Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020 SOSIALURIN 38 35 Asbjørn Ejdesgaard á Eiði til minnis Merkið blaktrar á hálvari stong - varðmaður flagsins er farin, Asbjørn er fluttur á ljósari strond, har staddur er hvítklæddi skarin. Flaggberi vart tú í hjarta og sál - fremstur í fylking tú gekk, leiddi skrúðgongur flaggsins á mál og heiðurstekin tú fekk. Vit fylgdust um tún frá lívsvársins stund - javnaldrar vóru vit báðir. Fróir vit hittust á leikpallsins grund í fjøru og aðrar staðir. Lyndið var lætt og siðlæran góð, - ei ilt kom av tínum munni. Tú røddi um alt, um fjøru og flóð og um bátar, sum komu av grunni. Blíðmæltur vart og hugnaligur tá tú greiddi frá lembing og seyði, snøggur vart og hábærsligur so væl tú fram orðini legði. Eiðisfólk minnast – ein bygdarmynd undir flag løgd á Forabøi. Sálin nú handan himnagrind í sælu – har ævig er frøi. Svenning av Lofti Yrktur á Eiði eftir jarðarferðina mikudagin 8. apríl 2020 Leygardagin reyða, páska­aft­ans­ morgun, bórust deyðsboðini av Jens Paula Midjord á Tvøroyri. Jens Pauli og eg vóru systk­ inabørn úr Vági. Hin 4. februar 1942 kom týskur flúgvari gjøgnum Lopranseiðið og -fjørð, hevur Thor sagt mær, í Vági snaraði flúgvarin vesturyvir og slepti 4 bumbum oman fyri húsini á Marknoyri, 3 brustu. Tá vóru Jens Pauli, beiggi hansara Mikal og eg sum 3 ára gamalur einsamallir inni í køkini hjá abbanum og ommuni á Marknoyri. Jens Pauli var 2 ár eldri og Mikal 1. Jens Pauli segði mær seinni frá, at eg fór at gráta. À loftinum vóru móðir hansara, Mikala, og lítli beiggin, Ingvard. Í kjallaranum vóru bretskir hermenn, ið búði í grannahúsinum, og pápi mín. Teir hvestu sær haka og skuldu fara og velta, tá ið ljóðini hoyrdust av flogfari, og bretarnir fóru útum at hyggja, men sóu einki, stutt eftir komu ljóðini aftur, og teir lupu avstað. Pápi mín rann niðan um húsini til okkara og var komin í hurðina, tá ið moldrokilsi, grót og mold, regnaði oman yvir húsini, hann tók hondina upp fyri eyguni. Hol kom á tekjuna og úthúsini, men mannskaði var eingin. Flúgvarin fleyg víðari vesturyvir og skjeyt allan vegin vestureftir inn í bygdina. Onkur helt, at hann ætlaði at raka skipini við keiuna, tí at holini eftir bumburnar vístu kós móti keiuni, har ið skip lógu. Harrin havi lov, mannskaði var tó eingin. Men allan mín uppvøkstur sat ræðsla fyri flogførum í mær, og eg hevði óhughnaligar dreymar um flogfør, skot, bumbur og kistur, rópti á yngra Høgna bróður mín, sum ræddist ikki og fór út, at vit skuldu heldur goyma okkum í skápi, hvørja ferð ið flogfør hoyrdust. Ræðsla fyri flogførum var framvegis eitt lítið sindur í mær tey 2 árini, eg gekk á studentaskúla Danmørk, og fór hon ikki heilt frá mær, fyrrenn Føroyaflúgvingin byrjaði. Eitt stutt bil hugsaði eg um at gerast flogskipari. Jens Pauli var ikki ræddur. Tíðliga tók hann mannfólkaarbeiði í fiski upp á seg og oyðilegði sær ryggin. Hugin hevði hann góðan til seyð, og tá ið hann giftist Anny og setti búgv á Tvøroyri, var tað ikki leingi, til ið hann var biðin um at røkta