatum, fekk hann smíðað eina yvirlýsing frá tinginum, sum gjørdi tað ómøguliga møguligt. Hóast tað ikki kundi bera til at ekskludera Tórbjørn leygardagin, so fann Høgni Hoydal snildis- liga ein hátt at gera tað upp á allíkavæl. Høgni hevur alla tíðina sagt, at hann ætl- aði ikki, at flokstingið skuldi avhøvda Tórbjørn, men tá til stykkis kom, so hendi tað allíkavæl. Helst sum formaðurin hevði ætlað frá byrjan. Jólafriður ella ei, avrættingin skuldi staðfestast, meðan øsingin var í hásæti. Kammurátur Magnussen Flokstingið varð hildið leygardagin av eini einasti orsøk. Tí Høgni var persón- liga ærumeiddur vegna grov og ófantalig lesara- brøv í Sosialinum og Dimmalætting. Øll skilja eisini fullvæl, at Høgni er ómetaliga særdur av brøv- unum frá Torbjørn. Høgni Hoydal segði orðarætt á flokstinginum, at tað kann ikki góðtakast, at ein limur í Tjóðveldisflokkinum leypir á, niðurgerð og æru- meiðir annan lim alment, og at flokkurin mátti hava løgfrøðisligar ásetingar um, hvat gerast skal í slíkum førum. Hetta fekk Høgni, og Tórbjørn er nú fyrrver- andi tjóðveldistingmaður. Undirritaði var ein av teimum heilt fáu, sum loyvdi sær at røða kritiskt móti uppskotinum um útblakingargreinina. Mælti til, at flokstingið heitti á tingmanningina um at greiða fløkjuna, og annars taka alt floksvirksemið til viðgerðar, eisini arbeiðs- háttin hjá formanninum. Síðan tók Ragnar Magn- ussen orðið. Hann kom inn í flokkin fyri nøkrum árum síðan. Royndi seg fyrst sum valevni, síðan bleiv hann nevndarlimur í Suður- streymoyar tjóðveldisfelag. Hann helt eina røðu, sum snúði seg um mín persón, og bert um mín persón. Hon var minst líka grov og áleypandi, sum tað Tór- bjørn skrivaði um Høgna Hoydal. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, og legði meg millum annað undir ikki at møta upp til fundar. Ragnar Magnussen veit, at eg havi møtt so væl sum nakar, inntil 2002, og hann veit eisini, hví eg ikki havi verið á so nógvum fundum síðan. Ragnar Magnussen segði, at eg møtti leygardagin, tí nú luktaði eg blóð (hann hevði eisini insinuerað í røðuni, at tað er bara kríggj og ballada, har eg eri). Men eg var satt at siga, millum teir heilt fáu, sum ikki luktaði blóð leygardagin á Frælsin- um. Ikki eiti á óndsinni, men soleiðis fer ein fram, tá einum fattast fakliga. Fríggjadagin las maðurin helst jólaevangeliið fyri teimum smáu inni í Kald- bak, leygardagin varð hal- gabók skift út við blóðdálk- aða svørðið. Tað er kanska líka mikið hvørji -ismu ein virkar eftir, bert hon hóskar til høvið og fremur sakina. Einaferð partísoldatur, altíð undirgivin og treytaleysur partísoldatur. Øll ikki líka fyri Høgna Síðan tók floksformaðurin orðið. At røða dugir hann sum fáur, og hann prógvaði eisini til fulnar, at evnini at snara orð hjá øðrum eru intakt. Snildisliga beindi hann mínar atfinningar móti honum víðari soleiðis, at eg brádliga stóð sum áleypari á fótfólk floksins. Hann fekk hegnisliga flutt sín egna persón úr ljósinum eina løtu, hann setti meg nú upp móti teimum, sum dag- liga stríðast fyri flokkin. Vit hava sanniliga ein snildan formann, sum altíð sleppur sær undan at verða við- gjørdur. Høgni Hoydal er einfalt ikki til diskussión. Høgni tosaði nógv um tað neyðuga í at hava virð- ing, hvør fyri øðrum, men Ragnar Magnussen fekk ikki so mikið sum eina átalu fyri kanska grovasta álop á nakran tingmann í