hósdagur 2. apríl 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
18
LÍV & HEILSA
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
K
irkjuárið gongur sína
gongd ár eftir ár. Boð
skapurin er hin sami.
Hann broytist ong
antíð. Júst nú eru vit í føstuni,
og síðani kemur størsta høgtíð
kristindómsins. Nevniliga Pásk
irnar.
Í føstutíðini eru tekstirnir
daprir. Líðingarsøga Jesusar snýr
seg um svik, líðing og órættvísi.
Jesus legði dent á bøn og føstu –
og hetta er tíðin til sjálvrannsakan
og djúphugsni - Í gomlum døgum
var bannað at eta kjøt og at dansa
í føstuni, men modernaða menn
iskja frávelur heldur marglæti ella
tímarnar framman fyri skíggjan
um.
– Í føstuni minnast vit á ser
stakan hátt Jesu líðing og deyða.
Vit fylgja honum fót fyri fót á
hansara Via dolorosa, pínsluvegi,
og tí hevur júst henda tíðin í
kirkjuárinum ein álvarsaman dám.
Í kirkjuni eru tekstirnir í føstu
tíðini merktir av føstu Jesusar og
roynslum hansara. Her hoyra vit
um ferð Jesusar til Jerusalems,
stríð hansara millum tað góða og
ónda, sum hann møtir á Páskum,
har hann verður krossfestur, doyr
og síðani reisir upp frá deyðum,
sigur Marjun Lómaklettur, prestur
í Christianskirkjuni í Klaksvík.
– Vanligt er, at vit seta ferðina
niður hesa tíðina, sum kallar
okkum til djúphugsan og ró í sinni
og sál, so vit fáa hugsavnað okkum
um líðing Jesusar fyri menniskj
una, sigur Marjun Lómaklett,
sum heldur, at tað kennist ikki
smávegis paradoksalt, nú vit eru
noydd niður í ferð.
Boðskapur kirkjunnar er ikki
burturblivin, hóast vit ikki sleppa
at savnast fleiri enn tíggju í bólki
samstundis. Kirkjan er farin
á alnótina, og Guðstænastur,
jarðarferðir og andaktir verða
stroymdar yvir netið. Samrøður
og vitjanir ger prestur gjøgnum
telefonina ella Facetime.
–Boðskapurin er teldutøkur,
og tað er positivt, at vit kunnu
vera saman á tann hátt, og boð
skapurin verður boðaður, hóast
umstøðurnar ikki loyva, at vit
savnast. Hetta er serstakt, tí
kirkjan hevur altíð havt opnar
dyr, men nú hevur heilsustøðan
lukkað tær. Tað er fantastiskt, at
tøknin loyvir okkum at lata tær
upp á annan hátt, sigur prestur.
– Hendan tíðin noyðir okkum
at steðga á og hugsa um okkara
egnu virðir. Materialisman hevur
nógv vald á okkum øllum í dag,
og onkursvegna fáa vit høvi til at
velja, hvat vit vilja fáa burturúr
lívinum og gerast selektiv eftir
eina slíka tíð, har ferðin er sett
niður. Vit kunnu nú reinsa út, sigur
Marjun Lómaklett umhugsin.
Menniskjaligt at stúra
– Hetta er ein heilt, heilt serstøk
og serlig tíð á allan hátt. Landið
er í undantaksstøðu, og vit eru
øll í einum nýggjum og ókendum
gerandisdegi. Mong gerast óttafull
og stúrin, tí ókenda støðan skapar
órógv. Tað liggur til menniskjuna,
sigur hon.
Marjun Lómaklett hevur
merkt, at stúranin hjá er vaksin
fólki serliga nógv, eftir at korona
smittan kom til Føroya.
– Í fjølmiðlunum hava vit í
longri tíð hoyrt um, at korona
smittan hevur herjað í fleiri av
heimsins londum, men harfrá og
so til at hon rakar títt egna land, og
man knappliga stendur andlit til
andlits við hesa heilsukreppuna,
ja tá kemur tað undir húðina.
Hetta krevur at vit øll taka ábyrgd
- landsins myndugleikar og hin
einstaki, sigur hon.
– Sum prestur havi eg upplivað,
at fólk hava verið óttafull. Øll
hugsa um síni eldru og tey, sum
eru í vandabólki, og tí má man
leggja seg eftir fyritreytunum
fyri at verja tey, leggur hon aftrat.
Hendurnar bundnar
handan ryggin
Áðrenn koronasmittan veruliga
fór í umferð í Føroyum, var ein
jarðarferð – sum so mangan fyrr
– í Christianskirkjuni, har Marjun
Lómaklett er prestur.
– Vit vistu, at tað fóru at koma
nógv fólk til hesa jarðarferðina.
Síðani komu avmarkingarnar.
Fyrst vóru tilmælini, at ikki fleiri
enn 500 skuldu savnast, síðani var
tað 100. Tað kendist sera forvirr
andi fyri okkum øll, sigur hon, tá
hon verður spurd, hvussu heilsu
kreppan hevur ávirkað arbeiði hjá
henni sum prestur.
– Samstundis vórðu fleiri sett
í sóttarhald í býnum, og tað vóru
mong, sum ikki kundu koma til
jarðarferðina. Tí fóru vit undir
arbeiði at ljóðstroyma jarðar
ferðina.Tað riggaði ordiliga væl,
nú tá tað ikki kundi vera øðrvísi,
sigur hon og leggur aftrat, at eftir
ljóðstroymdu jarðarferðina, sum
mong fingu gleði av, fekk hon fleiri
fyrispurningar um at ljóðstroyma
Guðstænastur og samankomstir,
ið eru í kirkjuni.
