Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 244 - 21. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum sum gleddu meg á mínum runda føðingardegi, sum var tann 24. november 2004.Takk fyri gávur, blómur, kort, fjarrit og telefonuppringingar. Og tøkk fái tit øll, sum komu í føðingardag. Og tit øll, ið stákaðust og hjálptu til við øllum. Hjartans tøkk øll somul. Gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Frida Hansen Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum gleddu okkum á okkara gullbrúdleypsdegi 11. desember 2004. Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsan Sigga og Vagnur Dam Tórshavn Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, ið vóru við til at gera mín 80 ára føðingardag 18. september so hugnaligan. Tøkk fyri blómur, gávur, tlf. uppringingar og fjarrit. Ein serlig tøkk til døtrar við familju. Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Anna Margretha Højgaard Húsar Dagurin 21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann boðaði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt tummasarkirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað. Har eysturi sigst hann annars at hava hitt vísmenninar úr Eysturlondum. Hann var tikin av døgum, gjøgnumstungin við spjóti, og á kirkjubøstóluunum sæst hann við spjóti í hendi. Tummas merkir tvíburi, og hann verður eisini nevndur við grikska navninum Didymos. Maskinsmiðir, f.v.: Berint Andreassen, P/F Skipasmiðjan á Skála, Heðin Jacobsen, P/F Pomek, Pætur Klein Jacobsen, P/F Klaksvíkar Sleipistøð, Magnus Bjarti Thorleifsson, P/F Skipasmiðjan á Skála, Arnhold Berg, P/F Skipasmiðjan á Skála, Áki Petersen, P/F Skipasmiðjan á Skála, Sverri Danielsen, Skarðhamar, Eyðun Rygshamar, P/F KJ-Hydraulik, og Johan Berg Jacobsen, P/F Klaksvíkar Sleipistøð Próvtøkur á Tekniska Skúla í Kl Tøkk Fyri hjartaliga samkenslu og tað ómetaliga hjálpsemi vit fingu, tá ið góði maður, pápi, verpápi og abbi okkar Andrew J. Joensen doyði og bleiv jarðaður, takka vit øllum hjartaliga. Halltóra, Eyðun, Marin, Ása, Ingun, Annika og Sofus