Tjóðveldisflokkinum. For- maðurin, sum so fegin vil hækka moralin í Tjóðveld- isflokkinum, hann læt hetta bert fara aftur við borðin- um. Men tað er júst Høgni Hoydal, tá hann er bestur. Tað snýr seg ikki um, hvat hansara verjar gera, teir kunnu gera tað, teimum lystir. Men váðar ein av kritikarunum sær so mikið sum at opna gákin, ja, so skal alt floksapparatið aktiverast. So skal viðkom- andi leiðast til dóms og tað, sum kanska verri er. Nei, í Tjóðveldisflokkinum er nú nakað síðan, at øll vóru líka fyri Høgna Hoydal. Ímynda vit okkum eina løtu, at Ragnar Magnussen segði somu orð um Høgna Hoydal ella onkran av hansara, sum hann segði um meg. Hvør hevði av- leiðingin tá verið fyri Ragnar? Sjálvandi hevði hann prompté mist øll álitisstørv í flokkinum. Formaðurin hoyrdi hvørt orð, Ragnar segði á floks- tinginum. Men tey eru eftir øllum at døma ikki í stríð við moralsku linju for- mansins. Tey vóru helst an- stendig nokk og merkt av virðing fyri mínum persóni, og tey verða helst heldur ikki tulkað sum álop av grovasta og fúlasta slag á tingmann í almennum um- hvørvi. Nei, tí hatta er í samsvari við moralin hjá Høgna Hoydal. Sov tú bara víðari Ragnar, tí tær hendir einki, og har hendir helst heldur einki, har tú er. Eg hevði tíni orð uppiborið, tí eg eri ikki so lýðin, sum tit eru. Men vit kunnu bara staðfesta, at vit vanligu skulu finna okkum í slík- um, sum formaðurin ikki ger. Annars var tað ræðandi at síggja og hoyra nakrar, sum sótu undir inngongdini úti í Læraraskúlaauluni. Sekteriskir yvirtónar og sáblaskróvan. Er tað frelst frælsi í takt, sum nú skal á skrá? Gud hevur aldri sett prestar og klokkarar í sam- komu sína, hetta er alt menniskjaverk í láturligum klovnadraktum! Eingin av hesum láturligu og av- skeplaðu tænastum finnast í orðinum. Sum Jóhannes doyparin kundi vísa á: Mín tænasta er at finna hjá Esaias profeti 40:3. Soleiðis kunnu eisini allar tænastur í samkomuni peika á sín nýtestamentliga uppruna. Jesus var sjálvur seinasti prestur av gamla testa- menti, eins og Hann eisini var fyrsti og einasti prestur av sínum slag í nýggja testamenti. Tí í Honum eru øll tey, ið endurfødd eru av Anda Guds, fødd inn í eina heilaga kongaliga presta- ætt. Tað er sostatt líkamikið um okkara nútíðar kirkjur eru fullsettar við mannlig- um ella kvinnuligum prest- um – við ella uttan reyðar sokkar. Hesir hava onga ávirkna á veruligu sam- komu Kristusar, – men kunnu bert hava eina ávísa ávirkan á versligu samfel- ags sjónarmiðini. Sum skriftin eisini sigur: »Tað náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí andaliga«. Soleiðis eru, á sama hátt, enn í dag nøkur, ið ikki taka við tí skøkjan, sam- starvsfelagar og ørindasveinar hennara borðreiða við. Hesi eru tey, ið hava hoyrt orð Andans: »Komið út frá henni«! Og tey fylgja lambinum har tað gongur. Lat meg geva tær, ið lesur, hesa staðiligu áheit- an: Tak einki frá og legg einki til Guds orð – lat heldur ongan gera tað fyri teg! Nú eri eg væl vitandi um, at tað, ið eg her skrivi, ikki fellur øllum væl fyri brósti. Hóast tað, so skrivi eg hesa rættleiðing og áminning fyri teirra útvaldu skuld, teirra – ið eru ætlað til at arva frelsu. Tað er til tín, ið ikki trívist í órættvísini lygnini hesi orð verða skrivað. VIÐMERKINGAR Høgni Hoydal og moralurin Finnur Helmsdal tingmaður Tjóðveldisfloksins, í hvussu er inntil næsta floksting