hósdagur 23. apríl 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
14
Grafix 504251
Fyri 80 árum síðani fekk Merkið umsíðir
viðurkenningina sum tjóðarmerki okkara. Í væl meiri
enn hálva øld hevur hald verið fyri Merkinum her í
økinum, og síðan Nes Sóknar Musikkfelag skipaði
seg við hornorkestri, í november mánaða 1962, hevur
hornblástur, uttan slit, verið ein partur av degnum.
Umstøðurnar í ár eru øðrvísi enn tær plaga at vera.
Heimsfarsótt hóttir land og fólk, og mælt verður tí frá,
at fólk hittast í ov stórum tali. Tí fer tað ikki at bera
til at hátíðarhalda almenna føðingardagin hjá flaggi
okkara á sama hátt sum vanligt. Haldið verður harvið
skorið til eftir almenna tilmælisleistinum.
Alternativið var at sleppa haldinum heilt í ár. Hildið
var kortini ikki, at ein so týðandi dagur fyri allar
føroyingar, líkamikið hvar á klótuni teir búgva, og
hvørja hugsan hvør einstakur hevur inni við seg
sjálvan, um stórt og smátt, kundi fara aftur við
borðinum, nú savning er meginstevnan, fyri at
vit kollektivt sleppa so væl burturúr hóttanini frá
pandemi´uni sum yvirhøvur gjørligt. Merkið er evsta
savningarmerki okkara alra.
Skipasmiðjustjórin Mouritz Mohr fer í ár at flyta fram
røðu Merkinum til heiðurs. Haldið verður leygardagin
– flaggdagin – 25. apríl – kl. 15.
Flaggdagshaldið, sum verður í túninum omanfyri
Røktar- og Ellisheimið í Runavík, verður fyrst
og fremst hildið fyri búfólkunum á heiminum, og
verður ikki meiri alment enn tað, at sent verður
landsfevnandi beinleiðis á R7 - og haldið verður
eisini myndvarpað á Facebook-síðuni hjá Runavíkar
kommunu.
Nakrir fáir hornblásarar frá Nes Sóknar Musikkfelag
fara, í hóskandi frástøðu, at spæla undan og eftir at
røðan er flutt fram, og flaggsangurin verður sungin.
Av trygdarávum verður ongin skrúðgonga, bert ein
flaggberi, hendan dagin.
Flaggdagur í Runavík