hósdagur 23. apríl 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2020
SOSIALURIN 38
46
T
ýsmorgunin 4. febr
uar ringir leiðarin á
skrivihúsinum í Vest
manna, Jonhard Mikk
elsen, til mín og spyr, um eg vildi
siga nøkur orð um Bárð á Lakjuni,
nú hann kemur út við bóklingi
og fløgu, sum Sprotin gevur út.
Jú, tað vildi eg fegin. Veðrið var
so stak vakurt henda morgun.
Fjørðurin var sum ein úrvald
spegilsmynd, har fjøllini kring
Fuglafjørð lósu sína morgunbøn,
stillfør, reinvovin, uttan nakað
kávalæti, men speglaðu sær á
vágni - vøkur ílatin og munnstill
á hesi morgunstund. Tey sóu inn
tonkt út og hugsaðu um henda
úrmælingin, Bárð á Lakjuni,
sum hevur latið úr hondum tón
leik og skaldskap til gleði og
gagns fyri okkum øll. Hesa løtu
er málningalistin komin upp á
veggin, har verfaðirin, Sámal
Toftanes, hevur latið yrkingarnar
í skap og lit. Vakrari kann hetta
ikki gerast.
Flytingar eru altíð í okkara
tilveru serstakar, tá ið nomið
verður við tað listaliga og tað
skaldakenda.
Ryzard Kapuscinski
Polski tíðindamaðurin, Ryszard
Kapuscinski(1932 -2007), hevur
skrivað eina bók um, tá ið Sovjet
samveldið syndraðist í 1989.
Hann fór eina ferð í hesum
sundurdottna ríki, og hon var
60 000 km tilsamans. Hetta var
ein sjáldsom ferð, tí hann kom
eisini til Armenia. Armenar hava
liðið nógv, og tá ið teir vóru
hersettir av fremmandum veldi,
so tóku teir og týddu skaldskapin
hjá hersetingarvaldinum til
armenskt. Hetta er sera sjáldsamt
og vakurt, har menn stóðu í
Scriptorium- smáum skrivihúsum
- alt sítt lív og skrivaðu og týddu
skaldskapin hjá t. d. týrkum og
arabarum, og tá ið teir lógu í stríð
við Byzans, so tóku teir og týddu
teirra skaldskap til armenskt.
Í 6. árhundrað týddu teir alt til
armenskt , sum Arestoteles hevði
skrivað . Fram til 10. árhundrað
vóru teir flestu griksku og
rómversku filosoffarnir týddir
til armenskt. Hetta vóru nógvar
týðingar, ið vóru komnar undan.
Í dag finnast uml. 25 000 skriftir
á vegginum víða um, t. d. 10 000
bind í Jeravan í Matenadaran.
Um onkur kundi hugsað sær at
sæð hesi forvitnisligu rit, so kanst
tú fara til Jerusalem, Venezia og
Wien. Góðar samlingar liggja
eisini í Paris og Los Angeles. Tað
var eisini eitt gott savn í Lwów í
Póllandi, har tað eisini var ein stór
armensk prentsmiðja.
Fjøllini kring Fuglafjørð
Litirnir áttu dagin og løtuna
henda sæla morgun 4. febr. og
verður hon seint gloymd. Hetta
var eisini ein tónsett løta, sum tú
hevði í tínum huga, tá ið tú sært
fjøllini kring Fuglafjørð. Hetta
gevur sanniliga eisini ein fagran
íblástur , har Sámal við síni føgru
list er við til at tónseta hesa
løtu inniliga, fagurliga, litríka og
listaliga. Fjallagreinirnar eru so
rútmiskar. Vit kunnu byrja hesa
gongd við Leirvíksfjalli, fara niður
á tað vakra Varmakeldueiðið,
upp á Tyrlarnar, fara um Træla
vatnaskarð, upp á Kamb, um
Breiðaskarð, yvir á Gjógvaráfjall,
Jøklaskarð, Blábjørg, Slættnatind,
Tjóðafellið, Skarðið, Húsafellið og
Borgina. Jú, natúran gevur okkum
nógv. Hon stimbrar tey skapandi
evnini, sum vit føroyingar hava.
Vit kunnu siga tað, at vit eru kom
in væl undan, tí hesi evni okkara
hava staðið sína roynd í myrkastu
niðu - bæði á sjógv og landi, tá ið
ringast stóð til. Hóast tað varð
sungið, tá ið farið varð til útróðrar,
og tá ið komið var aftur. Hetta er
ein vøkur flyting.
Bárður, systkin
og foreldrini
Nú kemur Bárður úr einum jørð
ildi, har sangur, tónleikur og skald
skapur dagliga hevur átt dagin og
løtuna undir bitunum hjá Odvør
og Jógvani. Systkin hansara,
Høgni, Rógvi, Herborg og Dánjal,
eru stak musikalsk. Hetta er vak
urt. Tey hava øll nomið við tær
skapandi løturnar, sum sangur
og tónleikur hevur givið teimum.
