týsdagur 21. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UMMÆLI
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Freydis Poulsen, lærarinna,
ættað úr Oyndarfirði, hevur
seinsta árið skriva brot úr
Oyndarfjarðar søgu, skrivi-
arbeiðið er úrslitið av ein-
um lívslongum kanningar-
arbeiði og nú hava vit tað
svart upp á hvítt á 369
síðum í eini snotiligari bók
frá Føroyaprent.
Eg havi havt áhuga fyri
bókum so langt aftur eg
kann minnast, og hóast tað
stríðir móti øllum vanligum
forrætningsmorali mitt í
hesi bókasølu tíð, har kapp-
ingin er knallhørð, og eg
sjálvur sum rithøvundur eri
mitt í hesi kapping, so má
eg siga, at hetta er ein tann
størsta bókauppliving eg
havi havt í lívinum. Okey,
eg eri kanska ógegnigur so
tað brakar eftir í, tí eg eri
sjálvur oyndfirðingur, og
tað er mín ættarsøga, hon
skrivar, men her er talan um
eitt megnarverk, sum fær
lýtini at hvørva sum kava-
flikrur
á
feburpíndari
pannu.
Og hví øll henda hálov-
anin um eina bók um eina
lítla bygd, kloynd millum
fjøll og plágað av høgætt
hesa ársinstíðina. Tí í hes-
um førinum eri eg førur fyri
at úttala meg. Eg havi fyrr
umrøtt staðbundnar sið-
søguliga bøkur, men har
hevur vitanin verið so tunn,
at eg havi havt ilt við at
mett um talan var um eitt
dygdarverk ella ikki. Í hes-
um førinum dugi eg lekti-
ina. Oyndarfjarðar søga, í
hvussu er frá 1870 og
frameftir, er trúttað niður í
meg, síðan eg var stórur
smádrongur, ella trúttað er
skeivt orð, eg havi havt
áhuga fyri hesi søgu, havi
lurtað og nú kemur Freydis,
og skrivar øll hesi nøvnini
niður svart upp á hvítt. Hon
ruddar og skipar, soleiðis at
nú endiliga dagar rætti
samanhangurin fram og eg
farið at skilja mína ættar-
søgu nógvar ferðir betri. Eg
eri partur av eini stórari
familju, sum er vaksin í
øldir av fólkum úr Oyndar-
firði og øðrum, sum eru
komin í bygdina og hava
sett seg niður har. Her er
samanhangurin, tað er ein
takksamur maður sum her
skrivar.
Eg veit at eg eri skúla-
maður, heiðriksstovumað-
ur, tartamaður, hoygarðs-
húsmaður, hálvmørksmað-
ur,
garðhornsmaður,
breytnamaður og stóru-
stovumaður og at eg allar-
helst eri í ætt við allar ordi-
liga oyndfirðingar. Men
hvussu hongur alt hetta
saman. Bókin hjá Freydis
gevur mær svarið, og nú
nýtist mær slett ikki at
minnast so nógv longur, tí
nú er bara at blaða í bókini.
Eg veit, at fólk sita norð-
uri í Oyndarfirði í dag og
hava akkurát somu kenslu
og vit útisetaoyndfirðingar.
Vit fáa ein samanhang av
bókini hjá Freydis og tá er
málið nátt við eini bygda-
søgu.
Fyrstu tvær næturnar
aftan á útgávuna gekk
klokkan til fimm á nátt,
áðrenn eg legði meg, og tá
ið eg hevði lagt meg, so
dagaðu øll hesi fólkini
fram. Sóu tey veruliga
soleiðis út. Onkuntíð var eg
eitt sindur vónbrotin. Eg
hevði hugsað mær onkran
eitt sindur ørvísi. Hevði
gjørt mær ein mynd inni í
heilanum av fólki, sum eg
hevði hoyrt um, men ong-
antíð sæð mynd av.
