Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 4 ÁRNI GREGERSEN Ferð skal nú setast á aftur samfelagið. Hørðu tiltøkini, sum komu í gildi longu 12.mars verða nú linkað, so tað verður eitt sindur meira liviligt aftur í landinum. Nú er hægsta tal av fólki, sum hittast ikki longur 10, men 50. Frisørar, tannlæknar og onnur sum hava við fólk persónligt at gera kunnu aftur fara til verka og í kirkjum og samkomum kunnu 100 fólk savnast. -Hetta gera vit tí vit halda tað er ráðiligt, men eisini tí at í Føroyum er tað vanligt, at vit møta up til jarðarferðir. Tað halda vit at fólk eiga at sleppa nú, tó framvegis undir skipaðum viðurskiftum, sigur løgmaður. Eisini í sambandi við eldri fólk, sum búgva á ellis- og røktarheimum verður gerandisdagurin eitt sindur lættari. Sum er kunnu avvarandi ikki vitja fólk á hesum heimum, men nú verður tað møguligt. Kommunurnar arbeiða júst nú fyri at finna ein leist, sum hetta kann gerast eftir. Ongi ferðafólk Ferðavinnan verður framvegis tann parturin av vinnulívinum, sum verður harðast rakt. Løgmaður segði stutt og greitt at Føroyar ynskja ikki ferðafólk til Føroyar fyri 1.juli. -Hetta verður gjørt, so vit kunnu hava tamarhald á smittu­ støðuni í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen. Fólk, sum annars koma til Føroya, skulu nú undirskriva eitt skjal, har tey játta at vera í sóttarhaldi og at tey kunnu verða uppringd í tíðarskeiðnum. -Vit trúgva, at vit koma longri við álitið enn við lóg, leggur hann afturat. Hann leggur afturat, at júst tí ferðavinnan verður so hart rakt, so fer politiska skipanin at hyggja at hesum spurningi umframt, hvussu festivalarnir kunnu fáa hjálp í truplu støðuni. -Ongin festivalur verður áðrenn 1.juli – tað stendur fast. Hvussu tað verður við festivalum seinni verður støða tiokin til í mei, sigur løgmaður. Alment sett til arbeiðis aftur Síðani kreppan tók seg upp hevur ein stórur partur, sum arbeiða hjá tí almenna arbeitt heimanífrá. Tó er tað so, at mólk mugu vera til arbeiðis, so stovnarnir virka. -Nú venda vit boðskapinum á høvdið. Nú skulu øll almenn sett til arbeiðis aftur á arbeiðsplássunum, utttan so at serligar orsøkir tala fyri, at tey framvegis skulu arbeiða heimanífrá. 4.,5. og 9. flokkur skulu aftur í skúla eins og fyrsti og annar flokkur skulu aftdur í skúla. Matstovur kunnu lata upp og hava opið til klokkan 22 á kvøldi, men skeinkistøð og dansistøð sleppa ikkiat hava opið seinni enn tað heldur. Andstøðan Andstøðan er kunnað um broyt­ ingarnar, men hevur ikki verið beinleiðis partur av av­gerð­ unum. -Vit fingu at vita um hetta og í fleiri førum eru vit samd um tiltøkini, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. -Vit eru eins og øll onnur ómetaliga væl nøgd við, at tað hevur eydnast at niðurbart smittuna. Tjóðveldi vildi havt, at kravt sóttarhald var sett fyri danskar ríkisborgarar, sum koma til Føroyar. -Men okkara støða er so, at skal hetta gerast, so er neyðugt at tað verður gjørt sum eitt ríkislógartilmæli og skal samtykkjast í Fólkatinginu, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at vit fyri langt síðani skulu havt tryggja okkum ræði á hesum øki. So høvdu vit kunna sett tvungið sóttarhald í gildi. ALMENN STARVSFÓLK TIL ARBEIÐIS ALMENN STARVSFÓLK TIL ARBEIÐIS -50 FÓLK KUNNU MØTAST AFTUR -50 FÓLK KUNNU MØTAST AFTUR Nú verða hørðu tiltøkini linkað og samfelagið letur meira upp aftur Ferðafólk til Føroyar Heitt verður á ferðafólk um ikki at koma til Føroyar – í fyrsta lagi til tann 30.juni. Mælt verður framhaldandi til, at ferðandi til Føroya fara í sóttarhald í 14 dagar. Samstundis verða mannagongdirnar herdar við enn neyvari uppfylging og áminning um, at fólk skulu halda tilmælið um sóttarhald. Um tað gerst neyðugt, so fer landsstýrið at útvega sær heimild at seta reglur um tvungið sóttarhald í verk.  Fyritøkur við nærsambandi til kundan Fyritøkur, sum eitt nú frisørar, tannlæknar, fysio- og ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.tíl. kunnu fara undir virksemi á skipaðan hátt hin 4. mai. Matstovur, kaféir, dansi- og skeinkistøð Hesi støð kunnu hava opið undir skipaðum viðurskiftum. Hildið verður fast um tilmælið um, at hesi støð steingja kl. 22:00. Eldraøkið Eldraøkið verður latið upp stigvíst, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag. Hetta fer at betra um trivnaðin og lívsgóðsku hjá teimum eldru. Leiðslurnar eru í holt við at fyrireika hetta í samstarvi við koronaráðgevingina, so at tað verður trygt fyri bæði búfólk og starvsfólk. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi, at ú verður latið uppaftur í samfelagnum