Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 3. APRÍL 2020 Latið ikki vinnuna doyggja Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri FUGLAFJARÐAR PRESTAGJALD Søkt verður eftir sóknarpresti til Fuglafjarðar prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møgu ligum broyt ingum í kalli og starvi samsvarandi tænastu mannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. Lønin er samsvarandi semju dag fest 8. juni 2009 millum Fíggjar málaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1. Embætið verður eftir ætlan sett 1. juni 2020. Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir: Elduvíkar kirkja, Leirvíkar kirkja og Fugla fjarðar kirkja. Tvey bønhús eru í prestagjaldinum: Bønhúsið á Hellunum og Bønhúsið í Funn ings firði. Bústaðarskylda er, og tænastu bú staður er til embætið. Presta garðurin er í Fuglafirði, Mørkin 10. Prestagarðin verður dagførdur og valla tøkur sum bústaður fyrr enn 1. mai 2021. Sóknarpresturin og biskupur gera eina avtalu um bústaðin í skiftistíðini. Afturat kirkjunum og bøn hús unum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli. Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Biskupspróvtøkan er ein fortreyt fyri umsóknini. Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin á sumri 2020 og kunnu taka við kallinum 15. juli 2020, eru vælkomnir at søkja. Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@ kirkjan.fo Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 30. apríl 2020, kl. 12.00. stift@kirkjan.fo FØROYA STIFTSSTJÓRN Gerið um ikki annað sum Mette Fred­e­riksen og hennara fólk í Dan­ mark gera – bjargið vinnuni frá húsa­gangi! Fólk, ið varða av vinnuni í Føroyum, hava livað í støðugum ótta seinastu dag­ ar­nar. Roknað var við, at landsstýrið fór at koma við einum hjálparpakka til priv­ atu vinnuna, sum eftir beinleiðis boðum frá lands­stýrinum hevur repað seglini. Úrslitið av tí er, at nógvar fyritøkur ikki fáa eina krónu í kassan, meðan peng­ar fossa út. Tíbetur hevur ALS grunn­ur­in tikið um endan soleiðis, at tað ikki gjørd­ist tað øgiliga stóra skrædl­ ið hjá løn­mót­takarum eisini. Men atgerðarloysið, sum hevur vald­ að sein­astu vikuna, hevur skapt ein ótta í vinn­uni – eina ótta um, at landsstýrið ætl­ar, at vinnan skal taka skrædlið. Tað merk­ir, at ein rúgva av fyritøkum verða noydd­ar at snara lyklin um, og ar­beiðs­ pláss­ini, sum blómaðu fyri vikum síðani, eru horvin sum døgg fyri sól, tá hendan kor­on­a­kreppan einaferð hasar avaftur. Fríggjadagin birtist ein vón, tá for­ mað­ur Javn­aðafloksins eftirlýsti einum bjarg­ing­ar­pakka til vinnuna, men tann dag­in segði løgmaður við fleiri miðlar, at tað kom eingin hjálparpakki. Tað sigur seg sjálvt, at landið má taka skrædl­ið á seg. Tað ber ikki til at lata hundr­að­tals fyri ikki at siga túsundatals ar­beiðs­pláss fara fyri skeyti. Tað bjargar ong­um, tvørturímóti. Vinnan í Føroyum kann øvunda vinnum í øðrum londum, sum til dømis Dan­mark, har stjórnin hevur tikið um end­an og er komin við fleiri hjálp­ar­ pakk­um til vinnuna, har fastar útreiðslur verða end­ur­rind­að­ar. Sjálv­andi fer vinn­ an at missa, og valla fæst nakað end­ur­ gjald fyri mistan vinning. Men vinnan má fáa end­ur­gjald fyri fastar útreiðslur, so ar­beiðs­plássini kunnu bjargast. Tí má ein hjálparpakki samtykkjast alt fyri eitt, har vinnan fær eitt rímuligt end­ur­gjald frá land­inum. Okkara vón er, at løgmaður um ikki ann­að hyggur eftir, hvussu tey gera í Dan­mark. Ger hann sum Mette Fred­er­ ik­sen og spennir eitt veruligt trygdarnet und­ir føroysku vinnuna, sum er illa sperd av koronatiltøkunum. Tað er ikki einki í orðunum, at »hevur vinn­an tað gott, so hevur fólkið tað gott«. Tí fer vinnan fyri bakka nú, so verða kargar tíðir hjá mongum Føroyum.