hósdagur 16. apríl 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020
SOSIALURIN 37
14
ÁRNI GREGERSEN
– Alt ger mun og er ein hjálp hjá
føroysku fyritøkunum. Tí ræður
um, at vit øll keypa so nógvar
føroyskar vørur – heldur enn
útlendskar.
Helgi Abrahamsen, lands
stýrismaður við vinnumálum,
tekur fult undir við tankanum
um, at vit í hesum koronatíðum
leggja okkum eftir at keypa so
nógv føroyskt, sum til ber.
Í sambandi við at samfelagið
er sett niður í ferð hava røddir
verið frammi um, at tað ræður
um hjá okkum at keypa so
nógvar føroyskr vørur, sum
møguligt.
Millum annað skrivar Vinnu
húsið:
– Mest effektivi hjálparpakkin
er at land, kommunur og vinnu
fyritøkur varðveita eftirspurn
ingin eftir vørum og tænastum
hjá vinnuni, og at almennir
stovnar avgreiða umsóknir og
loyvisviðurskifti skjótt og væl.
Landsstýrismaðurin heldur
eisini, at hetta hevur alstóran
týdning, serliga í hesum døgum.
– Tað er annars helst vanligt,
at vit hugsa mest um okkum
sjálvi, tá ið vit keypa. Hvar fáa
vit mest fyri pengarnar, og hvar
fáa vit bestu góðskuna.
– Hetta er sjálvandi eisini ein
partur av øllum, men í hesum
døgum er tað skilagott heldur
at brúka pengarnar upp á før
oyskar vørur, tí gera vit tað, so
hjálpa vit til at halda føroyskari
vinnu í gongd, sigur hann.
Landsstýrismaðurin leggur
tó afturat, at ein fortreyt er
sjálvandi, at føroysku vørurnar
hava eina góðsku, sum er kapp
ingarfør.
Ferðast í egnum landi
Í sambandi við at keypa føroyskt
nevnir landsstýrismaðurin ser
liga ferðavinnuna, sum er serliga
hart rakt.
– Vit vita longu nú, at út
lendsk ferðafólk í hópatali hava
avlýst ferðir til Føroya í summar,
og at onnur lond úti í heimi hava
gjørt tað mestsum ómøguligt at
ferðast. Tí eigur hetta at vera ein
upplagdur møguleiki, at vit nýta
høvi til í stóran mun at ferðast
í egnum landi, sigur lands
stýrismaðurin.
Ferðavinnan er rakt á øllum
frontum, men ein partur av
henni kann fáa gagn av at vit
ferðast í Føroyum.
– Eg veit væl, at tað er
torført at fáa okkum at brúka
gistingarhúsini, men vit kunnu
brúka innlendis ferðasambandið
og føroysku matstovurnar. Tað
er ein stór hjáp fyri vinnuna,
sigur Helgi Abrahamsen.
Føroyskar vørur
Millum tær vørur, sum før
oysk húsarhald brúka í ger
andisdegnum, eru nógvar mat-
og drykkjuvørur umframt aðrar
vørur til húsarhaldini.
Fyri at nevna nakrar, so
framleiðir Mjólkarvirki Búnað
armanna mjólkaúrdráttir av
øllum handa slag, og alt hetta
kann keypast í føroysku mat
vøruhandlunum.
Føroya Bjór framleiðir soda
vatn og aðrar leskidrykkir,
sum eisini kunnu keypast í
handlunum. Harumframt fram
leiða tey øl og spiritus til før
oyska marknaðin.
Tað sama gera onnur eisini.
Av gerandisvørum er ein hóp
ur av fiski og fiskavørum at fáa
frá føroyskum framleiðarum, og
tað sama er við kjøti og viðskera.
Aðrar vørur verða eisini fram
leiddar til føroyska marknaðin,
bæði reingerðarevnir og máling.
– Tað krevur sjálvandi, at
hetta hevur eina góðsku, sum
er á sama støði, sum innfluttar
vørur, men hugsa vit eitt sindur
meira um samfelagið enn okkum
sjálvi, so gagnar tað okkum
øllum, um vit hugsa okkum um
og velja føroyskt heldur enn út
lendskt, tá ið vit keypa, sigur
landsstýrismaðurin.
– Kring landið og í teimum
kommunum har, sum eftir
spurningur framvegis er, leggja
fyritøkurnar arbeiðið soleiðis til
rættis, at tær kunnu halda á at
framleiða vørur og tænastur.
– Fyri hesar fyritøkur er
størsta hjálpin, at land, kommun
ur o.o. halda fram við at spyrja
eftir vørum og tænastum, og
ikki byrja at útseta verkætlanir.
Og ber til at seta enn meira ferð
á eftirspurningin, so minkar
tørvurin á hjálparpakkum til
hendan partin av vinnulívinum,
sigur Vinnuhúsið eisini.
ALT GER MUN –
KEYP FØROYSKT
Nú samfelagið koyrir við minni ferð er ein
góður hjálparpakki, at vit øll keypa føroyskar
vørur heldur enn innfluttar vørur
Helgi Anraahamsen,
landsstýrismaður við
vinnumálum, heldur at tað er
eitt gott hugskot um vit øll
leggja okkum eftir at keypa
føroyskar vørur og tænastur
Kemilux framleiðir vaskievni til bæði
føroyska og útlendska marknaðin
TEMA: Keyp Føroyskt