Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 1. MAI 2020 Verkafólkið tveitt út í arbeiðsloysi Sjálvandi skulu øll í heiminum kunna lesa føroyskt. Og sjálvandi skulu vit eisini kunna lesa øll onnur heimsmál, tað verið seg kin­ es­iskt ella japanskt, gjøgnum Google Trans­ late. Sprotin fantastiskur. Orðabøkurnar eru eitt tað størsta mentanarliga frambrotið nakrantíð. Og Jonhard Mikkelsen er ein knassi, sum sjálvandi skal stuðulast í sínum samfelagsgagnliga virksemi. Menningin gongur við tí rúkandi ferð. Eisini á GoogleTranslate. Tað verður fantastiskt, tá vit við fartelefonini kunnu tosa og skilja øll heimsins mál. Bábelstorn ella ikki Bábelstorn. Tað verð­ur fantastiskt, tá tann dagur kemur – og hann kemurm tíbetur Koyrið nú á Jonhard og Jenis GOOGLETRANSLATE Nýggj ræðusøga um afturbering Bjørn á Heygum s 33 USA skal vera væl­ komið í Føroyum Sjúrður Skaale kjak s 28 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 fríggjakvøld – sendið teldu­ post til klaga@sosialurin.fo Hvi eru fólk í privatari vinnu fyri so stórum órætti? Altjóða arbeiðaradagurin í dag stendur í skugg­anum av størstu kreppu í nýggjari tíð, koronakreppuni. Kreppan er heimsumfatandi og rakar fólk í øllum heiminum. Men sum altíð tá krepp­ur raka, so raka tær summi harðari enn onn­ur. Í hesum døgum eru nógv verkafólk, starvs­fólk í privatu vinnuni, send til hús gjøgn­um bráðfeingisskipanina hjá ALS. Tað er fantastiskt, at partarnir á ar­beiðs­ markn­að­in­um so skjótt tóku um endan og bjarg­aðu fleiri arbeiðsplássum við at gjalda løn ella partvísa løn til starvsfólk, sum send til hús parttíð ella fulla tíð. Tað er aftur hesaferð tey lægst løntur og minst vardu, sum er ring­ast fyri, tey sum skjót­ast og lætt­ast eru at siga úr starvi, tí ar­beiðs­gev­a­rar eru kroystir av til­tøkum, sum land­ið – og onnur lond – hava sett í verk og sum í fleiri førum at hava tikið grund­ar­lagið undan ar­beiðs­ pláss­u­num. Tey sum starvast hjá tí almenna eru far­i­n heim við fullari løn. Summi arbeiða, onn­ur arbeiða slett ikki. Tey í privatu vinnuni arbeiða eisini heima. Men tey sum ikki arbeiða, tey fáa ikki løn. Og tey sum arbeiða partvíst, fáa part­vísa løn. Men eingin í privatu vinn­ uni fær fult lønarendurgjald. Og eingin í pol­it­isku skipanini tosar um, at fólk í priv­atu vinnuni eins væl og í almennu vinn­uni skulu hava fult lønarendurgjald. Hvat er tað sum ger, at fólk í privatari vinnu skulu vera fyri slíkum órætti, tá tað er land­ið sum skrykkir arbeiðsplássið und­an teimum? Hví skulu tey í privatari vinnu ikki eisini hava fult løn­ar­end­ur­ gjald? Við at leggja viðurskiftini soleiðis til rætt­is, so styggir landið verkafólkið úr priv­atu vinnuni í almenna vinnu. Tað er hamrandi órættvíst, at slíkur javnvág skal vera. Landsstýrið hevur stongt landið. Landsstýrið hevur tí somu á­byrgd av, at privata vinnan steðgar upp, sum at almenn arbeiðspáss steðga upp. Tí eiga fólk í privatari vinnu og í al­ mennari vinnu at verða javnsett í hesum døg­um. Verkafólkið hevur nógv at stíðast fyri. Stætt­arsamfelagið er so slett ikki av. Verka­fólk­ið hevur nógv at stríðast fyri um tey bara skulu koma upp á øklarnar av tei­mum rættundum, sum fólk fáa í fjálgu almennu arbeiðsplássunum. Mikudagin bórust deyðsboðini av Dagny Joensen, tíð­inda­kvinnu og rit­høvundi, sum brádliga doyði Dagny var fødd í Klaksvík 31. januar í 1944, og var 76 ár, nú hon brádliga legði árarnar inn. Hon var dóttir Georg og Lindu Nolsøe. Tey búðu í Klaksvík, men fluttu seinni til Havn­ar. Tá Dagny var fimtan ára gomul fór hon í fri­sør­læru í Havn og tók sveinaprógv í 1963. Hon giftist Magnus Paula Joensen av Skála, og tey fingu fýra børn, Georg, Óla Ják­up, Anniku og Bjørg. Húskið búði í Danmark til miðskeiðis í sjey­t­i­árunum, tá tey fluttu aftur til Før­oy­ ar og til Havnar at búgva. Síðani tá hevur Dagny starvast sum tíð­ inda­fólk í mong ár. Hon var eitt nu á »Mynda­blað­num Nú«, á »Tingakrossi« og hjá okk­um á »Sosialinum«. Hon hevur eis­ ini skrivað fleiri leikrit, sum eru framførd á palli og í útvarpinum, har hon serliga við­ gjørdi gerandismál og ser­liga kvinnu­lagn­ ur. Nøkur teirra, »Er tú nøgd, Bina?«, »Selma og Páll« og »Býr nakar inni har, mamma?« vóru givin út á prenti í savn­i­ num »Gerandislagnur«. Umframt leikirnar hevur hon eisini skriv­að skaldsøgur, og í 2007 gav hon út ta vøkru ævisøguna um Føroya fyrsta kvinn­ u­liga løgmann, Maritu Petersen. Tá Sosialurin í 1982 flutti í nýggj og stás­ i­lig blaðhús á Argjum og økti um út­gáv­ur­ nar, kom Dagny í starv sum blað­kvinna á Sosi­alinum. Her var hon, tó at hon onk­un­ tíð var burturfrá, fram til 1998, tá hon fór at starv­ast sum free-lance skriv­andi fólk. Dagny hevði eitt serligt pláss í hjarta­ num hjá okkum, sum hava starvast saman við henni. Hon segði sína meining, sum kundi vera bæði hørð og kontant, men hon var eisini sera mild og skiljandi og ein góð vin­kona. Hon var festlig og sera hugnalig í veitslu­skapi. Tú keddi teg ongantíð saman við henni Vit sum arbeiddu saman við henni vóru góð við hana, og við Dagny fekst tú eitt vin­ar­lag fyri lívið. Dagny helt sera nógv av manni sínum, Magn­us Paula, sum doyði av sjúku í 2008, júst farin um pensjónsaldur. Tey dugdu so væl at hugna sær saman, og hes­um greiddi hon mangan frá á ar­beiðs­ pláss­i­num. At Dagny so skuldi smella um, júst sum hon stóð á grøv hansara og setti blóm­ur niður hóskar so sera væl til kær­ leiks­søg­una um Dagny og Magnus Paula. Ærað verið minnið um okkara kæra starvs­felaga og góðu vin­konu Dagny Jo­ en­sen. Eirikur Dagny Joensen farin