týsdagur 21. desember 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 21. desember 2004
17
UTTAN ÚR HEIMI
Letur fangar
leysar
Ísraelsku myndugleikar-
nir hava gjørt av at lata
170 palestinskar fangar
leysar sum samsýning
fyri, at Egyptaland lat ein
ísraelskan njósnara leys-
an herfyri. Avgerðin er
eisini ætlað sum ein
roynd at sissa palestinar
upp undir forsetavalið,
sum verður í teimum
palestinsku økjunum í
næsta mánað.
Talsmaðurin hjá Ariel
Sharon, forsætisráðharra
segði um vikuskiftið, at
teir 170 fangarnir sleppa
úr
fongslinum
fyrsta
dagin. Hann dugdi ikki at
siga, hví palestinararnir
sita í fongsli, men vísti á,
at ísraelska stjórnin fyrr
hevur sagt, at fangar,
sum hava blóðugar hend-
ur, sleppa ikki út.
Vanliga uppfatanin er,
at hetta merkir, at fangar,
sum hava skipað fyri ella
framt álop á ísraelsk mál,
fáa ikki grið.
Lula missir
stuðul
Tann fyrr so væl umtókti
brasilski forsetin, Luiz
Inacio Lula da Silva,
hevur nú sitið við valdið í
tvey ár, men nú er grund-
arlagið undir stjórn hans-
ara farið at rilla.
Bæði á høgravongin-
um og á vinstravonginum
finnast politkarar at for-
setanum, sum verður
lagdur undir dugnaloysi.
Tveir av stjórnarflokkun-
um hava nú kunngjørt, at
teir hava tikið seg burtur
úr samgonguni, og teir
hava samstundis boðað
frá, at teir fara at stilla
egin valevni upp til for-
setavalið í 2006.
Tey misnøgdu leggja
Lula undir at hugsa ov
nógv um búskapin og alt
ov lítið um støðuna hjá
teimum fátæku í Brsil.
Forsetin sigur, at stjórnin
var noydd at leggja dent á
búskapin, men at hon nú
fer at leggja størri dent á
almannamál og skúla-
mál.
Útlendskir eygleiðarar
hava hug at verja forset-
an. Teir siga, at hann hev-
ur fingið skil á búskapin-
um, og at tiltøkini hjá
stjórnini hava givið stór-
an búskaparvøkstur.
Í øðini um
sjónleik
Sikhar í Bretlandi eru í
øðini um ein sjónleik,
sum verður spældur í
einum leikhúsi í Birm-
ingham, og um vikuskift-
ið gingu fleiri hundrað
fólk mótmælisgongu utt-
an fyri leikhúsið.
Sjónleikurin er ætlaður
at lýsa viðurskiftini hjá
sikhiskum kvinnum, og í
leikinum kemur millum
annað fram, at tær verða
javnan neyðtiknar og illa
viðfarnar. Tað er ikki júst
tað, sum hevur fingið øði
í teir bretsku sikharnar,
men heldur tað, at leikur-
in fer fram í einum
templi. Tað halda sikhar-
nir vera niðursetandi og
ærumeiðandi.
Politikarar í Birming-
ham eru yvirhøvur samd-
ir við sikhunum, men í
leikhúsinum siga tey, at
tey hava longu broytt
leikin fyri ikki at elva til
øsing. Ikki nóg mikið,
siga teir sikhisku leið-
ararnir. Leikhúsið vísir á
lógina,
sum
tryggjar
talifrælsi, og sýtir fyri at
gera fleiri broytingar.
Eingin royking
Í Teilandi og øðrum
buddhistiskum londum
er tað siður, at fólk geva
munkunum pengar og
mat, og tað hendir eisini
meiri enn so, at munkar-
nir fáa sigarettir frá fólki.
Men nú hevur tann
buddhistiska leiðslan í
Teilandi skotið upp, at
munkarnir skulu ikki fáa
sigarettir. Í Teilandi eins
og aðrastaðni eru heilsu-
ávaringar uttan á sigarett-
pakkunum, men eftir
nýggja
uppskotinum
skulu myndugleikarnir
eisini ávara fólk ímóti at
geva munkunum sigarett-
ir. Ætlanin er, at fólk
skulu fáa at vita, at tað er
synd at geva munkum
sigarettir.