Tað var við bivandi hjarta
at eg læt bókina upp. Eg
visti, at her fóru at vera
myndaligar
avdúkingar,
sum fóru at skaka mína
sjálvgjørdu mynd av míni
ættarsøgu. Eg fekk rætt
beinanvegin. Heini í Stov-
uni doyði nakað fyri eg var
føddur. Hann varð kallaður
Stóraskegg. Eg hevði hugs-
að mær eitt skegg sum
segði spar tvey til alt og
rakk minst niður um rørar-
nar. Og so síggi eg myndina
og skeggið røkkur illa nokk
niður á bringuna. Eg gjørd-
ist eisini bilsin tann rætta
vegin. Langomma í Hálv-
mørk, Oluffa, tað var tann
fína úr Havn, sum tosaði
havnamál elligomul, hóast
hon kom blaðung til Oynd-
arfjarðar at búgva, hon er
nógv penari á brúðarmynd-
ini í bókini, enn eg minnist
hana sum smádrongur elli-
gomul. Onkur av mínum
sjálvgjørdu myndum helt
stikk. Petur við Lið, sum eg
slett ikki minnist og heldur
ikki havi sæð mynd av, men
bert hoyrt um, hann sá
akkurát út sum eg hevði
hugsað mær. Hann hevði eg
kent aftur hinumegin.
Freydis hevur ikki bara
skrivað eina ættarsøgu.
Ættarsøgan er kryddað við
hópin av smærri søgu úr
bygdini, og hesar søgur eru
nógv verdar, tí tær fara
skjótt
í
gloymibókina.
Fleiri av søgunum havi eg
hoyrt, men upp aftur fleiri
visti eg einki um. Søgurnar
fella náttúrliga inn í alt
navnatilfarið, og eg siti við
eini kenslu av, at tað er í
evstu løtu, at Freydis hevur
veitt hesar søgur.
Aftur
til
myndirnar.
Gomlu húsini á Grund-
lendi, sum vóru niðurtikin
beint framman fyri har
minnið mítt røkkur, havi eg
bara sæð eina mynd av og
hon er tikin oman eftir túni.
Freydis gevur mær ein heilt
aðra mynd. Tað er ein mynd
niðan eftir túni og hon
svara munadi betri til mína
sjálvgjørdu mynd av einum
rættiligum
bóndahúsum.
Og hendan myndin sýnir
eisini, at húsini vóru ikki í
so ringum standi at neyðugt
var at taka tey niður. Or-
søkin er heldur, at eigarin
helt, at tíðin var farin frá
slíkum gomlum húsum, og
tí bygdi hann nýtt og nú eru
hesi nýggju húsini eisini
niðurtikin og barnagarður
er komin á grundina, og
júst soleiðis gongur tað fyri
seg har fólk búleikast og
mennast.
Mín sjálvgjørda mynd av
heimbygdini fyri mína tið
er broytt. Eitt kort yvir
Oyndarfjørð frá 1801 sýnir
at tey húsini sum eg helt
vera gomul, eru nýggj í
søguligari merking og at
bygdin bara var so evarska
lítið, skrúva vit tíðina 200
ár aftur. Hon er lítil enn,
men nógv størri enn tá.
Freydis hevur gjørt eitt
megnarverk, sum eisini
hevur áhuga hjá fólki við
ættarbondum til Oyndar-
fjarðar og hendan bókin er
ein partur av bókasavninum
hjá ættargranskarum. Lýt-
ini hvørja sum kavaflykra á
feburpíndari pannu. Eitt má
eg tó nevna fyri at verja
borg. Eg verið lagdur undir
at eiga sonin Fría við einari
kvinnu, sum eitur Marita í
bókini. Hetta kenni eg einki
til, og her nokti eg blankt
faðirskapin ella paterni-
tetin. Mamma Fría eitur
Meiken.
Úr Oyndarfjarðar Søgu
er ein siðsøguligur varði,
sum framtíðin kann leggja
aðrar steinar oman á.
16
Nr. 244 - 21. desember 2004
Eitt meistaraverk
av eini bygdasøgu
Petrina, Julia, Ása, Polonia
og Jona (við tjógvi). Aftan
fyri er Grunnlendi
Mynd: Úr Oyndarfjarðar søgu