Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020 28 LÍV & HEILSA – Vit hava tamarhald á hesum Yvirhøvur er støðan í Føroyum góð, og landsins myndugleikar og heilsumyndugleikarnir hava í løtuni tamarhald á smittuspjaðingini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tá Sosialurin biður um eina støðulýsing av føroysku heilsustøðuni undir koronakreppuni STEINAR PATURSSON – Eg haldi, at støðan er trygg. Hon er rættiliga trygg. Vit hava tam­ arhald á hesum, og tað er nokk eingin ivi um tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. – Framtíðina kennir mann so ikki til, men støðan er góð í løt­uni, tá tað kemur til virusið og heilsu­ fakligu støðuna. Fólk akta almennu tilmælini Kaj Leo Holm Johannesen hevur áður verið í miðlunum, har hann hevur hartað tey, ið ikki hava tikið almennu heilsutilmælini í nóg stóran álvara. Onkur hevði verið úti millum fólk, hóast viðkomandi vóru sett í sóttarhald, og løgreglan boðaði farna vikuskifti frá, at ymsastaðni í Havn vóru ung fólk, ið høvdu savnast í ballum, hóast heilsumyndugleikarnir hava mælt til, at tú í størstan skalt halda teg innandura, og at tú skalt ikki savnast í bólkum. Kaj Leo Holm Johannesen held­ur tó, at tamarhald er fingið á teirri støðuni, og at fólk yvirhøvur lurtað eftir tí, ið verður sagt. – Eg haldi, at í veruliga stóran mun hava føroyingar lurtað eft­ ir og hava skilt boðskapin. Og tað vísir seg eisini, at tað koma ikki nógv fólk heim til páskir. Eg vil siga, at 99 prosent av øll­um føroyingum hava verið fant­ast­ iskir og hava fylgt teimum leið­ regl­um, sum hava verið sendar út. Tað má eg siga, og eg haldi, at vit hava klárað tað væl. Fólkið eigur æruna av góðu úrslitunum Tá spurdur um tað eru ávís ting, ið føroyingar kundu havt gjørt betri undir hesari kreppuni, er Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur, at tað er tað ikki. – Nei. Eg dugi ikki at síggja, hvørji ting skuldu verið gjørd betri. Vit vóru heilt tíðliga úti í mun til nógv onnur lond í Evropa. Vit hava gjørt tað í sambandi við testing, vit hava gjørt tað í sam­ bandi við sóttarhald, vit hava gjørt tað í sambandi við at avbyrgja og verja tey gomlu. Vit hava gjørt hetta eftir bókini. Tað er eisini fólkinum at takka, at almennu tiltøkini hava eydnast so væl, og at smittan er minkað niður í næstan einki. – Grundin til at tað gongur væl, tað eru føroyingar. Tað er fólkið, sum eigur æruna av, at tað hevur gingið væl. Tað er eingin annar - eing­in ivi um tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Einki maskutilmæli í væntu Meðan vesturlendskir myndug­ leikar yvirhøvur ikki hava mælt til at nýta maskur, hava heilsu­ myndug­leikarnir í nógvum Asiat­ isk­um londum viljað verið við, at allir borgarar skulu nýta maskur, tá teir eru úti millum onnur fólk. Center for Disease Control, sum er amerikanski stovnurin fyri fólka­heilsu og smittufyribyrging, er í løtuni við at endurmeta til­ mæl­ini viðvíkjandi maskubrúki, og væntað verður, at CDC fer at broyta tilmælini soleiðis, at mælt verð­ur til at brúka masku í al­ menna rúminum. Kaj Leo Holm Johannesen sig­ ur, at nýtsla av andlitsmaskum hevur ikki verið upp á tal í Før­oy­ um, og av tí at umstøðurnar eru so ymiskar frá metropolunum í Asia og USA til smáu føroysku lokal­samfeløgini, so verða masku­ tilmæli av ongum. – Eg haldi ikki, at vit skulu vera so panisk um tað. Vit hava góð areal í Føroyum, og vit liva ikki í stórbýum, sum til dømis New York. Tættleikin her heima kann ikki samanlíknast við tættleikan í stórbýum. Tú kemur ikki so tætt í Føroyum, sum tú gert tað í stór­ býum. Støðan í New York er seinastu dag­arnar vorðin munandi verri, og samlaða talið av smittaðum í statinum fer skjótt at nærkast 80.000. – Vit eru ongantíð komin út í tær støðurnar, sum amerikanarar eru komnir í í New York, og sum kinesarar og italienar eru komnir í. Vit eru ikki í panikki. Higartil hava vit fyrireikað okkum so mikið væl, at vit hava ikki havt brúk fyri tí diskussiónini. Hvat fram­tíðin hevur at bjóða uppá, tori eg ikki at siga. – Vit hava fingið talið so langt niður, sum vit kunnu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen og sipar til, at hendan morgunin vóru bert fýra nýggir tilburðir av koronasmittu staðfestir í Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen vísir eisini til tilmælini frá heims­ heilsu­stovninum, WHO, sum ikki hevur tilmælt brúk av maskum í almenna rúminum. Men tá spurd­ ur um myndugleikarnir ætla at broyta tilmælini, skuldi WHO broytt síni tilmæli, svarar Kaj Leo Holm Johannesen, at tað metir hann ikki, orsakað av oman­fyri­ nevnda tættleika. – Tað hevur heldur ikki verið nevnt nakað um maskur av epi­ demi­kommissiónini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. – Talið er so lágt, sum tað kann vera, og realistiskt sæð kanst tú heldur ikki sleppa undan virus­ in­um. Støðið er so lágt, sum tað kann vera, og eg dugi ikki at síggja, hvussu vit hava gjørt tað ann­ arleiðis, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen. Tríggjar vikur við niðursettari ferð 12. mars boðaði løgmaður frá, at samfelagið varð sett niður í ferð, og at fleiri tiltøk skuldu setast í verk fyri at basa koronasmittuni. Tað eru sostatt tríggjar vikur síðani, at lok varð lagt á samfelagið. Kaj Leo Holm Johannesen vil kortini ikki siga tað stóra, um hvørt lands­ stýrið er til reiðar at fara undir at lata samfelagið upp aftur, ella um hvørjar fyrireikingar eru gjørdar í tí sambandi, tí ta uppgávuna eigur løgmaður. – Sjálvandi hava vit tosað um tað, men tað verður løgmaður, ið úttalar seg um tað. Eg skal tryggja mær, at heilsuverkið er trygt og gott, og higartil hevur tað eydnast heilt væl, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsu­málum.