Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 23 Sunnudagin skrivaðu B36 og Føroya Tele undir avtalu, ið merkir, at Føroya Tele næstu tvey árini er høvuðsstuðul hjá árstalsfelagnum STUÐULSAVTALUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ikki einans undir- skrivan av sáttmála við nýggjar leikarar og hópurin annars, sum var á skránni, tá ið B36 hevði bjóðað til fundar sunnudagin. Eitt tað týdningarmiklasta málið á dagsskránni var undirskriv- an av sáttmála við nýggjan høvuðsstuðul. Seinastu tvey árini hevur Maersk Air verið høvuðs- stuðul hjá B36, men hesin sáttmáli gongur út á nýggj- árinum, og tá ið Maersk ikke longur flýgur til Før- oya, var eingin meining í at fara undir samráðingar um at longja avtaluna. Ungdómsarbeiðið avgerandi týdning Nýggi høvuðsstuðulin hjá B36 eitur Føroya Tele, og tað fegnaðist B36-formað- urin Kristjan á Neystabø um, tí sum hann málbar seg, so er Føroya Tele ein tann mest modernaða og etableraða fyritøkan her á landi, og hann segði eisini, at Føroya Tele stóð ovast á ynskilistanum, tá ið nýggj- ur høvuðsstuðul skuldi finnast. Richard Mortensen, marknaðarleiðari hjá Før- oya Tele, var eisini glaður um avtaluna við B36. Hann segði millum annað, at Før- oya Tele væntar sær nógv av samstarvinum við B36. Somuleiðis segði hann, at ein av høvuðsorsøkunum til, at Føroya Tele valdi at gera avtalu við júst B36, var tann, at havnarfelagið ger íløgur í framtíðina við sínum ungdómsarbeiði. Avtalan millum B36 og Føroya Tele er galdandi fyri næstu tvey árini. Nýggi B36-venjarin, Sigfríður Clementsen, er væl nøgdur við leikarahópin hjá sær komandi kappingarár, og hann sigur, at málið er føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen Nýggi venjarin hjá B36, Sigfríður Clementsen, er stak væl nøgdur við hópin hjá sær til komandi kappingarár, og hann sigur, at teir fara at spæla fyri at vinna meistaraheitið. FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er lítið at ivast í, at kravið til nýggja B36-venj- aran og hansara menn kom- andi ár er eitt meistaraskap, men hetta tykist ikki verða nakað, ið ávirkar yngsta venjaran í fremstu deildini. Mangla ein áleypara Tað er einki at ivast í, at hópurin hjá B36 er sterkur, men tað skerst ikke burtur, at á pappírinum manglar liðið áleyparar, og hetta viðgongur Sigfríður Clem- entsen eisini. – Vit mangla ein áleypara, men sum Kristjan á Neystabø eisini segði, so kemur helst ein markantur spælari afturat til felagið, og tað verður óivað ein áleypari, sigur B36-venjarin, sum tó leggur afturat, at teir í B36 í ár hava fingið teir leikarar, ið teir vildu hava. Sigfríður Clementsen sigur tó, at hóast liðið hevur fingið tilgongd av fleiri heilt góðum spælarum til komandi ár, so er neyðugt at hava í huga, at felagið hevur mist ikke færri enn 14 leikarar, sum í farna kappingarári í størri ella minni mun vóru partur av besta liði felagsins. Í hesum sambandi nevnir hann menn sum John Petersen , Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, Bárður Mortansson, Niels Joensen, Johannes Joensen, Egil á Bø og Ronnie Samuelsen. Alt berandi kreftir, ið hava nógvar royndir í bestu deildini. – Men eg haldi tó, at tað er umráðandi, at vit í Jákup Mikkelsen, Niclas Nicla- sen, Fróða Benjaminsen, Mikkjal Thomassen og Herbert í Lon hava fingið fatur á nøkrum leikarum, ið eru etableraðir spælarar. Eg trúgvi neyvan heldur, at tað er nakað annað lið í Føroy- um, sum er so væl fyri kropsliga, tí allir teir nýggju leikararnir eru sera væl fyri kropsliga, og tað sama eru fleiri av teimum »gomlu« í hópinum, sigur Sigfríður. B36 fór undir venjingina aftur longu 1. november, men Sigfríður leggur í hesum sambandi dent á, at tað var eitt ynski frá leikar- unum, at lagt var til brots so tíðliga, og í hesum sam- bandi heldur hann, at tað er farin ein hugburðsbroyting fram millum føroyskar fót- bóltsspælarar. – Leikararnir eru blivnir meiri bevístir og seta krøv, og eg kann siga so mikið, at í B36 hava fleiri av royndaru leikar- unum í hópinum verið við í fyrireikingunum til kom- andi ár millum annað við- víkjandi nýggjum leikar- um, sigur hann. Føroya Tele nýggjur høvuðsstuðul hjá B36 Vit fingu tað vit vildu hava Teir báðir Kristjan á Neystabø, formaður í B36 og Richard Mortensen, marknaðarleiðari hjá Føroya Tele undirskriva sátt- málan, ið ger Føroya Tele til høvuðsstuðul hjá havnarfelagnum næstu tvey árini Mynd: Álvur Haraldsen