hósdagur 23. apríl 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
26
BILBLAÐ
Bilurin verður
sum nýggjur við
Kambsdalur
Kambsdalsenni 5
611020
Tórshavn
Fútalág 1
611010
Grafix 504251
VILMUND JACOBSEN
H
já teimum, sum hava
áhuga fyri bilum, er
WestClear í Vest
manna ein spennandi
og forvitnislig fyritøka. Eigarar
eru feðgarnir, Remi og Tóri Thor
leifsson. Tænastan hjá teimum
vendir sær ikki bara til eldri bilar
við skøvum og ljótum lakki, men
eisini til nýggjar bilar, tí tað eru
eisini nógvir nýggir bilar, sum
kunnu hava smáar skøvir.
Virksemið hjá WestClear
heldur til á adressuni, Horna
vegur 22 í Vestmanna.
Tað, sum feðgarnir arbeiða
við, tá bilurin verður viðgjørdur,
er ein fantastiska góð og sterk
keramisk lakkverja, ið hevur
fleiri ára livitíð.
- Við røttu undanviðgerðini
við vasking og polering fáa við
skiftafólk ein bil heim aftur,
sum eftir mínum tykki er bæði
vakrari og blankari enn, tá hann
var nýggjur. Við viðgerðini verð
ur bilurin eisini væl vardur móti
vindi og veðri og verður sera
lættur at vaska tey næstu árini,
sigur Tóri Thorleifsson.
Hann vísir á, at lakkverjan,
sum teir arbeiða við og selja,
bindur seg til lakkið á bilinum
á ein heilt øðrvísi og betri hátt
enn tað, vit vanliga kenna.
- Tað eru bitlarnir í hesi lakk
verju, sum eru so evarska smáir,
og undir viðgerðini detta teir
eisini niður í mikroskopisku
skøvirnar og binda seg soleiðis á
ein heilt annan hátt til billakkið,
sigur hann.
Eisini nethandil
Ein annar og týðandi partur av
virkseminum hjá WestClear, er
nethandil – www.westclear.dk –
har serstaka lakkverjan og aðrar
góðar vørur til eitt nú bilvask
verða seldar.
Tóri Thorleifsson sigur, at
nethandilin verður dagførdur
og bygdur út, og hann vil mæla
verandi og nýggjum viðskifta
fólki til javnan at hyggja inn á
teirra heimasíðu, har eisini ein
nýggjur veitari úr USA nú verð
ur við.
- Veitarin hevur eitt nú
heimskendar mikrofipur klútar,
og umboðar eisini onnur kend
merki av útvaldum vørum, sum
fyritøkan sjálv brúkar.
Um heimasíðuna selur West
Clear mest til privatfólk, men
eisini til vinnukundar. - Øll
kunnu keypa um okkara heima
síðu, sigur Tóri Thorleifsson.
Tey, sum annars vilja vita
meira um virksemið hjá feðgun
um í Vestmanna, kunnu ringja á
tlf. 260020.
WESTCLEAR HEVUR
EISINI NETHANDIL
- Vit fáa nú ein nýggjan veitara
í USA, sum eitt nú hevur
heimskendar mikrofipur klútar,
og sum eisini umboðar onnur
kend merki av útvaldum vørum,
sum fyritøkan sjálv brúkar