– Tað arbeiddu vit síðani uppá.
Vit stroyma Guðstænastuna
klokkan 10 sunnumorgun og halgi
dagar, og hon er eisini at finna á
Facebookvanganum og Youtube
kanaluni hjá Christianskirkjuni.
Prestarnir við kirkjuna hava tað
so aðruhvørja ferð.
Tað er ikki bert mátin vit
hava tiltøk á, ið er broyttur við
tilmælunum frá myndugleikun
um, men allar menniskjaligu um
støðurnar kring tiltøkini broytt
ust við.
– Tá koronavirusið kom til
landið, broyttust umstøðurnar
tíma fyri tíma. Vit sótu øll klistrað
frammanfyri skíggjan og lurt
aðu eftir tíðindafundunum, ið
myndugleikarnir høvdu. Knapp
liga kundu vit ikki savnast saman
við øðrum, og tá vit vóru saman
við øðrum, skuldu vit halda fjar
støðu, sigur hon.
Prestur heldur, at hesi tilmæl
ini raka okkum øll á ymsan hátt,
men serliga er tað torført at vísa
teimum samkenslu, ið syrgja.
– Tær føstu mannagongdirnar
eru broyttar. Vit taka ikki í hond
ina á teimum ella klemma tey, ið
hava mist, vit leggja ikki hondina
á kistuna, sum er gomul og góð
siðvenja, vit halda ikki ervi og
baka ikki kakur. Vit hava – uttan
at hugsa um tað – víst samkenslu
og verið um tey syrgjandi á
ávísan hátt . Tað kunnu vit ikki
longur. Hendurnar verða bundn
ar afturum ryggin, sigur hon um
hugsin.
– Tað krevur eina aðra nærveru,
tí tað gerst torført at vera høflig,
vísa samkenslu og virðing. Man
er í eini tvístøðu, tá man fær ikki
úttrykt seg og verið til staðar og
saman við avvarandi, sigur hon.
–Tað eru serliga jarðarferðirnar,
ið hava kravt, at eg eri til staðar á
ein øðrvísi hátt, enn eg var áðrenn
koronasmittan legði samfelagið
lamið. Í fyrstuni vitjaði eg oftari
tey avvarandi, tí eg visti, at tað
komu fá onnur fólk á gátt. Síðani
vórðu tiltøkini herd, og nú mugu
vit taka tað yvir telefonina ella
Facetime, sigur hon og greiðir frá,
at tað eisini er ein avbjóðing fyri
onnur enn prest, ið ynskja at vísa
samkenslu fyri teimum, ið sita
eftir.
– Nú nýttar lítið at bera ótelj
andi køkur inn til tey, ið syrgja.
Tí, hvør skal eta allar køkurnar, tá
einki ervi verður hildið, spyr hon.
– Í hesum døgum verða vit
noydd til at endurhugsa, hvussu
vit vísa nærleika og nærveru utt
an at geva klemm ella at taka í
hondina á hvørjum øðrum. Vit
kunnu til dømis ringja, geva eina
brævheilsan ella seta ein heitan
døgurða uttanfyri hurðina, sigur
hon.
Í løtuni fara ongar kirkjuligar
handlingar fram í kirkjuni ella
aðrastaðni, so sum dópur, vígslur,
altargongd ella bírættan, uttan so,
at tað stendur um lív.
– Undir vanligum umstøðum
eri eg sera nógv úti í ymiskum
arbeiðsuppgávum. Og eg merki
tað væl, at hóast tíðirnar skapa ein
ótta og eina óvissu, so er tað deiligt
eisini at hava fingið ein møguleika
til at seta ferðina niður og viður
kenna, at sjálvfylgjurnar ikki eru
sjálvfylgjur longur. Eg trúgvi, at
vit koma glaðari út úr hesi tíðini,
tí vit síggja virði í tí, sum vit ikki
hava havt stundur til at síggja í
vanliga gerandisdegnum, sigur
hon.
Vilja tosa við prest
Í Fólkakirkjuni eru Guðstænast
unar í fyrstu syftu avlýstar til 13.
april, og síðani verður endurmett.
Hetta merkir, at arbeiðsbyrðan
hjá Marjuni er sera nógv broytt
– hóast hon ikki er nógv minkað.
– Tey, sum ringja til prest ynskja at fáa ta andaligu
dimensjónina við. Summi vilja hava eina bøn, og summi
vilja hava eitt prát ella vegleiðing. Eg havi havt nógvar
pastoralar uppgávur alla ta tíðina, eg havi virkað
sum prestur, men nú er tað eitt eyka lag av ótta, iva
og stúrni millum fólk, tí hetta er ein heilsukreppa,
har øll eru í vanda, sigur Marjun Lómaklett, prestur,
sum hugleiðir um hesa tíðina føroyska samfelagið av
álvara hevur sett ferðina niður sum fyribyrging fyri,
at heilsuverkið verður ovbyrðað av koronasmittuni
Tær føstu mannagongdirnar eru
broyttar. Vit taka ikki í hondina á
teimum ella klemma tey, ið hava mist,
vit leggja ikki hondina á kistuna, sum
er gomul og góð siðvenja, vit halda ikki
ervi og baka ikki kakur. Vit hava – uttan
at hugsa um tað – víst samkenslu og
verið um tey syrgjandi á ávísan hátt .
Tað kunnu vit ikki longur. Hendurnar
verða bundnar afturum ryggin
Nú nýttar lítið at bera óteljandi
køkur inn til tey, ið syrgja. Tí,
hvør skal eta allar køkurnar
Nógv vilja tosa við prest