Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. apríl 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. APRÍL 2020 SOSIALURIN 37 34 F øroyaprent hevur mist 2/3 av virkseminum í apríl. Hetta er ein sera trupul tíð, sigur Jon Hest­oy, stjóri. Vanliga surra maskinurnar hjá prentsmiðjuni, Føroya­ prent, ein stóran part av sam­ døgrinum. Men seinastu vikur­ nar hevur verið rættiliga stilt í bygninginum við Hoyvíksvegin í Havn. Corona er farin illa við Føroya­prent.   60-70% afturgongd - Mars mánaður var næstan 30% verri enn mars í fjør. Og í apríl er 60-70% minni virksemi enn somu tíð í fjør, sigur Jon Hest­ oy, stjóri á Føroyaprent.  Alt sum hendir í Føroyum við tiltøkum, ferðavinnu, festi­valum o.s.fr. gevur vanliga Føroya­prent nógv at gera. Tey prenta eitt nú bannarar, faldarar, skráir, plakatir og atgongu­merki. Ferðavinnan er steðgað upp, tiltøk avlýst, og tí verður lítið prentað í løtuni.  - Hetta er ein øgiliga trupul tíð. Við verandi virksemi klára vit at halda skúvuna í vatni­ num mai mánað út, men so má okkurt henda, staðfestir Jon Hestoy bart út.  ALS og útsetingar bjarga Ein stórur partur av teimum útvið 30 starvsfólkunum hjá Føroyaprent eru farin í ALS- skipanina og eru so til arbeiðis í starvsbrøki millum 20 og 50 prosent.  - Um ALS-skipanin ikki var komin, høvdu vit verið í djúp­ astu neyð, sigur Jon Hestoy.  Hann vildi tó ynskt, at um­ sitingin av ALS-skipanini var eitt sindur lættari. Tað kann vera trupult at síggja langa tíð fram, hvør tørvurin er á tí ávísa starvsfólkinum, og um tað vísir seg at starvsfólkið arbeiðir meira ella minni enn roknað varð við, skapar tað eyka umsiting fyri fyritøkuna.  Hjá Føroyaprent hevur tað eisini hjálpt væl, at mvg-av­rokn­ ingin og tollkredittgjaldið eru útsett, og at til ber at fáa hjálp til fastar útreiðslur.   Saknar greið boð Jon Hestoy heldur tó, at politik­ ar­arnir kundu verið greiðari í sínum fráboðanum og gjørt meira fyri at vissa vinnuna um, at landið hjálpir, sama hvat tað kostar. Hetta hava tey eftir hansara tykki dugað væl í Danmark.   - Ein øgilig orka verður brúkt uppá, at fólk ikki skulu snýta. Men tað er altíð nøkur sum snýta. Tað er meira um­ráð­ andi, at hjálparpakkin kemur beinanvegin. Um virkini fyrst byrja at fella frá – ein frisør, ein handverkari o.s.fr. - so breið­ir hetta seg sum ringar í vatni­num. Og tað er álvarsamt. Jon Hestoy saknar eisini greið boð frá peningastovnum til privatfólk og vinnuna, hvussu teir ætla at hjálpa og eftir hvørjum leisti.   Vit klára hetta Jon Hestoy hevur verið í prent­ smiðjuvinnuni í 36 ár og hevur upplivað bæði kreppuna í 1990´unum og í 2008.   - Vit klára hetta eisini. Eg havi eitt betri fornemmilsi nú enn í 90´num og 2008, tí vit eru øll í sama báti. Ongin ivast í, at vit skulu hava hjálparpakkar. Eg føli, at vit nokk skulu koma ígjøgn­um. Starvsfólkini hava eisini sýnt sera góðan hugburð, held­ ur hann. - Eg eri imponeraður av, hvus­su seriøst fólk hava tikið ímóti støðuni.  20.000 krónur er væl undir einari vanligari prentara­løn, men ongin hevur grenjað.  Fólk kenna  hetta sum eina felags uppgávu.   