Tá ið vit fóru undir Gentukórið
og fóru á konsertferð til Noregs
1985 og til Íslands í 1986, høvdu vit
synirnar við okkum. Jógvan hevði
Bárð og Høgna við sær, og eg hevði
Johan og Theodor Erling við. Tað
var onkur, sum helt, at hetta var
sjáldsamt, at vit høvdu synirnar
við, tá ið vit skuldu taka okkum
av um leið 30 tannáringum. Hetta
var eingin trupulleiki, tvørtur
ímót gevandi, litríkar, musiskar
og skaldakendar løtur og ferðir.
Vit høvdu ikki bara dreingirnar
við, men eisini konur okkara, Alex
andru og Odvør. Odvør er eisini
leiðari í Ribarhúsi, har hon á ein
skynsaman, skapandi hátt leiðir
hetta dýrdarhús, sum kanska er
eitt eindømi her á landi. Jógvan
sjálvur er stak musikalskur og
hevur gjørt fleiri góð løg, sum liva á
mannamunni, í andans dýrdleika.
Hann dugir so stak væl at fáa løg
og orð at liva saman. Gakk tú
tryggur er vorðin til fólkaogn, sum
flestu føroyingar duga uttanat.
Mangt og mikið lyftir sinnið í hesi
gongd. Brøðurnir á Lakjuni duga
stak væl at syngja. Eyðun hevur
spælt undir í Gentukórinum í ár
so mong, og er hann av hesi somu
rót. Hvørt við sínar náðir.
Victor gamli
Nú er at siga um hesar flytingar
í tónleiki og skaldskapi, at tær
hava logað uppvið í ár so mong
í familjuni. Langabbin, Victor
Danielsen, hevði sanniliga eisini
havt eitt scriptorium í Fuglafirði.
Ì Armenia var hetta ein klivi, ein
krógv, eitt helli, ein , og í hesum
lítla, fitta rúmi var ein pultur,
har sum kopistarnir stóðu og
skrivaðu. Victor týddi bíbliuna,
sum kom út á fyrsta sinni 19. mars
1949, týddi 870 sálmar og yrkti
einar 30 . Sjálvur skrivaði Victor
2 skaldsøgur og týddi einar 20
bøkur. Seinni í ár verða liðin 100
ár síðani tann fyrsta sálmabókin
kom út á føroyskum, sum Victor
skrivaði.
Tað er at undrast yvir hesa
mannagongd í lívi hansara. Hann
kundi verið uppvaksin í Armenia
og verið kopistur, men varð
uppvaksin í Søldarfirði og búsetti
seg í Fuglafirði 1928. Kanska eru
tað tær poetisku fjallagreinirnar,
sum leiða hann á tað skaldaborna
støðið. Hann og konan settu seg
niður tætt við Gjógvará. So áar
sjóðið hevur fylt nógv.
Tónleikur og myndlist
Tónleikur hevur alstóran týdning
fyri okkum. Næmingarnir í hvørj
um flokki í okkara skúla hava rík
skapandi evni. Teir næmingar,
sum eru munnstillir og eitt sind
ur fjalnir, koma eisini við í henda
skapandi hópin, sum setir síni
spor í hugan, leggur lunnar og
lunnbót í heilakervið, so heilin
fór at liva á ein øðrvísi hátt í tí
dagligu gongdini á skúlanum.
Tað er eitt fragdararbeiði, ið Bárð
ur ger saman við Marjuni at gera
sangleikir við næmingunum í fram
haldsdeildini. Hetta dugnasemi er
ein vøkur fjallagrein, ið nertur við
kenslurnar, sum spegla sær í tí
livandi sálarkervinum, setur sínar
føtur fastar á hetta gudaborna,
sálarinnar fjallamynstur. Henda
vakra spegilsmynd í tónleiki,
orðum og rørslum leggur andans
náðigávur á tann vakra spegils
blanka fjørðin.
Bárður hevur ikki ligið á tí
latu síðuni, tá ið tað snýr seg um
at ganga á tí rásini, ið nørir um
evni okkara andaliga, handaliga
og hvønndagsliga. Hann er góður
sangari, dugir væl at spæla upp á
floytu og gittar. Hann hevur løgini
og tónsetingarnar í høvdinum.
Tað er gleðiligt at hoyra tey, ið
spæla undir, og so tey, ið syngja
við í kórljómi, hvussu væl tey
duga. Ja, sannleikin er tann, at vit
eru fáment her her á landi, t. d. í
Fuglafirði eru 1500 fólk og 1500
seyðir - ein ær upp á fólkið, men
tað er mangt og mikið, sum kemur
undan okkara hond av skaldskapi
og tónleiki. Mong av okkara frægu
skaldum, listafólkum og tón
leikarum koma av bygd.
Bárður hevur givið
út fløgur: Salt 2004
og Salt 2007
2010 T.O.S (Tollarar og syndarar)
Egnar sangir, egið tilfar: Tann, ið
oyru hevur. Flestu løg hjá Bárði og
nøkur hjá bólkinum.
