Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 7. MAI 2020 Keypið nú føroyskar vørur og tænastur Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri »Eg veit væl, at á privata ar­beiðs­markn­að­ i­num eru tað nógv, ið stríðast fyri at hóra undan. Tit hava offrað nógv og tik­ið eitt stórt tak. Tað eiga vit at minn­ast til, tá vit fara til handils næstu ferð. Við at standa sam­an um føroyska fram­leiðslu, føroysku tæn­ast­uvinnuna og før­oyskt vinnulív, kunnu vit øll vera við til at varðveita ar­ beiðs­pláss­ini.Min­nist til tað, tá tit fara út, og brúka tykkara pengar.« Soleiðis segði løgmaður á tíð­ind­a­ fund­i­num í síðstu viku, tá hann vísti á, hvussu føroyingar kunnu við sínum keyp­i­vanum hjálpa ringast sperdu vinn­ u­num í Føroyum. Vit hava í blaðnum í dag biðið løg­ mann nágreinað hend­an boðskapin nærri. Løg­maður heldur, at vit øll skulu keypa før­oysk­ar vørur og tænastur og at ferð­ast í egn­um landi í summar. Hann sigur, at vit brúka umleið eina hálva mill­iard til ferðing uttan­lands um árið. Tað mesta verður brúkt í summ­ar­ frí­tíð­ini. Tá ið vit nú ikki sleppa at ferð­ ast, sum tað passar okkum, so kunnu vit hósk­andi brúka hesar pengar – ella part av teim­um – í Føroyum, sigur løgmaður. Tað sigur seg sjálvt, at gera vit hetta, so hjálpa vit ikki bara føroyska sam­fel­ag­ num, men vit hjálpa eisini vinfólki, fam­ ilju og øðrum, so tey kunnu varðveita tey ar­beiðs­pláss, tey hava. Keypa vit før­oysk­ ar vørur og tænastur, so halda vit ferð­ini uppi í landinum í summar og tað hev­ur ómetaliga nógv at siga, sigur løg­mað­ur. Áheitanin hjá løgmanni er eisini til al­ menn­ar stovnar og føroysku fyr­i­tøk­ur­ nar um at gera tað sama. Nú eru skjótt tveir mánaðir farnir, síð­ ­ani løgmaður og hansara fólk stongdu land­ið, og fólk eru farin at rørast upp á seg fyri at fáa latið uppaftur, soleiðis at aft­ur ber til at liva og virka í landinum. Smittutølini og sjúkutølini síggja væl út, meðan búskapurin hevur fingið eitt ord­ans høgg – serliga ávísar vinnur. Hóast kreppan rakar breitt í sam­fel­ag­ num, so er eingin vinna so hart rakt sum ferð­avinnan. Tað tykist ikki, sum um hesin trupulleikin verður tikin í nóg stór­ um álvara. Hvussu nógv vit so fara at ferðast i egnum landi, so kemur ikki javnvág í búskapin hjá ferðavinnuni, sum má og skal hava hjálp, so hon er til reiðar at taka ímóti gestum aftur næsta ár. Tølini í ferðavinnuni eru ikki nøkur hissinitøl: Ferðavinnan seldi í fjør vørur og tænastu fyri 784 mió kr. Og 715 ársverk eru í ferðavinnuni. Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk. LEIÐARA TIL ÚTBÚNAÐAR- DEILDINA Vit bjóða eitt nýmótans arbeiðspláss. Vit sóknast eftir tær, sum kann tryggja, at dygdin á okkara útbúnaði altíð er tann besta. Tað gert tú við at standa á odda fyri keypi, sølu, rakstri og umsiting av maskinum, bilum og amboðum. Freistin at søkja er 11. mai 2020. ArtiCon søkir Les meira á www.articon.fo Vitja okkum á Facebook sansir.fo