hósdagur 2. apríl 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
SOSIALURIN 36
15
Heimavenjingar
vælumtóktar
Tað eru mong, sum sita í sóttarhaldi og ikki sleppa av
matrikklunum, og onnur eru ikki í sóttarhaldi, men
tey halda frástøðu, sum tilmælini siga. Á netinum er
lætt at finna heimavenjingar av øllum møguligum
slagi, sum vit kunnu gera. Eg veit tó væl, at tað ikki
altíð er líka lætt at fáa tað gjørt. Ert tú í sóttarhaldi,
og ynskir tú at røra teg, so er tað tí snilt at finna
eini fýra til seks venjingar, sum tú dugir og tímur og
snikka tær eina venjing saman á tann hátt.
Fleiri eru bangin fyri at missa styrkina ella
úthaldni, sum tey hava uppbygt við áhaldandi
venjing, og tað er væl skilligt, men tað skal ikki so
nógv til fyri at halda tí við líka.
So finn tær eina venjing, sum tú dámar at gera.
Kanska hetta er tíðin, har tú tekur venjingaramboðini,
ið vanliga samla støv fram og roynir tey av. Tí eg veit
at tað eru nógv, sum eiga nógv inni, men ongantíð
koma hartil. Hetta er tí ein upplagdur møguleiki
atfinna útav, hvussu vit fáa meira rørslu/venjing inn
í gerandisdagin uttan at vera tengd av øllum øðrum.
Ven saman
sum familja
Eisini er tað snilt, at fáa familjuna at røra seg meir.
Tað nýtist ikki at vera venjing, sum vit vanliga hugsa
um tað, men hugsa ístaðin um rørslu – alt telur við.
Í hesum tíðum er kanska upplagt at fara sær ein
góðan gongutúr við frastøðu, fara sær ein biltúr og
ganga onkrastaðni, tit ikki hava verið fyrr. Spæla spøl
uttanfyri ella gera eina forðabreyt. Sum familja er tað
serliga umráðandi at fáa tað stuttliga í venjingina,
also at tað ikki er hart tvang. Saman kann man finna
onkur spøl, gera eina stafett ella okkurt annað, sum
leggur upp til rørslu.
Ætla tey vaksnu í húsinum at venja, lat so børnini
vera við. Koyr tónleik frá og gerið tað, sum tit nú
einaferð kunnu saman
Tey eldru kunnu
lækka intensitetin
Orkar tú ikki at gera vanligar venjingar orsakað av
skaða ella aldri, og hevur tú ikki møguleika til at
fara túr, so ber til at hugsa um at hækka ella lækka
vanlig øvilsir í intensiteti. Tað vil siga, at ert tú væl
fyri, kanst tú altíð gera eina venjing eitt sindur verri,
soleiðis at tú fært meira burturúr. Hinvegin, ert tú
ikki væl fyri, so kanst tú broyta eina venjing og gera
hana eitt sindur lættari, so tú megnar hana.
Ert tú eldri og ikki fært gjørt venjingar lættliga,
finn so eina útgávu tú megnar. Er tað til dømis torfort
at gera squat, kanst tú taka ein stól og seta teg á hann,
reisa teg upp, og seta teg niður aftur nakrar ferðir,
ella tú kanst koyra onkra staðni og ganga ein túr í
náttúrini við frástøðu.
Kenslur og
matur hanga
saman
Tað er okay, at vit hesa tíðina ikki
eta, sum vit plaga. Hendan tíðin er
rættiliga serlig, vit hugsa kanska
meir, stúra meir, keða okkum meir
og hava meir tíð. Matur og kenslur
hanga saman.
Tá tað er sagt, so er eisini fínt
at hava í huga, um vit nú eta, tí vit
keða okkum, ella um vit eta, tá vit
veruliga eru svong. Tí tað er í lagi,
at vit baka og at vit hugna okkum,
men ynskir man at halda linjuni ella
at eta heilsugott, so hjálpir tað at
hugsa um tað veruliga er svongd, vit
føla, tá vit fáa okkum í munnin, og
um at eiga nokk av frukt og soltnum
mati inni og hava hann standandi
frammi.
Ger hesa
rundina tríggjar
til fimm ferð
20 jump squat
10 armstrekk
20 fjallaklintrarar
ella høg knø
10 burpees
20 búkvenjingar
PREI:
PREI:
Prei: Royn hesa
heimavenjingina í sjálvum
sær ella áðrenn/aftaná
ein góðan gongu-
ella rennitúr:
TØÐU
Mynd: Klara Johannesen
LÍV & HEILSA