Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-04-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MAI 2020 SOSIALURIN 39 14 HANDILSVINNA - Sjógvur og útróður hava ligið eitt sindur í blóðinum øll árini, eg havi fingist við stórbilar. Eg havi altíð havt ein lítlan útróðrarbát, og í nógv ár plagdi eg at gera dagar við snellu á Norðhavinum, tá løturnar vóru, sigur 74 ára gamli, Ian Rasmussen, sum nú riggar sløk 20 bruttotons stóra nótabátin - Sildina - til í Kollafirði VILMUND JACOBSEN U m ársskiftið keypti Ian Rasmussen í Kollafirði lítla nótabátin Sildina, sum Mannbjørn í Grund í Syðrugøtu og aðrir hava átt tey seinnu árini. Hetta er bátur, sum er beint und­ir 20 bruttotons stórur, bygd­ ur hjá Brøðørunum Petersen í Fugla­firði, meginparturin úr eik, og sum í sínari tíð hevði navnið, Fiski­múli. Báturin hevur eisini havt onn­ ur nøvn. Sildin hevur í fleiri ár verður brúkt til veiði eftir brislingi og sild á firðum og sundum. Sildin er útgjørd sum nóta­bát­ ur, eins og eitt nú Katrin í Søld­ar­ firði, sum er ein stórur AWI-bátur, riggaður til nót. Dreymur til veruleika Tíðliga í sjeytiárunum hevði Ian Rasmussen ein deksbát, sum var heldur minni enn Sildin, men sum eisini var riggaður til nót. Tá fiskaðu teir eisini brisling, sild og annað við bátinum. Onkur ár vóru nøgdirnar rímiliga stórar, men tá fekst lítil og eingin prísur fyri veiðina. Seinni fór Ian Rasmussen, sum hann sjálvur málber seg, út í ævintýrið við aling, og tá varð báturin brúktur til tað virksemi. - Alingin hjá mær gjørdist eitt fiasko, og her vóru tað vest­menn­ ingar, sum keyptu. Ian Rasmussen er føddur hin 3. september í 1945, og tískil fyllir hann 75, tá føðingardagur verður aftur. Men, hóast komin nakað til árs, og hann fyri nøkrum árum síðan eisini gjørdist sjúkur, sum vit fara at venda aftur til, liggur hugurin hjá honum framvegis til sjógvin. - Eg havi líka sum smálúrt eftir hesum møguleika aftur - tað at hava ein lítlan nótabát og loyvi at fiska eitt nú brisling og sild. Tá eg skilti, at Sildin var til sølu onku­ staðni, sigi eg við sonin, Ras­mus: - Tú keypir allan lort, gard­in­ bátar og slíkt. Hvat við heldur at keypa ein ordiligan bát? Úrslitið gjørdist, at felagið, sum átti Sildina, varð keypt, og við hes­um fær Ian Rasmussen aftur møgu­leikan - eftir mong ár - at royna seg sum nótamann á firðum og sundum, tá nýggj vertíð byrjar aftur til heystar. Skrokkurin er góður Herfyri varð Sildin tikin upp á land í Inni í Firði í Kollafirði, og tað var ein stórur krani hjá Articon, sum lyfti 41 tons tunga deksbátin upp á land. - Tað er nógv arbeiði av einum slík­um træskipi, men eg havi havt timburmann, sum hevur arbeitt við træskipum, at hyggja mær eftir bátinum. Skrokkurin er rættiliga góður, og dekkið er eis­ ini gott. Skansaklædningurin er nakað farin, men tað er ikki trup­ ult at gera nakað við hetta. Ian Rasmussen sigur, at Sildin hev­ur eina rímiliga góða maskinu, 230 HK Iveco, sum vísir seg at rigga sera væl. - Men, umborð á bátinum skal ym­iskt broytast og dagførast, eitt nú ymiskt við hydraulikkinum og el-skipanini. Her á bryggjuni er eisini smiðja, og eg vænti, at eg fái teir at hjálpa mær við onkrum av tí, sum skal gerast. Hetta er nakað, sum fólk vanliga ikki tíma at fáast við. Men, eg tími at fáast við ein bát sum hendan, sum eg nú eri far­ in í holt við. Sildin hevur nógva útgerð. - Munurin nú, og tá eg hevði lítla nótabátin í sjeytiárunum er, at nú kanst tú fáa nakað fyri brisl­ ing­in, leggur hann aftrat. Royndarloyvi til brisling Ian Rasmussen vísir á, at loyvi, sum hesir bátar hava at veiða brisl­ing og sild á firðum og sund­ um, er royndarloyvi, sum verður end­urnýggjað á hvørjum ári. Hann væntar, at nú felagið, sum átti Sildina, er keypt og báturin verð­ur riggaður til somu vinnu, sum hann hevur verið í gjøgnum fleiri ár, verða ikki trupulleikar at fáa loyvið endurnýggjað. - Eg havi spurt meg eitt sindur fyri hesum viðvíkjandi, og so­ leiðis, sum eg havi skilt, kann báturin fáa hetta loyvi aftur, tó at eigaraviðurskiftini nú eru broytt. Ian Rasmussen vísir á, at Sildin hevur ikki vanligt fiskiloyvi, men hann heldur, at her ber til at søkja um nakrar fiskidagar, sum hann eisini hevði ynskt sær, at báturin hevði. Men, hann heldur, at fiskidagarnir verða treytaðir av, at fiskidagar eru eftir, tá søkt verður. Dyrging eftir makreli - Umframt veiði eftir brislingi og sild við nót, hugsi eg eisini um møguleikan at dyrgja eftir makreli. Nú er hesin báturin so rímiliga trivaligur, at umframt at royna innari á, kundi eisini verið roynt longur úr landi. Ian Rasmussen sigur, at hann plagar at eygleiða, tá vað eru á sjón­ um um hansara leiðir, og tá nógv lív er í sjónum, kunnu vað síggjast bæði í Sundalagnum, norðan fyri Streymin og á Skálafjørðinum, og seinnu árini hevur tað eisini víst seg, at makrelur kann standa nær landi. Hann vísir á, at tíðin at fiska brisl­ing vanliga er frá heystinum og til nakað út á várið, og um summarið kann sild eisini síggjast millum oyggjarnar. - Jú, tað hevur ligið eitt sindur í blóðinum øll árini, eg havi fingist við stórbilar. Eg havi altíð havt ein lítlan útróðrarbát, og í nógv ár plagdi eg at gera dagar við snellu á Norðhavinum, tá løturnar vóru, sigur hann. Blóðtøpp í høvdið Í 2011 fekk Ian Rasmussen ein blóð­tøpp í høvdið. Tá hetta hendi, var hann staddur í summarhúsum í Danmark. - Eg skuldi fara at vitja ein mann í Aalborg, men eg dugdi ikki at BLÓÐTØPPUR Í HØV FORÐAR IKKI VIRK - Munurin nú, og tá eg hevði lítla nótabátin í sjeytiárunum er, at nú kanst tú fáa nakað fyri brislingin, sigur Ian Rasmussen … Jú, tað er neyð­ugt at vera í sving - ikki minst í mín­um aldri. Ann­ars stívnar kropp­ urin bara…