seyðahaldið í fleiri hagapørtum har, eins og bróðir hansara Josef ger tað í Vági. Mamma teirra, Mikala, var ættað úr Toftum. Trúgv vóru tey í kirkjuni. Sjálvur kann eg minnast sum barn, at abbin hjá Jens Paula, Djenis við Gjógvará, við stórari familju hvønn sunnumorgun á veg í kirkju kom gangandi úr Toftum oman Krosslábrekku, har ið vit búðu mitt í brekkuni. Sesssur teirra í kirkjuni var í ovara borði, vit sótu í niðara, og henda sið helt Jens Pauli fast við á Tvøroyri. Trúfastur var hann í Tvøroyrar kirkju og dámdi lítið, at fólkið fæðkaðist. Jens Pauli var góður kvøðari og skipaði mangt kvæði og mang­ ar vísir. Hann var treystur sum pápa­beiggin Thomas Pauli og ommu­beiggin Petur Splidt, ið skuldi skipa 9 kvæði og vísir út í eitt í dansi í Sumba, so at langabbi mín, Dánjal Petur í Gomlustovu, skuldi taka hann, ið var lágur á vøkstri, á knø síni og siga, at hann var óførur. Jens Pauli og tey vóru 6 systkin, Jens Pauli elstur, Síðan Mikal, Ing­ vard, Sanna, Andru og Josef, og eru nú bert 2 eftir á lívi, Sanna í Íslandi og Josef í Vági. Josef hevur fest uttara Toftahaga hjá Óla bónda, hann hevur m.a. fleiri ross av tí gamla føroyska slagnum og hevur latið ryssu og fyl norðureftir. Jens Pauli giftist til Tvøroyrar við Anny, og fingu tey tvær døtur, Noomi , sum er gift í Svøríki, og sum hevur verið heima, meðan ið Jens Pauli hevur verið sjúkur, hann fekk tikið annað beinið fyri nøkrum døgum síðan og var við at koma fyri seg aftur, tá ið blóð­tøpp­ ur í lunga knappliga steðgaði fold­ arlívið hansara. Noomi var á veg heim aftur til Svøríkis, tá ið deyðs­ boð­ini komu, og fingu tey steðga henni í Kastrup, so at hon fleyg aftur til Føroya til jarðarferðina hjá pápanum. Hin yngra dóttirin, Jórun, er gift og býr á Tvøroyri stutt frá barnaheiminum. Jens Pauli átti, nú ið hann andaðist, 3 abba­synir, 2 í Svøríki og 1 á Tvør­ oyri og 1 langabbason í Svø­ríki. Næstsíðstu ferð, ið eg tosaði við Jens Paula, lá hann á lands­sjúkra­ hús­inum og hevði tikið beinið. Hann bað meg so bønliga biðja fyri sær, sum esisini varð gjørt. Síðstu ferð lá hann á Suðuroyar sjúkra­ húsi. Tá fingu vit ikki rættiligt sam­band hvør við annan. Tá ið Jens Pauli fyri 3 árum síðan fylti 80, vóru vit nakrir beiggj­ar har suðuri í føðingardegi saman við m.a. Ingeborg Vinther í Vági, ið er systkinabarn Jens Paula í móðurætt, og Dánjal av Rana, ið tók orðið og rósti Jens Paula sum raskan arbeiðismann og seyða­ mann. Jens Pauli tók sær eisini av teimum ungu í arbeiði á Tvøroyri. Tá ið Elsebeth og eg í 1962 gift­ ust í Klakksvík, komu Jens Pauli og pápi hansara, Josef mammu­ beiggi, norður í brúdleyp. Josef kom ongantíð aftur til Vágs á lívi, á veg suður aftur doyði hann á sjúkra­húsinum á Tvøroyri. Nú er Jens Pauli farin sama veg á sama sjúkra­húsi. Trúgvin á Guð og Hin Upp­risna Frelsaran helt hon­um uppi til tað síðsta og gevur okk­um vón um at hittast aftur handan deyða og grøv. Harrin styrki tykk­ um, Anny, Noomi, Jórun, Sannu, Josef og alla familjuna! Niels Pauli Danielsen Jens Paula Midjord til áminningar