Keyp føroyskt Stjórin á Føroyaprenti heldur, at corona-avbjóðingin er eitt gylt høvi at fáa fólk at keypa før­ oyska framleiðslu. Ístað­in fyri at leggja uppgávur uttan­lands, eiga fyritøkur og stovnar at um­ hugsa at fáa tað gjørt í Før­oyum. Hetta kann gera stóran mun hjá fyritøkunum her á landi. Og føroyskar fyritøkur – eisini Føroyaprent – skulu sjálv­andi eisini nýta høvið til at eftirmeta prísirnar og møguliga lækka teir fyri at fáa uppgávurnar heim, sigur hann. INDUSTRY.FO BERGUR ANDREASEN, HANDILSMAÐUR P olittikarir hava nógvar av­bjóðingar í hesum døg­um, og torførar av­ gerðir skulu takast, og heitt verður hvønn dag á føroyingar um at standa saman. Men nú tosað verður so nógv um hjálparpakkar, haldi eg tað manglar eitt týðandi atlit, sum als ikki hevur verið frammi í orðaskiftinum um, hvussu vit á bestan hátt kunnu stuðla hvørjum øðrum. Nevniliga tað at keypa føroyskt og á tann hátt bein­leiðis stuðla undir torføru avbjóðingarnar hjá føroyskum handils- og vinnulívi, uttan at hetta í veruleikanum nýtist at kosta eina krónu. Ein góður hjálparpakki til før­oyska vinnu hevði nevniliga verið, um vit veruliga stóðu saman um at brúka føroyskar fyri­tøkur. Vit hava fingið nógvar áheit­anir um, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at umganga smittu. Eg sakni tó eina áheitan frá okkara politikarum, sum hevði verið ógvuliga kærkomin. Nevniliga at standa saman um føroyskt vinnulív við at keypa inn umvegis føroyskar handils- og tænastufyritøkur. Vit síggja tíverri alt ov oftani, at tá keypast skal inn í størri mun, so verða eyguni fyrst og fremst vend móti útlendskum veitarum. Og løgið nokk eru tað almennu Føroyar – landið og kommunurnar – sum í stóran mun ganga á odda í hesum. At útlendskir veitarar fáa møguleikan, uttan at føroyskir veitarar so frægt sum verða spurdir ella bidnir um at geva tilboð til eitt størri ella minni innkeyp. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv gjørt burturúr, at vit fingu ein føroyskan útboðsportal. Hesin er lítið meira enn eitt eiti og verður nærum ikki brúktur. Hví so er, skilji eg ikki. Føroyskir myndugleikar – tað veri seg politikarar og umsitingar inn­ an tað almenna – áttu ikki at latið staðið til, men tala at hesi gongdini, har leiðreglur um út­ boð ikki vera fylgdar. Við at brúka føroyskt vinnu­ lívi fæst munandi meira fyri skattakrónurnar, eins og hetta skap­ar ringar í vatninum, sum í stóran mun hevði sæst aftur í okkara samfelagi. Ikki minst innan byggi­ vinnu­na eru nógvar uppgávur al­mennar og kommunalar, sum verða goldnar av okkum skattaborgarum. Sostatt burdi áhugin hjá tí almenna verið at eggja til at nýta føroyskar fyri­ tøkur, tá keypt verður inn, tí hetta fer at síggjast aftur bæði í landskassa og teimum ymsu kom­munu­kassunum. Ikki tí, at vit fyri einhvønn prís skulu brúka føroyskar fyritøkur, um tær ikki eru kappingarførar. Men sleppa tær ikki at bjóða seg fram í kappingini við útlendskar veitarar, so hava tær heldur ikki møgu­leikan fyri at vísa, hvat tær duga.  Tað er tí min inniliga áheitan á okkum og ikki minst almennu Før­oyar og kommunurnar um at standa saman um føroyskt vinnu­lív. Gevið tí lokala vinnu­ lívi­num ein møguleika, áðrenn tit venda tykkum til útlendskar veit­arar. Latið okkum standa saman, hugsa føroyskt og brúka før­ oyskt. Á tann hátt kann føroyskt vinnu- og handilslív best koma fyri seg aftur eftir hesa herviligu kreppuna, sum er yvir okkum, men vónandi skjótt leggur seg aftur. Uttan ALS vóru vit í djúpastu neyð Hjálpið handilsvinnuni við at keypa føroyskt Neyvan nakar hevði ímyndað sær, at ein lítil virus upp á so stutta tíð fór at venda øllum á høvdið og raka allan heimin so brádliga og álvarsliga. Ikki minst fyri handilsvinnuna, sum undirritaði er ein partur av, hevur hetta havt nógvar óhepnar fylgjur KJAK