hósdagur 2. apríl 2020síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. APRÍL 2020
40
ÁRSAÐALFUNDUR Í P/F ATLANTIC PETROLEUM
www.petroleum.fo
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at
verða í hølunum hjá Advokatfelagnum, Lucas Debesargøta 8, 100
Tórshavn
hósdagin tann 30. apríl 2020 kl. 15.00 (føroysk tíð)
við hesi fundarskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári.
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar.
3A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2019 og 2020.
A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2019.
Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir
faktisku nevndarsamsýningina fyri 2019 á íalt
DKK 510.483,82.
B Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri 2020.
Nevndin skjýtur upp, at støðið fyri nevndarsamsýning
fyri 2020 verður:
• Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 60.000,00.
• Formaðurin móttekur 2,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Næstformaðurin móttekur 1,50 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 fer
støðisnevndarsamsýningina.
• Formaðurin fyri grannskoðaranevndina móttekur 0,50
fer støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu
nevndarsamsýning síni.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli
sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing.
Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært góðkenda
roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
5. Val av nevnd.
Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri vali
fyri eitt 1 ára skeið, nevniliga: Ben Arabo, Kaj Johannesen
og Mourits Joensen.
Nevndalimirnir hava boðað frá at teir taka við vali og
verður afturval skotið upp.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotini,
verður víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin.
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 100 Tórshavn, og skjýtur
nevndin upp at afturvelja P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki
at sita sum grannskoðari felagsins til næsta ársaðalfund.
7. Aðalfundargóðkenning av at strika sekundæru
listingina av partabrøvum hjá felagum á OSLO BØRS.
Í løtuni eru ein partur av partabrøvum felagsins sekundært
listaði á OSLO BØRS. Hesi partabrøv eru, eins og øll hini
partabrøv felagsins, primert listaði á keypsskálanum í
Keypmannahavn (NASDAQ OMX Copenhagen).
Umsetningurin av sekundært listaðu partabrøvum felagsins á
OSLO BØRS er ógvuliga lítil. Virksemi felagsins er ógvuliga
nógv skert seinastu árini, har felagið eisini er hildið uppat við
virksemi sínum í Noreg. Nevnd felagsins metir tí ikki hóskiligt
at hava partabrøv í felagnum listaði á OSLO BØRS, og tí ynskir
nevnd felagsins at strika hesa sekundæru listing av
partabrøvum felagsins frá OSLO BØRS og søkja um at fáa
strika hesa sekundæru listing av partabrøvum felagsins frá
OSLO BØRS.
Nevndin setur tí til aðalfundin fram hetta uppskot til
aðalfundarviðtøku:
“Aðalfundur felagsins góðkennir at sekundæra lisitingin av
partabrøvum felagsins á OSLO BØRS, verður strikað og verður
nevnd felagsins heimilað at taka eina og hvørja avgerð og stig
í hesum sambandi”
Aðalfundur felagsins hevur áður viðtikið hetta, men fór striking
tá ikki fram. Fyri at viðgerða slíka umbøn krevur keypsskálin at
viðtøka um hetta ikki er eldri enn 12 mánaðir og verður hetta
tí at viðtaka av nýggjum.
8. Ymiskt.
- - - 0 - - -
Viðtøkumeiriluti.
Uppskot á skránni fyri fundin kunnu viðtakast við vanligum
atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum,
umframt atkvøðugreiðsluháttur.
Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í
sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv,
sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin.
Skrásetingardagurin er týsdagin hin 23. apríl 2020.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava rætt
til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi
mánadagin hin 27. apríl 2020 hava fráboðað felagnum hetta.
Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu
felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Lucas
Debesargøta 8 , FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + (298) 591601 og/
ella á teldupostinum markh@petroleum.fo.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum, hevur
hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta sína
vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á
skrivstovu felagsins Lucas Debesargøta 8, F0- 100 Tórshavn, kunnu
partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum
sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor Portal umvegis
heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu umvegis henda
portal.
Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á
sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi
hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum,
møtir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki
og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.
Brævatkvøður
Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða
skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við
brævatkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða
brævatkvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu
felagsins Lucas Debesargøta 8, FO-110 Tórshavn ella á
teldupostinum markh@petroleum.fo í seinasta lagi mikudagin hin
29. apríl 2020.
Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu
felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta
um ársfrásøgnina 2019 og støðuna hjá felagnum annars ella um
spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir
partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda
spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum, Lucas Debesargøta 8,
F0- 110 Tórshavn ella við teldubrævi á markh@petroleum.fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum munnliga
seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, harundir ársroknskapurin 2019
og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1) ársroknskapurin
2019 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3)
fullfíggjað uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið
av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður til
aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævatkvøður liggja
frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Lucas Debesargøta 8,
F0- 110 Tórshavn (tlf nr. + (298) 51 16 01) í seinasta lagi 3 vikur
áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum við at venda
sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar eisini er tøkt á heimasíðu
felagsins www.petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 3.697.860 býttur sundur í partabrøv
á kr. 1,- og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu
fyri hvørjar kr. 1,- teir eiga í partapeningi.
Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum: 3.697.860.
Felagið hevur kosið sær P/F Betri Banki til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á
heimasíðuni www.betri.fo ella á telefon nummar + 298 348 000
fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Tórshavn, hin 3. apríl 2020
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin