Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 22 Hugskot gerast veruleiki Á Stiðjagøtu 11 í Havn, har Dekostovan heldur til, arbeiða tey sum vant. Tilgongdin til arbeiðsuppgávurnar og uppgávurnar sjálvar eru ikki so nógv broyttar, tí hølini eru stór, og starvsfólkið arbeiðir vanliga við frástøðu frá hvørjum øðrum. Og so verður sprittað sum tilmælt. Eitt, sum tó sermerkir gerandisdagin í sermerktu korona-umstøðunum er innihaldið av tí, sum verður framleitt. Í høvuðsheitum ynskja fólk og fyritøkur at veita kunning, soleiðis at tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO – Í Dekostovuni framleiða vit alt tað, sum ein sniðgevi kann hugsa um at finna upp á av grafiskum tilfari, sigur Christian Nagata, stjóri í Dekostovuni. Men hóast uppgávurnar vanliga eru ómetaliga fjølbroyttar, so eru eisini tær merktar av støðuni Covid-19 hevur sett føroyska samfelagið og allan heimin í. – Hevur tú góð konsepthugskot, sum tú hevur hug at sniðgeva, so kunnu vit prenta á alt tilfar so sum bilar, hús, rútar, lastbilar og mangt annað. Nú hava myndugleikarnir boðað frá, at skúlar og dagstovnar varliga lata upp aftur, og tí er stórur tørvur á frámerking og kunning til bæði børn, starvsfólk og lærarar, sigur Christian Nagata, stjóri í Dekostovuni. – Tað er í áhuga arbeiðsgevarans og teimum, ið nú skulu arbeiða undir nýggju umstøðunum at verða mint á, hvussu tey skulu gera, nú tá tey koma á stovn ella í skúla. Tað er eisini umráðandi, at kunn­ingin til børnini verður gjørd á ein góðan hátt, leggur hann aftrat. Hann greiðir frá, at í Deko­stov­ uni hava tey ikki gjørt so nógv av slíkum kunnandi tilfari sum hesum áðrenn koronakreppuna, men júst nú er tørvurin á hesum stórur hjá fyritøkum kring landið. – Fokus er á, at fáa tilmælini sjónlig, sum almennu Føroyar hava fráboðað, sigur hann. Áminnig til børn og vaksin Tað er ein avbjóðing at kunna smá­børn og skúlabørn í teimum yngru flokkunum um frástøðu og reinføri. Men hetta er ikki ein ov stór avbjóðing, heldur Christian Nagata. – Tað sum er umráðandi er, at starvsfólk og børn verða mint á tilmælini og vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg. Í Dekostovuni gera vit millum annað t-sjúrtur, roll- up og klisturmerki til gólvini við áminningum. Vit prenta kunn­ ing­artilfar til vesi um at spritta hendur, og mangt annað. Vit hava seinastu dagarnar tosað við fleiri skúlar og barnagarðar, ið vilja hava okkum at hjálpa teimum at gera konseptir, sum minna á at spritta og vaska, uttan at tað kenst frá­stoytandi hjá børnunum, sigur hann. Dekostovan er ein føroysk fram­leiðslu fyritøka, sum bjóðar føroyskum fyritøkum og stovnum alt frá at fáa føroyska heimskortið mont­erað á ein vegg til dekorering av bilum, lastbilum, skelting á bygn­ingum, fótbóltsvallir, skriv­stovur, handilsvindeygu, arbeiðs­klæðir, reklamulutir og annað. – Av tí at vit hava arkitektar, graf­ikarar, ráðgevar og ikki minst fólk, sum framleiða og mont­ era, og alt er á einum staðið her í Stiðjagøtu í Havn, so kann eitt kon­sept gerast veruleiki, fram­ leið­ast og enntá monterast eftir einum degi, sigur hann og tekur Pásk­irnar sum dømi. – Vit hava verið til arbeiðis um Pásk­irnar og gjørt skelti klár til SMS, sum væl skeltað lat dyrnar upp aftur týsdagin. Tað sama hava vit gjørt fyri Magn støðirnar, Apoteks­verkið, Akstovuna og nógv onnur støð, har nógv við­ skifta­fólk koma, sigur hann. – Kundin hjá okkum kann vakna um morgunin uttan nakað ítøkiligt hugskot og fara til hús aftur við einum liðugt fram­leidd­ um hugskoti, sum eisini er mont­ erað, leggur hann smílandi aftrat. TEMA: Keyp føroyskt