Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 20 Føroysk framleiðsla stendur seg væl - um prísurin er tann rætti Í matvørubúðunum kring landið er tað yvirhøvur útlendskar framleiðsluvørur, ið eru mest at síggja. Kortini er eisini føroysk framleiðsla at finna millum hillarnar, og vit hava verið á gátt í Á handlinum við Landavegin at síggja, hvat úrvalið av føroyskum vørum er. Tað er als ikki ein dropi í sjónum, sigur Kári Andreasen, ið rekur Á handilin við Landavegin STEINAR PATURSSON Y virhøvur eru tað mat­ vørur, ið eru at síggja á hill­unum í handilinum, tá tað kemur til før­ oyska framleiðslu. Kemur tú inn í handilin gerst tað skjótt greitt, at tað eru mjólka­ úr­dráttirnir frá MBM, ið eru mest sjónligir av føroysku vør­uni, ið fæst í handlinum. Mjólka­úr­drátt­ irnir, ið er alt frá mjólk til jogurt til ost, fylla fleiri køliskáp, og tað er ikki nakað at siga til, at mjólkin selir mest, tí hana drekka øll, sigur Kári Andreasen. Mjólkaúrdráttirnir er tað, ið al­oftast er at finna í innkeyps­ vognunum hjá kund­unum, og næst eftir mjólkini er viðskerin. – Har er sjálvandi Krás, sum ikki má gloymast, og sum er før­ oyskt framleitt. Tað eru tær ymsu liv­urposteiirnar og føroysku pyls­ urnar, so sum rullupylsa, skinsa­ kjøt, kjøtpylsa. Har er royktu pyls­urnar - medistarapylsa, frank­ furtarar. Ikki at gloyma blóð­ pylsuna, hon er øgiliga góð, sig­ur Kári Andreasen um úrvalið av við­ skera frá Krás. Eins og Miklagarður framleiðir lidnar døgurðar, framleiðir Krás eisini døgurðar til Á handlarnar. – Tað er so ikki føroysk rávøra, men tað verður framleitt í Før­ oyum, og tað selir eisini væl, sigur Kári Andreasen. Eisini nevnir Kári Andreasen føroysku vatnframleiðsluna, ið hevur tikið seg nógv fram seinastu tíðina. – Har er Føroya Bjór, sum er rætti­liga stórt. Brúsvatnið við smakki hevur vundið rættiliga nógv upp á seg, og har stendur tað ikki aftan fyri nakað annað - og tað sama við vatninum frá Aurora og Kirvi. Bert føroyskur fiskur Tá tað kemur til fiskavørur - sjó­ gæti - er talan so at siga bert um før­oyskar vørur. – Okkurt er av útlendskum vør­ um, so sum jomfrúhummarum og onnur smáting, men fiskavørurnar eru so at siga bara føroyskar, sigur Kári Andreasen og nevnir fiskapylsurnar hjá Primafisk sum vøru, ið selir heilt væl. Føroysk fiskavøra er eisini góðskuvøra, ið ikki kann sam­ met­ast við aðra vøru, og tí er einki undarligt í, at føroyskir handlar selja føroyskan fisk heldur enn út­lendskan. – Eg havi onkuntíð sjálvur roynt at keypt danskan fisk, men tað er als ikki tað sama, sigur Kári Andreasen. Sitrónuppvaskið eigur marknaðin Aftrat matvørunum eru eis­ini serliga tvær føroyskar fram­ leiðslur, ið stinga burturúr. Annað er tógvið frá Navia, sum altíð er at síggja í handlinum, men hvørs søla rættiliga hevur tikið dik á seg, síðan myndugleikarnir komu við sínum koronatiltøkum í mars mánaði. Hin er vørurnar frá Kemilux, og serliga sitrónuppvaskið. – Sitrónuppvaskið hjá Kemi­ lux er tað, sum øll brúka. Alt annað er smáting samanborið við sitrónuppvaskið, sigur Kári Andr­ e­asen og leggur aftr­at, at hóast sølan av øðrum húsar­halds­løgum, so sum gólvvaski, er góð, so er hon á sama støði sum útlendsku vør­ urnar. Hægri prísur, men onnur vøra Prísurin á føroysku vørunum er hægri enn á útlendsku vørunum, ásannar Kári Andreasen. Tá tíðin er til røtur, selir handilin føroyskar røtur, men tað ber ikki til at selja føroysk epli, tí prísmunurin er ov stórur. – Eplir hava vit ikki, tí at prís­ munurin er ov stórur. Fólk vilja gjarna keypa føroyskt, men ikki til ein og hvønn prís. Um føroyska vøran er fleiri ferðir dýrari enn tann útlendska, so keypa fólk hana ikki. Men hóast prísmunur eisini er á øðrum vørum, so er hann ikki so ógvisligur, og fólk vilja fegin brúka nakrar eyka krónur upp á føroysku vøruna. Orsøkin er ofta tann, at umframt at føroysk vøra er góðskuvøra, so er hon heldur ikki tann sama og útlendska vøran. – Føroyska rullupylsan er ein pylsa, sum er gjørd í Føroyum. Tað er eitt handverk, sum ikki kann samanberast við skinkupálegg og aðra ídnaðarframleiðslu, sigur Kári Andreasen og ivast ikki um góðskuna. – Mítt inntrykk er, at tað før­ oyska er næstan altíð betri. Fyri at fara inn á páleggið aftur, so er tað framleitt sum handverk og ikki ídnaðarframleiðsla. Tað verður ongantíð tað sama, sum fór tað ígjøgnum eina fabrikk, sigur Kári Andreasen. TEMA: Keyp føroyskt