2012 Faðir og sonur - 7 løg hjá
Jógvani og 5 løg hjá Bárði
2014 T.O.S Tíð og ævinleiki
(Tollarar og syndarar)
2020 Lívsins dansur, 16 tekstir
- 7 eldri tekstir og 9 nýggir tekstir
Ja, lívsins dansur saman við
tónleikarunum, sangaranum og
málningunum hjá verfaðirinum
er so vakurt, sum tað kann blíva,
tá ið vit skulu brúka eygu og oyru
okkara hesa løtu. Tað, sum eygað
ikki hevur sæð og oyrað ikki hoyrt,
rørir ikki hjartað.
Ja, at hoyra hesi løg, síggja
hesar málningar og síggja henda
tekst verða sungnan og bornan
fram, gevur ein gleðisrús í sinnið.
Her er góður skaldskapur í guða
givnum líki, ið nertur við trúgv og
guðsótta.
Listin
Um leið 1520 meintu allir lista
vinir í teimum italiensku bý
unum, at málningurin hevði
rokkið fullkomuleikans tindar.
Hetta er í renesansuni( 1400 til
1700), at listamenn sum Michel
angelo (1475-1564) og Rafael
(1483-1564), Tizian(1488-1576) og
Leonardu(1452-1519) høvdu av
rikað alt, sum farnu ættarliðini
høvdu droymt um. Teir høvdu
víst, hvussu ein á bestan hátt
setti vakurleikan og harmoni í tað,
hann skuldi verða. Teir vóru farnir
upp um størstu griksku og róm
versku listina nágreinliga í teirra
meistaraverkum. Fólk hildu, nú
kundi mannahondin ikki skapa
nakað meiri dýrdarkent, enn hvat
hesir listamenn høvdu gjørt; men
so var ikki. Listafólk fóru undir at
broyta t. d. skap, so málningarnir
gjørdust øðrvísi. Ein teirra var
Parmigianino, sum 1432 málaði
Mariu við tí langa hálsinum, sum
situr við Jesusbarninum, har
kroppur og skap er nógv eldri enn
eitt barn á hesum aldri. Grikski
málarin El Greco (1541 – 1614) var
eisini við í hesi gongd at broyta
skapini.
Endi
Tað at kunna prenta nótar og
orð kunnu vit føra aftur til 1439.
Renæssancan var íblástur frá
antikkini, sum vardi frá um leið
750 f. Kr. til 500 e. Kr., og á henda
hátt ein endurføðing av hesi tíðini.
Fyri teimum lærdu í renesansuni
var antikkin ein blomstrandi tið,
vitinskapur, sálarfrøði, demokrati,
list og politikkur vórðu sett upp
á breddan. Hetta var ein lívsins
dansur, sum setti síni spor. Tað er
eins og myndin av Bárði á fløguni,
sum Sámal hevur málað, at allir
hesir heimskendu renesansu
málararnir liva í hesi mynd og á
sama hátt øllum hinum mynd
unum, sum eru við í hesi gongd
og øllum teimum, ið hava stuðlað
undir hetta verk.
Í Leirvík er sanniliga eisini
eitt tónsett skrivihús, har Bárður
hevur sítt scriptorium. Her hevur
hann sína elskaðu konu Mirjam
og 4 børn – 2 gentur og 2 dreingir-
Oddvør og Aimi – Sámal og Jógvan.
Tá ið vit vóru í Íslandi í juni 2013
og vitjaðu Húsavík - vinarbýur
Fuglafjarðar - høvdu vit eina
kvøldsetu Húsavík um seyð og
seyðahald í Fuglafirði. Bárður og
Jógvan vóru við – teir spældu og
sungu. Bárður sang á hesi kvøld
setu t.d.: Tú ert ein sólstrála,
sum eg seint fari at gloyma .
Ùr hesum snøgga scriptorium
í Leirvík hava vit: Ein lívsins
dans her í Mentanarhúsinum,
sum Bárður hevur skrivað, tón
sett, sungið saman við vinum
sínum, og málningarnar hevur
verfaðirin, skyldmaðurin Sámal
Toftanes, málað. Sprotin gevur
hetta verk út. Jonhard Mikkelsen
ger eitt megnar arbeiði, lyftir og
nørir um okkara mentan dag og
dagliga - okkum øllum til gleði og
gagns. Í Vestmanna er sanniliga
eitt dygdar skrivihús – eitt script
orium, sum er eitt sjáldsamt fyri
brigdi.
Hetta er ein guðagivin løta.
Hesar vøkru fjallagreinir í hesum
bóklingi og fløgu fara at spegla sær
í okkara huga eins og renæssancan
gjørdi tað. Hjartaliga til lukku
við hesi útgávu.Tann, sum æru
býður, er æru verdur, og teimum,
tú nýtur gott av, skalt tú rósa... og
æran er fagrasta træ í skógini.
Ummæli
Bárður á Lakjuni
– Lívsins dansur