Í sambandi við upp-
skotið umhugsa mynd-
ugleikarnir
at
banna
munkunum at roykja inni
í templunum. Afturfyri er
stjórnin til reiðar at bjóða
teimum munkunum, sum
roykja, ókeypis skeið,
sum skal fáa teir at leggja
av. Tað er ikki greitt, hvat
munkarnir sjálvir siga.
Nógvir amerikanskir
politikarar eru mis-
nøgdir við, at Donald
Rumafeld, verjumála-
ráðharri, letur eina
maskinu skriva undir
samkenslubrøvini til
teirra, sum hava mist
hermenn í Irak
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani kríggið í Irak byrj-
aði, hava meiri enn eitt tús-
und húski í USA fingið
bræv frá verjumálaráðnum,
tí tey hava mist onkran í
krígnum. Tey avvarandi
hava hildið, at Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri, hevur skrivað undir
brøvini, tí undirskrivt hans-
ara stendur niðast á bræv-
inum, men nú vísir tað seg,
at ráðharrin hevur latið eina
maskinu skriva undir fyri
seg, skrivar Reuters.
Tað hevur fingið øði í
nógvar politikarar, eisini
floksfelagar hjá ráðharr-
anum.
- Eg havi ilt við at trúgva
hasum, men hatta vísir
bara, hvussu líkasælir teir
eru. Eg havi ikki álit á
Rumsfeld longur, segði
republikanski senatorurin
Chuck Hagel við sjónvarp-
ið CBS um vikuskiftið.
Rumsfeld
viðgekk
sunnudagin, at hann hevði
ikki skrivað undir brøvini,
sjálvt um tað sær soleiðis
út.
Kríggið og ófriðurin í
Irak hava kostað fleiri
tíggjutúsund irakum
lívið. Tey flestu eru
kvinnur og børn
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað vakti stóran ans, tá tað
viðurkenda bretska lækna-
tíðarritið Lancet kunn-
gjørdi í oktober, at umleið
100.000 sivilfólk hava latið
lív í Irak, síðani kríggið har
byrjaði í mars í fjør. Ameri-
kanska stjórnin fanst hvass-
liga at metingini, og Lancet
viðgekk seinni, at ivi var
um talið. Serfrøðingarnir á
lærda háskúlanum John
Hopkins í Baltimore í
USA, sum høvdu gjørt
kanningina, hildu tó fast
um, at talið var á góðari
leið.
Nú hevur bretski stovn-
urin Medact kunngjørt eina
nýggja kanning, sum kem-
ur til ta niðurstøðu, at met-
ingin í Lancet var ikki heilt
av leið. Stovnurin sigur, at
alt fleiri og fleiri sivilfólk
lata lív í ófriðinum í Irak,
og at uppaftur nógv fleiri
fáa
varandi
mein,
tí
heilsuverkið virkar als ikki.
Sambært Medact er støðan
so álvarssom, at heilsustøð-
an hjá irakska fólkinum er í
vanda, sum tikið verður til í
frágreiðingini.
Eins og Lancet vísir
Medact á, at undan kríg-
num doyðu flestu irakar av
hjartasjúkum ella ymsum
varandi sjúkum, men síðani
kríggið byrjaði, eru nógv
tey flestu deyð av krígsat-
gerðum ella harðskapi.
Lagt verður afturat, at tey
flestu, sum doyggja av hes-
um ávum, eru kvinnur og
børn.
Vanliga
hevur
ST
ábyrgdina av at veita fólki í
krígsøkjum
hjálp,
men
Medact sigur, at ófriðurin
hevur gjørt tað ómøguligt
hjá ST og øðrum altjóða
felagsskapum
at
veita
irakska sivilfólkinum ta
neyðugu hjálpina. Ameri-
konsk hjálpartiltøk hava
heldur ikki virkað, sigur
Medact, sum mælir ST til
at seta eina óhefta nevnd at
kanna, hvussu stóran skaða
kríggið hevur gjørt irakska
fólkinum,
og
hvussu
heilsustøðan í landinum
veruliga er.
Í túsundatali doyggja
og heilsuverkið er í sori
Skrivaði ikki undir samkenslubrøvini
Sunnudagurin var ein av teimum heilt ófriðarligu døgunum í Irak. Í býnunum Kerbala og Najaf doyðu 62 fólk av bilbumbum
Mynd: Reuters