Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum ið á ymiskan hátt sýndi samkenslu í sorg okkara, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Thomasia Kjærbo Sumba andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Takk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Norðoya Røktarheimi, sum vóru so væl um hana. Hjartans tøkk til Niels Paula Danielsen, prest, og Pól Johannesen fyri troystarrík orð í kapellinum í Klaksvík. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri vøkur orð í kirkjuni í Sumba. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og til tykkum, sum hjálptu so væl til í Missiónshúsinum til ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Missiónshúsið í Sumba og fyri alla hjálp vit fingu á ymiskan hátt. Fyri tey avvarðandi Synirnir 20. november í ár fylti Jørleif Hansen í Fuglafirði 70 ár. Jørleif er sonur Siggu og Jógvan á Støðini, sum bæði vóru ættað úr Fuglafirði. Tá ið Jørleif var 10 ára gamal, misti hann mammuna, ið doyði í barsilssong. Eftir sat Jógvan við trimum synum – Jørleif 10 ár, Arthur 4 ár og so Signari, ið var 4 dagar gamal. Henda hending tók Jógvani dygt, eins og tveir teir elstu dreingirnir vórðu hart nívdir av at hava mist eina góða mammu. Men lívið skuldi livast víðari, og Jógvansa størsta ynski var, at dreingirnir komu at hava tað gott, nú mamman var farin. Elsti sonurin Jørleif fór til mammubeiggjan Jógvan Andreas og konu hansara Kittina at búgva, ið búðu inni hjá foreldrunum hjá Jógvan Andreasi, Petru og Jóan Paula í Toftum. Miðlingasonurin Arthur kom at búgva á Støðini saman við pápan- um, og yngsti sonurin Signar kom at búgva hjá pápabeiggjanum Hans Davidi og konu hansara Kristi- onnu. Allir komu teir í góð heim, og hava teir bert gott at bera teimum fólkum, ið tóku sær av teimum. Eftir lokna skúlagongd fór Jør- leif til skips, sum flest allir dreingir tá á døgum gjørdu. Tíðliga í fimmtiárunum sigldi Jørleif við Gulldrangi. Nøkur ár sigldi hann við Mazeppu, ið Hans David Hansen, pápabeiggi hansara, førdi. Tað, ið eyðkendi Jørleif, var nær- lagni og arbeiðssemi. Mitt í fimmtiárunum fór Jørleif til Dan- markar á háskúla. Heimafturkomin fór hann aftur til skips og nøkur ár seinni fór hann á skiparaskúla í Havn, har hann tók prógv í 1962. Eftir útbúgvingina sigldi Jørleif sum stýrimaður við fleiri skipum, m.a. við Álaker, Fimm Systrum og Nornagesti. Einstakar túrar niður á bretska marknaðin var hann stýri- maður á Ólav Halga, ið fuglfirð- ingar tá áttu. Eftir at hava verið stóran part av sínum lívi til sjós, søkti hann starv sum havnarfúti í Fuglafirði. Starv- ið fekk hann, og røkti hann tað til lítar í átjan ár, tá hann legði frá sær vegna aldur. Jørleif er lættur av lyndi og skemingarsamur. Hann fylgir væl við tí, ið fer fram í føroyska sam- felagnum. Jørleif hevur altíð havt stóran áhuga fyri sangi og tónleiki, og hevur í mong ár sungið í Fugla- fjarðar sangkóri. Hornorkestrinum spældi hann eisini við í mong ár. Ljóðførini vóru mong, ið hann spældi uppá. Stóran ans hevur hann altíð havt fyri náttúruni, og mangan túrin eigur hann á fjøllunum kring Fuglafjørð. Jørleif er giftur við Sonju, ið er úr Fuglafirði. Tey eiga tvær gentur, Sigga og Malan, ið báðar búgva í Havn. Jørleif og Sonja eru barngóð fólk, og nýta tey manga løtuna saman við sínum abba- og ommu- børnum, ið eru fimm í tali. Vit, sum kenna Jørleif, fara at ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og vóna, at hann fær mong góð ár afturat. Skyldfólk og vinfólk Elektrikarar f.v.: Leif Johannesen, P/F EL-IN, Petur Sjúrðaberg, EL - Teknik Sp/f, Símun Marni Guldbro, EL - Teknik Sp/f, Svend Juul Rasmussen, Sigurd Syderbø, Áslakkur Nesá, EL-Talvuvirkið og Svend Hansen, P/f Jóannes Thomsen Timburmenn, f.v.: Thordur Sigurðsson, P/F Norðhús, Sigmund Martinson Jacobsen, P/F Norðhús, Egil Kristofferson Joensen, Poul Kristoffer Joensen, og Eskild Norðbúð, P/F Klaksvíkar Byggivirki laksvík Fríggjadagin 17. desember fingu 19 el- maskin- og timburlærlingar prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hesir eru allir frá læruplássum í Eysturoy og Klaksvík Jørleif Hansen 70 ár