hósdagur 23. apríl 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
24. APRÍL 2020
Gerið nú bara sum í Danmark...
Forkvinnan í Evropiska miðbankanum,
Christine Lagarde, metir, at koronakreppan
fer at hava ógvusliga ávrikan á búskapin í
evroøkinu.
Hon heldur, at tað kann føra til 15 prosent
afturgongd í brúttugjóðarúrtøkuni í ár.
Tað sigur hon sambært tíðindastovuni
Reuters við ríkis- og stjórnarleiðarar, sum í
gjár
hildu
fund
um
búskaparligu
endurbyggingina.
Førir til stóra
afturgongd í
evrulondunum
KORONAKREPPAN
Amtmaðurin doyði
eisini av sponsku
sjúku
Siðsøga síða 40-41
Páll hevur livað
við Nissan í 40 ár
Samrøða Síða 18-19
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum
klokkan 20 á kvøldi mánakvøld, miku
kvøld og fríggjakvøld – sendið teldupost
til klaga@sosialurin.fo
Sambandsmenn leggja einki í
amtstøðuna, Tjóðveldi skíggjar
loysingina, Fólkaflokkur stuðl
ar almennum feløgum í kapping
við privata vinnulívið, og Javn
aðarflokkurin vil stuðla vinnu
lívinum
Í grein í blaðnum í dag um tá føroyska
flaggið varð góðkent í 1940 lesa vit um
sambandsmenn á Dimmalætting, sum
vóru veruligir sambandsmenn og ikki
hetta samansetta fjasið við ríkjafelags
skapi millum sjálvstøðug lond.
Tað var stríð um flaggið. Av góðum
grundum kundi danska flaggið ikki
brúkast á føroyskum skipum, nú Dan
mark var hertikið av týskarum og Føroy
ar av bretum.
Tá vit høvdu okkara egna flagg, sum
hevði rímuliga góða undirtøku millum
fólk, so var tað bara nátúrligt, at hetta
gjørdist tjóðarmerki okkar. Tað hildu
meirilutin av flokkunum, Fólkaflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkur
in. Men tað helst Sambandsflokkurin
ikki. Hann vildi varðveita Dannebrog.
Sum tað sæst í greinini á síðu 8 og 9, so
var føroyska flaggið forsíðusøga á øllum
bløðum, uttan Dimmalætting. Hon
nevndi ikki flaggið við einum orði – men
í ørðum blað eftir flaggdagin prentaði
Dimmalætting danska tjóðsangin í full
ari longd á forsíðuni – fyri at demonstrera
sína misnøgd við góðkenda føroyska
flaggið.
Vit kunnu siga, at tá vóru sambands
menn sambandsmenn. Nú vil Sam
bandsflokkurin ikki samban meira. Kaj
Leo skifti kós móti einum ríkjafelagsskapi
millum sjálvstøðug lond.
Tjóðveldi vil ikki longur loysingina –
ella trýr ikki uppá, at flokkuri fær vald,
um hann blívur við at tosa um at slíta.
Orðingarnar eru blotnaðar.
Fólkaflokkurin hevur langtsíðani
slept loysingini. Tað síðsta sprellið hjá
flokkinum er at geva almennum parta
felag fíggjarligan stuðul at kappast við
privatu hotellini. Og Javnaðarflokkurin
roynir – eins og systirflokkurin í Dan
mark at vera garanturin fyri, at alt vinnu
lívið ikki fer á húsagang, men verður
stuðlað við alemnnum pengum.
Gamla Sjálvstýri var tá ein flokkur við
eini politiskari stevnu. Í dag er »kittflokk
urin« umboðaður av tí, sum eftir ætlan
skuldi vera kittið at fáa klaksvíksborgar
stjóran valda á ting.
Den øvugta verð!
Einki er sum tað plagdi
Hevði landsstýrið bara kopierað
tað, sum tey gera í Danmark, so var
nógv vunnið
Við Sambandsflokkinum á odda í Tinga
nesi, so skuldi gøtan verið slóðað fyri, at
alt vit gera í Føroyum verður gjørt sum í
Danmark.
Hetta ljóðar helst fávitskut. Men
hetta er tað, vit plagdu at skjóta Sam
bandsflokkinum í skógvarnar, og tá var
tað ikki fyri tað góða.
Men tað hevði tað verið í dag. Um
landsstýrið bara gjørdi við hjálparpakk
ar, sum tey gera í Danmark, so stóð nógv
betri til í Føroyum. So høvdu túsuandtals
arbeiðspláss verið tryggjað soleiðis, at
fólk vistu, at tey høvdu eitt arbeiði at
koma aftur til, tá hendan kreppan er av.
Men so er ikki. Vit hava eitt landsstýr
ið, sum ikki tykist vilja tað, sum tey gera
í Danmark, har landið fer inn og tekur
avleiðingarnar av, at tað er landið, sum
hevur givið boðini, sum gera, at vinnu
lívið upp á fáar dagar er farið á ørmund
arhús.
Tá landsstýrið lukkaði landið segði
løgmaður seg gera eina kontrakt við Før
oya fólk. Tað ljóðaði so tilforlátiligt.
Hann lat eisini skilja, at landið fór at
gjalda endurgjald. Enn tosar løgmaður
um hesa kontrakt, sum er gjørd upp á
nakkan á Føroya fólki.
Løgmaður er vælkomin at gera eina
kontrakt við fólkið. Men tað má vera ein
kontrakt, sum gagnar báðum síðum. Tað
má vera ein kontrakt, har landstýrið
tekur ábyrgd heldur enn at renna undan
fyri at sleppa undan endurgjaldi.
Vit fara at síggja nógvar húsagangir,
av tí at landsstýrið ætlar, at vinnan sjálv
skal fíggja hendan stongsulin hjá lands
stýrinum. Ein hjálaparpakki var sam
tyktur fyri trimum vikum síðani. Enn
eru eingir pengar komnir til vinnuna
Landsstýrið verjir bara almenn ar
beiðspláss, har fólk kunnu fara heim við
fullari løn uttan at arbeiða. Starvsfólk í
privatari vinnu missa løn og nógv fara
eisini at missa arbeiði, um landsstýrið
ikki kemur við einum ordiligum hjálpar
pakka.
Takið nú ábyrgdina á tykkum. Gevið
greið boð, so fólk og vinna vita, hvat tey
skulu gera og hvussu.
– Kopiera bara Danmark, harra løg
maður. So verður skaðin minni og batin
størri heldur enn at tit bara sita á hond
unum úti í Tinganesi, meðan vinnan
stúrtbløðir.
Dimmalætting prentaði danska tjóðsangin
á forsíðuni sum protest ímóti, at føroyska
flaggið varð góðkent